Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • 8. julil 2009 MIÐvIkaN 27 Realskúlin: Sonur amtmannin var klagaður fyri at tosa føroyskt Ása og Hans gingu í realskúlanum. Hetta er ein tíð tey bæði minnast væl afturá. Hans hevði eina frásøgn í Tórshavnar Skúla­ søgu um hesa tíð­ ina hjá honum, har hann greiddi frá Eg var 8½ ára gamal, tá eg kom til Havnar seinast í apríl 1929. Frammanundan høvdu vit búð í Keypmannahavn, har eg gekk í 3. flokki í einum skúla, sum lá til Øster Søgades gymnasium. Komin til Havnar fór eg í fyrireik­ ingarflokkin í millum­ og realskúl­ anum, har eg gekk skúlaárið 1929­ 30. Síðan gekk eg í millumskúlan og realskúlan, haðani eg tók prógv í 1936. Pápi var tá farin av landinum. Men eg og beiggi míni Ole steðg­ aðu eftir fyri at gera skúlan lidnan. Tað var sjálvandi ein stór broyt­ ing at koma úr einum skúla, har øll tosaðu danskt, í ein skúla har allir næmingar tosaðu føroyskt. Vit blivu argað eitt sindur í fyrstuni, men hvørki eg ella systir mín Ása, ið var tvey ár eldri, ella bróður mín Ole, sum var tvey ár yngri enn eg, minnast nakrar trupulleikar. Undirvísingarmálið og bøkurnar vóru – tá lærugreinin føroyskt var undantikin – á donskum, og allir lærararnir dugdu at tosa danskt. Harumframt vardi tað bert stutta tíð, kanska eitt hálvt ár, so skiltu vit føroyskt, og skjótt dugdu vit eisini at tosa tað. Børn læra skjótt málið, ið leikbrøður og systrar tosa. Eg minnist einki um, at tað hevði nakran týdning, at pápi var amtmaður. Sum nevnt var undirvísingar­ málið danskt, men í teimum lærugreinunum, har vit høvdu føroyskar lærarar, var tað næstan ein sjálvfylgja, at vit eisini tosaðu føroyskt. Eg minnist enn eina tíma, ið vit høvdu náttúrusøgu við Rikard Long, at børnini gjørdu gjøldur burturúr, tí eg hevði sagt okkurt á føroyskum, og bent orðini skeivt. Vit høvdu eisini Rikard Long í týskum og fronskum. Franskt høvdu vit bert í realflokkinum. Hinir føroysku lærararnir hjá mær vóru Z. Sørensen (rokning), H. A. Djurhuus (kristni og søga) og Chr. Matras, sum hevði okkum í enskum í realflokkinum. Fekk øði í Viggu Cohr Um tað varð tosað meira danskt enn føroyskt í teimum tímunum minnist eg ikki. Eg haldi, at málini vórðu brúkt náttúrliga hvørt um annað. Men har lærarin var dani, var sjálvandi mest tosað á donskum. Tó varð eg fyri stuttum av einum gomlum skúlavini mintur á eina hending sum vísir, at næmingarnir tosaðu í hvussu er sínámillum eisini føroyskt í teimum tímunum. Hesin drongurin, sum sat við sama borð sum eg, hevði spurt meg um okkurt á føroyskum – hetta var í einum tíma hjá frk. Cohr – og øði spann í hana, so hon rendi hann útum. Har gekk bert ein lítil løta, so kom eg eisini útum at standa ­ jú, eg hevði sagt við frk. Cohr, at eg hevði eisini tosað føroyskt! Frk. Cohr forklagaði meg fyri pápa, og hann sendi klaguni Realskúlin Frk Cohr klagaði Hans fyri amtmanninum fyri at hava tosa føroyskt í flokkinum. amtmannin heita á sýslumannin um at biðja tey um at taka postin við, nú tey kortini skuldi handa vegin! Men meira hendi kortini ikki, og hetta upplopið dovnaði aftur. Hetta hevur verið um 1932­1933. Nógvar vinir í Føroyum Tey hjá Ringberg fingu nógvar kenningar í Føroyum. Serliga nógv samband hevur verið við Weihe­ fólkini, har presturin, Johan Weihe, var eitt av systkjunum. Tey sum liva eftir er fostursystirin Asta í kioskini á Vaglinum, og Atl­ anta, sum hevur verið sjúkrasystir í eitt mannaminni. Hans var eisini framvið kioskini á Vaglinum og fekk heilsa uppá Astu. Hans er nú 88 ára gamal, men hann er rættuliga væl fyri, hóast gongulagið ikki er tað besta. Hann dugur væl at greiða frá sínum barndómi í Havn. Á einum øki hevur hann so verið øðrvísi fyri enn hini børnini. Hann búði í „fínasta“ húsi í býnum. Tey eru ein borg í dag og hava ikki verið tað minni tá. Her var fult av tænastufólki, eitt nú køksgentur og stovugentur. Men her kom eisini nógv fólk. Allir almennir gestir búðu hjá amtmanninum, so mamman, Anna, hevði eisini úr at gera at skipa fyri hesum stóra húsarhaldi. Viðhvørt vóru so nógvir gestir, at børnini máttu úr sínum egnu kømurum fyri at hýsa gestunum, og hetta dámdu teimum sum vera man einki. Aftur til Danmarkar Ringberg var sum sagt í Føroyum í sjey ár. Hann vildi fegin havt verið longri. Men børnini vóru blivin so vaksin, at tey skuldu fáa sær eina útbúgving. Og lønin hjá einum embætismanni var ikki frægari enn so, at hetta lat seg bert gera, um familjan flutti til Danmarkar. So Ringberg gjørdist dómari í Odense, har hann virkaði, til hann fór frá fyri aldur. Hann doyði í 1978, nærum 90 ára gamal. Komin aftur til Danmarkar í 1936 fór Hans á studentaskúla. Síðan gjørdist løgfrøðin hansara lív. Hann fekk prógv sum løg­ frøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1946. Hann kom tá at arbeiða hjá Københavns Politi. Síðan kom hann at arbeiða í provinsini sum ákærari. Í 1969 byrjaði hann at virka sum dómari, fyrst í Eystara Landsrætti. Í 1971 gjørdist hann býarrættardómari í Horsens, og í 1973 gjørdist hann sivildómari í Hjørring og í hesum starvi var hann, til hann fór frá við eftirløn í 1990. Í 1980­unum var hann eisini nevndarlimur í Dómarafelagnum. Ása var 16 ára gomul, tá ið hon fór aftur til Danmarkar. Hon fór eisini at lesa løgfrøði. Hon giftist 20 ára gomul við Thorben Madsen, verkfrøðingi. Thorben var mótstøðumaður undir týsku hersetingini. Ása gjørdi eisini sítt, millum annað við at krógva fyri týskarum ein eftirlýstan mótstøðumann, sum var giftur við eini føroyskari kvinnu, sum hevði arbeitt hjá pápa hennara. Thorben doyði í 1988, 73 ára gamal. Tey bæði fingu tvær døtur. Eisini her rann saman við Føroyar, tí eldra dóttir teirra, Karin, giftist við soni til Dyreborg, sum hevur verið dómari í Føroyum. Dyreborg var annars dómarafulltrúi hjá Ringberg í Odense. Eftir kríggið var ringt at fáa dómara til Føroya, so Ringberg fekk yvirtalað Dyreborg at taka við hesum starvinum. Tey fullu eisini væl til. Væleydnað ferð Ferðin til Føroya hjá Hans var sera væleydnað, hóast støðgurin bert var fýra dagar. Eitt serligt upplivilsi var túrurin undur Vestmannabjørgini við Palla Lamhauge, sum dugdi væl at greiða frá. Eisini vóru tey á vitjan hjá ríkisumboðnum, har Hans kundi greiða starvsfólkunum frá lívinum í borgini fyri 80 árum síðani. Hans var giftur við Signe, sum doyði fyri kortum. Hetta er ein stórur smeitur fyri Hans. Signe arbeiddi á dómaraskrivstovuni í Hjørring. Sagt verður, at hon hevði gott hegni at fáast við viðskiftafólk. Tá ið tey løgdu frá sær fyri aldur dugdu tey rættuliga at hugna sær saman. Tey ferðaðust nógv saman, eisini til Føroyar. Umframt vóru tey ofta í Canada, har Signe átti ein beiggja. Sagt verður m.a. í minningarorðunum um Signe: “Signe var naturelsker. Hun havde „grønne fingre“ og holdt af at se tingene spire og gro. Hun var et varmt og positivt menneske med et lyst livssyn, som skønnede på de nære ting i tilværelsen, og som havde et nært forhold til sin familie og sine nærmeste.” Hans eigur fimm børn, níggju abbabørn og 10 langabbabørn. Tað var hugnaligt at hitta Hans og hansara og harvið at fáa enn eitt íkast til ta Føroya søgu, sum hann umboðar.