Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 128 - 8. juli 2009 tíðindi Á heimasíðuni hjá Djóralækna­ tænastuni, sum heldur til við Varðagøtu í Havn, ber til at lesa um alskyns viðurskifti í samband við djór. Harímillum er ein søga at finna á síðuni um eina tík, sum fekk átta hvølpar við einum keisaraskurði, og tveir Yorkshire Terrier, sum hava reinsað sínar tenn. Her arbeiða tríggir djóra­ læknar, ið allir eru útbúnir á Den Kongelige Veterinær­ og Land­ bohøjskole í Keypmannahavn. Hvønn yrkadag millum klokkan 8­16.00 ber til at koma á Djóra­ læknatænastuna við sínum sjúku djórum, ella at ringja og fáa eitt prát við djóralæknan um eitt­ hvørt. Seinnapartar arbeiða djóralæknarnir við skurðvið­ gerðum ella eru úti og vitja størri djór, sum neyt og ross. Men tænastan hjá djóralæknanum er 24 tímar um døgnið, og tí ber altíð til at fáa fatur á einum djóralækna. ­ Tað er fyri tað mesta hund­ um, vit arbeiða við. Harafturat koma kettur, og so kaninir, marsvín og onnur smádýr, um framt seyð, neyt og ross. Arbeiðið hjá okkum broyttist nógv eftir 1995, tá lóggávan fyri innflutningi av djórum varð broytt til at øll djór kunnu innflytast. Einasta treyt er, at tey eru koppsett og viðgjørd fyri sníkar, greiðir Bergur Hanusson frá. Frá Labradorum til Chihuahua Vanligu sjúklingarnir hjá Djóra­ læknatænastuni eru í bók stav­ ligastu merking tódnaðir niður í rottustødd. Frá tí at fólk vanliga innfluttu stórar hundar, so sum Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Her arbeiði eg Djórunum tørva eisini hjálp Fyri Berg Hanusson hevur tað altíð snúð seg um at hjálpa, og fyri hann er arbeiðið sum djóralækni ongantíð keðiligt. Tað inniber uppgávur sum at operera nálir úr einum kettubúki, at reinsa hundatenn, og gelding av djórum av ymsum støddum, bara fyri at nevna nakrar uppgávur Djóralæknatænastan við Varðagøtu er sera væl útgjørd, og minnir ikki sørt um arbeiðsrúmið hjá einum vanligum lækna. Saman við øðrum hevur Bergur Hanusson bygt Djórlæknatænastuna upp Mynd: Jens Kristian Vang Ein partur av arbeiðnum hjá djóralæknanum er telefonviðtala, ið fer fram fyrrapartar. Tá verður nógvur heilivágur útskrivaður, sum kann heintast á einum av apotekunum kring landið Mynd: Jens Kristian Vang