Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 128 • 8. julil 2009 FF-blaðið var í 2003 ført fyri at geva eitt ískoyti til søguna um fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta fingu vit í samband við 85 ára føðingardag- in hjá Ásu Ringberg Søgan um fólkaatkvøðuna var jú í stuttum tann, at 14. september 1946 var fólkaatkvøða um loysing ella framhaldandi samband við Danmark, og skuldi hetta samband vera skipað sambært einum stjórnaruppskoti, sum ásetti framtíðar viðurskiftini millum londini. Tað var politisk ósemja um valmøguleikarnar, og tí vóru tað teir politikkarar, sum mæltu fólki til at atkvøða “nei”, um tey ikki kundu taka undir við teim umrøddu møguleikunum. Slíkar atkvøður høvdu blivið ógildigar, men kundu tó geva eina ábending. Úrslitið gjørdist eisini ein heilt lítil meiriluti fyri loysing av gyldigu atkvøðunum, men um tær ógildigu “nei”-atkvøðurnar vórðu taldar við, var ikki meiriluti. Báðir partar hildu tískil fast við, at teir høvdu vunnið. Á tingi gjørdist meiriluti fyri loysing. Men tá hendi tað, at kongur upploysti løgtingið og skrivaði út nýval 8. november 1946. Í nýggja tinginum var ikki meiriluti fyri loysing, og hetta endaði so við heimastýrislógini í 1948. Anders og Hjalmar Ringberg verða sendir til Føroyar Tað ískoyti, sum vit hava til hesa søgu, og sum ikki er kent av føroyskum søgufrøðingum, er fylgjandi: Danski løgmálaráðharrin tók aftaná fólkaatkvøðuna avgerð um, at hann vildi lodda “stemningin” í Føroyum aftaná fólkaatkvøðuna. Støðan var jú rættuliga spent Hann sendi tískil tann gamla amtmannin, Ringberg, til Føroya í hesum ørindum. Ringberg varð valdur, tí hann kendi Føroyar, og hann var eisini kendur í Føroyum og hevði álit millum føroyingar. Tað hevur kanska eisini talt við, at nýggi danski amtmaðurin, C. A. Vagn Hansen, var heilt nýggjur í starvinum. Hann var heldur ikki kendur fyri at vera tann stóri diplomaturin. Tað kundi tí vera til nyttu, um hann fekk ráð og stuðul frá tí meira roynda Ringberg. Men Ringberg vildi ikki fara einsamallur. Hann skuldi hava við sær ein persón, sum eisini var kendur í Føroyum. Hetta gjørdist Anders Røhr Jensen, sum annars var politistur. Hann var giftur við Matildu hjá Gøtu-Anton, sum eisini var politistur í Havn. Tey hjá Ringberg kendu Matildu, tí hon hevði arbeitt á skrivstovuni hjá amtmanninum, meðan Ringberg var í Føroyum. Matilda gjørdist sum ein partur av familjuni. Hon plagdi at hjálpa børnunum hjá amtmanninum við at gera teirra skúlating. Hetta samband teirra vardi alt lívið. Anders var ein av gestunum á føðingardegnum, og tí kunnu vit bera søguna. Hann er seinni deyður. Anders sigur, at hann var á veg úr Føroyum til Danmarkar við “Atlantsfarinum” tann 14. sep- tember. Hann minnist, at umborð har fegnaðist tey um, at tað gjørdist “ja” til loysing, men samstundis merkti hann eina stúran fyri, hvussu tað mundi fara at gangast við at seta samtyktina í verk. Til Føroya uttan at nakar skuldi vita av Anders var heima í Danmark í 14 dagar, og tá fær hann boð um at fara aftur til Føroyar í umrøddu ørindum. Hann fór við “Roar”, sum var leigað av donsku stjórnini at fara til Føroyar við eini sendinevnd av donskum politikkarum, sum skuldu samráðast við føroysku flokkarnar um støðuna, sum var í komin. Ein av teimum, sum var við, var Erik Eriksen, leiðari í Venstre, sum gjørdist forsætisráðharri í Danmark í 1950-53. Tað var heilt óalment, at Ringberg og Anders vóru við. Hetta skuldi eingin vita um, tí teir høvdu alment eingi ørindi í Føroyum. Teir høvdu annars tveir kriminalpolitistar við sær, um nakað skuldi hent! Men hesir vórðu sendir heim aftur bein- anvegin, tí tað var í hvussu er friðarligt í Føroyum. Teir vóru nærum tríggjar mán- aðar í Føroyum og komu heim við seinasta ferðamannaskipinum til jóla. Hesa tíðina ferðaðust teir um í Føroyum og tosaðu við ymsar persónar og myndugleikar, sum til dømis sýslumenninar, sum Ringberg kendi væl. Anders búði hjá verforeldr- unum, Malenu og Gøtu-Anton. Og her fekk hann í hvussu er møguleika fyri at kunna seg um tey ymsu sjónarmiðini. Anthon hevði valt loysing, meðan Malena hevði valt samband! Anders sigur annars um tey, at tá tey fóru á val, høvdu tey blýant við sær, um tann framlagdi í atkvøðurúminum skuldi brotna! Søgan aftanfyri sambandið millum Anders og Matildu var, at hon fór niður undan krígnum, og slapp ikki heim aftur eins og so nógvir aðrir føroyingar. Matilda arbeiddi á einum dómarakontóri í Keypmannahavn, og tá hittust tey bæði og giftust í 1942. Hans Ringberg kennir eisini hesa søgu. Hann minnist, at hann var sjálvur niðri á bryggjuni at siga farvæl, tá “Roar”, fór avstað. Men tað var lítið og einki pápin fortaldi frá ferðini. Var tað ein loyniferð, so skuldi hon eisini vera loynilig. Vit hava roynt at kanna í skjala- goymslunum í Danmark um har kann liggja nøkur frásøgn frá hesi ferðini. Men har er einki uttan ferðakvittanir. Tískil finst neyvan nøkur skrivað frágreiðing til hesa søgu, men hon var eisini duld! Men nú er henda “loyniferðin” kortini alment kend. Komandi partur Í komandi pørtum verður komið aftur til Faktorin, Johan Christian Djurhuus. Hetta er grundað á dagbókina hjá abbasoninum Egil Djurhuus, sum hann skrivaði seinastu tvey árini, hann livdi. Hetta er enn ein góð lýsing av lívinum í Havn fyrst í seinastu øld. Anders Røhr Jensen, sum var í fylgi við Hjalmar Ringberg at kanna støðuna í Føroyum aftaná fólkaatkvøðuna í 1946 Táið Ringberg í 1946 “loddaði dýpið” í Føroyum til próstin, ið var formaður í skúlakommisiónini. Dahl próstur tosaði síðan nøkur álvarsorð við frk. Cohr, og segði henni, at tað var púra burturvið, at hon hevði leikað so í, og mátti tað ikki henda aftur. Tað skal tó sigast, at frk. Cohr var ein góður lærari. Jákup Dahl var eisini lærari hjá mær, tí eg var millum teirra, sum høvdu latín sum eykalestur. Henda undirvísing fór fram úti í Sandagerði, og har lærdi eg fyrstu latínsku setningarnar. Vit lærdu so frægt av latíni, at hetta gjørdi tað møguligt hjá mær og beiggjanum Ole at sleppa inn á klassisk málligt studentaskeið. Tað var flent at mínum latíni við føroyskum framburði. Men annars gekk tað gott. Lærdi svenskt í staðin fyri føroyskt Tað hoyrir við uppí søguna, hóast eg eri eitt sindur foyur av tí, at eg eitt skifti slapp undan at læra føroyskt. Hesum skipaði mamma fyri, hóast pápi var ímóti, og orsøkin var, at karakterurin í føroyskum dróg miðalkarakterin niður. Í staðin skuldi eg so hava tímar í svenskum! Soleiðis vóru reglurnar. Hetta gjørdist ein serlig upp- living, tí tímarnir vóru á lærara- stovuni við Hans A. Djurhuus sum lærara. Har vóru bara báðir. Eg mundi ikki læra so nógv av svenskum, men Hans Andreas var ein hugvekjandi maður. So tað var ikki so galið kortini. Hetta vardi bert stutta tíð – eg hugsi, teir mundu gera okkurt frávik frá reglunum – og býttisligt var tað eisini. Eg fór aftur í flokkin, men fekk ikki karakter í føroyskum. Hvørki bróður mín ella systir mín upplivdu hetta. Bróður mín fekk hampiligan góðan karakter í føroyskum í 3. millum, men í 4. millum fekk hann ikki karakter. Ilt er at gera eina lýsing av læraramanningini, men vit fingu so øll eitt hampuligt støði at byggja á. Skuldi eg nevnt nakran, sum skaraði framúr, so hevði tað verið Z. Sørensen, sum bæði fakliga og pedagogiskt var á einum hægri støði enn hinir. Summir av hinum vóru kanska litríkari og meira spennandi sum menniskju, men stinnir pedagogar vóru teir ikki. Skúlin var nógv strangari tá enn hann er í dag, men kropsliga revsing minnist eg onga. Gjørdi tú okkurt skeivt, skuldi tú sita eftir ella varð rendur útum, men vit vóru jú øll so væl vand tá í tíðini.