mikudagur 8. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 8. juli 2009
19
tíðindi
Golden Retriever og Labradorar,
eru teir vanligastu hundarnir í
dag smáir, so sum Chihuahua.
– Tað, sum er hent við
Chihuahua rasuni, er ein bein
selektión, sum hevur víst seg at
rigga væl við júst hundum.
Teir hava líka sum øll hini
djórini í Føroyum tørv á hjálp frá
lækna av og á, og tað er skyldan
hjá djóralæknanum.
- Fyri tað mesta er tað passa-
ligt við arbeiði hjá okkum.
Onkrar tíðir á árinum er meir at
gera. Til dømis, tá lembingin er
fyri, og ærnar fáa mjólkafebur.
Tað er eisini ein uppgáva hjá
djóralæknanum at kanna um ein
kúgv er kviðin. Ein bóndi biður
um eina slíka kanning fyri at vita
um kúgvin kann væntast at
mjólka. At avhorna kálvar er
eisini vanligt arbeiði fyri
djóralæknan, og hevur ein kúgv
trupulleikar av at kálva, verður
djóralæknin ofta tilkallaður.
- Ein gelding er ein vanlig
skurðviðgerð hjá okkum. Tíkar
verða ofta sproytaðar fimta
hvønn mánaða við hormonum
fyri ikki at ganga á illum, men
alt fleiri velja gelding, tí hjáárin
eru við hormonviðgerðini. Og so
koma hundar eisini regluliga inn
til koppseting, sum teir skulu
hava triðja hvørt ár, sigur Bergur
Hanusson.
Eitt djór er ein íløga
Ein partur av arbeiðnum hjá
djóralæknanum kann avgreiðast
umvegis telefonina. Hesa løtuna,
vit sita og práta um arbeiðið hjá
djóralæknanum, ringir telefonin
títt. Fleiri av teimum, ið ringja,
standa og mangla onkran heili-
vág til djórini, sum er átrokandi.
Júst sum ein veruligur lækni,
skrivar djóralæknin eina resept,
sum so kann heintast á einum av
apotekunum í landinum.
- Eg haldi, at fólk fyri tað
mesta eru góð við síni djór. Tað
er ein íløga, tey gera í at fáa sær
dýrar hundar, og tí skulu teir
eisini røktast væl, sigur Bergur
Hanusson.
Sum við øllum øðrum størv-
um, fylgjast góðu og keðiligu
uppgávurnar at. Tað hendir ikki
so sjáldan, at djóralæknin sleppur
at royna seg, tí okkurt óvanligt
stingst uppá. Her fyri noyddist
Bergur Hanusson at leggja eina
kettu undir skurð, sum hevði
svølgt eina nál. Hann tekur
røntgumyndirnar fram, og vísir
hvussu kettan sá út innaní. Veit
ikki hvat sjokerar yviritaðu meir,
at kettan hevur sín egna journal
ella hvussu góð útgerðin er til at
kanna djórini. Harafturat hevur
ein mynd av eini sjáldsamari
uglu, sum Bergur hjálpti fyri
nøkrum árum síðani, fingið
serligt pláss á uppslagstalvuni,
og hann reksar upp av óvanligum
djórum, hann hevur verið
noyddur at hjálpt gjøgnum tíðina,
so sum eini pungrottu, eini
slangu, einum fuglaeiturkoppi,
og ikki at gloyma lama’irnar í
Hvalba, ið her fyri lembdu.
- Tað er spennandi at sleppa at
royna seg. Soleiðis kennir ein, at
menning alla tíðina er í arbeið-
num. Skal eg nevna nakrar av
teimum keðiligu uppgávunum
hjá okkum, er tað at avlíva
frískar hundar, og at meta um
djóraplágarí, eru hann og starvs-
felagarnir á einum máli um.
Krematoriið á
Sandvíkahjalla
Og hvat gera djóralæknarnir við
deyðu kropparnar?
- Teir koyra vit niðan á Sand-
víkahjalla. Nú er tað av ymsum
orsøkum, at fólk velja av avlíva
síni djór, men snýr tað seg til
dømis um ein gamlan hund, tekur
eigarin hann ofta við heim og
jarðar hann í garðinum hjá sær
sjálvum. Í øðrum førum eru tað
vit, ið taka okkum av kropp un-
um, og koyra teir niðan á
brennistøðina, sigur djóralæknin.
Djóralæknatænastan við
Varðagøtu er sera væl útgjørd við
rúmligari skurðstovu og allari
nýmótans tøkni. Her verða
djórini doyvd áðrenn skurð við-
gerð, og við nýtslu av tólunum,
verður ansað eftir at djórini hava
tað gott, meðan skurðviðgerðin
verður framd. Tveir djóralæknar
eru altíð til staðar, tá ein skurð-
viðgerð fer fram. Her eru eisini
tól til at reinsa tenn við.
- Hundatenn eru ofta plágaðar
av nógvum tannsteini, sum ikki
fæst burtur uttan við hjálp av eini
slíkari maskinu, sigur Bergur.
Á niðaru hædd er røntgen og
myrkakamar, og í eini frystiboks
liggja deyðir kroppar, sum djóra-
læknarnir skiftast um at beina
fyri. Í einum av rúmunum situr
ein kvinna og klippir sínum
puddil hundi. Hon var noydd til
at doyva hann fyri at fáa hann
kliptan.
- Tað kemur fyri, at hundarnir
kenna seg aftur her hjá okkum,
og kunnu finna uppá at verða
bangnir og goyggja at okkum,
sigur djóralæknin og smílist.
At lekja er avgerandi
Áhugin millum fólk fyri djórum
er stórur. Djóralæknatænastan
hevur til dømis altíð praktikantar
í starvi, tá tann tíðin er, og ofta er
kapping um plássini.
Enn er grundarlag ikki fyri at
byggja eitt veruligt djórahospital,
sum vit síggja í londunum kring
okkum. Djóralæknatænastan við
Varðagøtu er væl fyri og bygd
upp av núverandi djóralæknum.
At byrja við var lítið av tekn-
iskari útgerð, men í dag er
útgerðin so mikið góð, at einki
djór noyðist at ganga við pínu.
- Orsøkin til at eg valdi at fara
at lesa til djóralækna, var
hugurin til at hjálpa, lekja ella
bjarga. Mær dámdi altíð væl
djór, hóast eg ikki eri uppvaksin
við djórum í heiminum. Eg
minnist, at eg skuldi raðfesta
míni ynski um útbúgving, og eg
valdi djóralækna sum nummar
eitt, lækna sum nummar tvey og
tannlækna sum nummar trý,
greiðir Bergur Hanusson frá.
Og hann er fegin um at hann
fekk sítt fremsta ynski uppfylt.
- Hetta arbeiðið verður ongan-
tíð rutina. Ein lærir alla tíðina
nakað nýtt.
Hundatenn eru ofta plágaðar av
nógvum tannsteini, og enda tí
hjá djóralæknanum, sum hevur
serliga útgerð til at sleppa av við
tannsteinin
Mynd: Jens Kristian Vang