Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 128 - 8. juli 2009 tíðindi Hugleiðing Jan Müller jan@sosialurin.fo Mynd Jan Müller Tær koma og fara. Mat stov urnar, cafeirnar, drykkju støðini - ”you name it”. Ikki kann sigast annað enn, at føroyingar eru áhaldandi fólkaslag, ígongsetarar og treisknir. Onkur vil eisini leggja orðið naivir aftrat, tá tað nærum annanhvønn mán að verður latin upp nýggj matstova fyri so at stongja aftur stutt eftir. Sama kann sigast um mangar handlar. Tað er líka sum, at vit vilja ikki góð taka, at vit bara eru umleið 50.000 sálir á hesum klett unum. Vit velja at trúgva, at tað ber til, tað skal bera til. Tí síggja vit hetta aftur vend andi pendulið svinga fyrst ein veg, síðani ein annan veg. Tær koma og fara. Henda vikan er einki ein dømi í so máta. Í vikuni kom gomul fiskiklógv til høvðusstaðin fyri at lata upp fiskahandil, ein itali ensk matstova sá dagsins ljós í gamla, nú nýggja kaffivogninum á keiøkinum, og ein japansk matsstova lat dyrnar upp miðskeiðis millum løgtingið og Tinga nes. Ikki eiti á. Vit kunnu so halda, hvat vit vilja. Men trúgvin uppá, at tað skal bera sýnist vinna á øllum. Tað er áhugin, og tað er viljin, sum dríva verkið – sum eru við til at gera tað liviligt á hesum klettum. Sum fáa okkum at støðast her úti í Atlantshavi. Eitt av hesum vónandi verandi tiltøkum er Etika, Sushimatstovan á Áarveg num, sum lat upp í gjár. Eitt prýði og eitt vælsignilsi fyri býin, tí hesin so ómetaliga vakri og snøggi glas bygn ingurin eigur ikki at standa tómur. Har eigur at vera lív. Og so fáa vit at síggja, um Sushi kann vera við til at skapa lív og trivnað. Tað vil tíðin vísa. Og ikki kann sig ast annað enn, at innihaldið livir upp til kenda hugtakið ”Fínt skal tað vera”. Fer tú innar í henda smæla og spennandi bygn ing in í hjartanum á høv uðssstaðnum, við øllum tí spildurnýggja her finst, so fer tú út aftur við eini behagiligari kenslu. Tað er sum alt gongur upp í eina samlaða heild. Møblarnir, litirnir og so maturin og tað drekkandi sjálvandi. Um føroyingar fara at taka Sushi til sín er ein spurn ingur, sum enn stend ur ósvaraður. Kanska ella hvør veit vil onkur siga. Okkum líkt. Tað vil tíðin vísa, sum við so mongum øðrum av lívsins viður skiftum. Men væl smakkar tað, øðrvísi er tað - og ikki minst, sjáldsama og vakra umhvørvið fær teg at kenna teg væl, og er tað ikki nettupp ein av høvuðs orsøkunum til, at tú fer út at eta – nú eisini á Etika. Sum navnið ber boð um: at fara út at eta á kafé. Genialt heiti. Eitt fullfíggjað kon sept úr enda í annan. Flott. Tað var so eisini við full um útblásturi, at hetta nýggja kapitullið í høvuðs staðarsøguni varð skrivað – og her kundi tú bókstaviliga lesa á yrkingarvegginum, har øll kunnu skriva onkra yrking ella orðafellið á – frá seiðabergi til soyaberg, sum onkur við íblástri frá hesum hølunum hevði krit að á veggin. So her verður givið rúmd fyri øllum sans um. Her er nakað fyri munn in, eyguni og fimar skrivi fingrar. Miðlahúsið var við til upplatingina saman við góðum fólkum, eisini land sins ovastu, frá borgarstjóra í høvuðsstaðnum til løg mann. Um Etika verður lív lagað – vil bert tíðin vísa, men stigtakararnir aftanfyri hesa ætlan hava í øðrum umhvørvi víst, at teir vita, hvat teir vilja og ger og hvussu teir fáa tað at bera til. Livst so spyrst. Etika – japonsk mat mentan og umhvørvi í Havn Ein altíð entusiastiskur Jóhannes Jensen sannførir løgmann og borgarstjóran um, at sushi matstovan, Etika, er komin fyri at verða