hósdagur 9. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 129 - 9. juli 2009
Jóannes Eidesgaard
ásannar, at límið,
sum heldur kreppu
pakkanum saman, er
farið at loysna eftir at
fakfeløgini ikki vildu
góðtaka at útseta
lønarhækkingina til
næsta ár
KreppupaKKi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg hevði væntað, at fak-
feløgini fóru at vísa størri
ábygdarkenslu og størri
samhaldsfesti.
Jóannes
Eidesgaard,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum, ásannar, at tað kom
ógvuliga dátt við, tá ið fak-
feløgini í gjár boðaðu hon-
um frá, at tey góðtaka ikki
at útseta lønarhækkingina
upp á 3%, sum tey eiga í
oktober eftir sáttmálanum.
Hann viðurkennur eisini,
at hetta er eitt stórt bakkast
í royndunum at finna semju
um ætlaða kreppupakkan
hjá samgonguni.
Lønarsteðgurin var ein
týðandi partur av kreppu-
pakkanum og nú fakfeløgini
ikki vilja góðtaka tað, er
kreppupakkin
so
mikið
longri burtur.
Tekur eitt nei
fyri eitt nei
Kortini leggur hann afturat,
at hann tekur eitt nei fyri
eitt nei og hann fer ikki at
gera eina nýggja roynd at
fáa fakfeløgini at góðtaka
lønarsteðgin.
Hann staðfestir somuleið-
is einaferð enn, at hann fer
ikki at leggja uppskot fyri
Løgtingið um lønarsteðg.
- Eg ætli mær at virða tær
frælsu samráðingarnar á
arbeiðsmarknaðinum.
Men hann skoytir upp í,
at við einum og hvørjum
frælsi, fylgir ein ábygd.
- Og eg vildi ynskt, at fak-
feløgini vístu størri ábyrgd
og samhaldsfesti ímóti sam-
felgnum í teirri serligu
støðu, vit eru í, sigur Jóann-
es Eidesgaard.
Hann staðfestir, at ætlanin
var jú ikki at strika lønar-
hækkingina, men einans at
útseta hana í eitt ár.
- Tað merkir, at løntakarin
kundi liva næsta ár á sama
støði, sum í ár, ella kanska
enntá eitt sindur betri, tí
seinasta uppgerðin yvir prís-
talið vísir, at prísirnir eru
lækkaðir í seinastuni, so tað
er hóast alt eisini blivið eitt
sindur bíligari at liva í
seinastuni.
Alvorligt skot
fyri bógvin
Og nettupp tað, at fakfeløg-
ini eftir hansara tykki ikki
vildu vísa samfelagsábyrgd
og samhaldsfesti, vigar líka
tungt í hugaheiminum hjá
landsstýrismanninum í fíggj-
armálum sum tann eykaút-
reiðsla, lønarhækkingin hev-
ur við sær fyri landskassan.
- Grundstøðið hjá okkum
hevur verið, at tað skal vera
eitt felags átak hjá øllum
samfelagsbólkum at venda
skútuni, sigur hann.
Og hann væntar, at nú ein
stórur samfelagsbólkur sum
tey almennu fakfeløini, tví-
halda um at fáa betri livikor
næsta ár, fer tað at verða ser-
liga tórført at fáa aðrar
samfelagsbólkar at góðtaka
ein niðurskurð.
Í hesum sambandi kann
vísast á, at ætlanin hevur
verið at skerja bæði sjó-
mannafrádrátt,
rentufrá-
drátt, sjómenn undir DIS
og at leggja eyka skatt á inn-
tøkur yvir 400.000 krónur.
- Tað harmar meg, at fak-
feløgini ikki vilja vera við,
tí tað hevði gjørt tað nógv
lættari at halda yvirskipaða
endamálið hjá samgonguni
um at næsta ár skal føroyska
samfelagið rekast fyri sama
prís sum í ár.
-
Tað
samhaldsfasta
grundsjónarmiðið fekk eitt
alvorligt skot fyri bógvin,
staðfestir hann.
Hann sigur, at eftir ætlan
skuldi kreppupakkin límast
saman við samhaldsfesti,
men tað límið er loysnað.
Munandi tórførari
Nú vil landsstýrismaðurin
ikki siga, hvussu verður við
fíggjarlógini næsta ár.
- Tað verður helst tórført
at sleppa heilt undan at
hækka raksturin næsta ár.
Men hvussu nógv raksturin
hækkar, er vónleyst at siga
og tað ber heldur ikki til at
siga um øll lønarhækkingin
verður játtað á fíggjar-
lógini.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at í síðsta enda er tað Løg-
tingið, sum samtykkir fíggj-
arlógina og tað er fyrr hent,
at fíggjarnevndin hjá Løg-
tinginum hevur skert játt-
anir á fíggjarlógini.
Sama, hvat búskaparfrøð-
ingar siga, heldur Jóannes
Eidesgaard fast um, at tað
er neyðugt at tálma vøkstr-
inum í útreiðslunum, tí
hann hevur verið alt ov
stórur seinastu árini.
- Endmálið hevur ikki ver-
ið at seta beinleiðis sparing-
ar í verk, men einans at
tálma vøkstrinum. Lønar-
steðgurin var ein týðandi
táttur í hesum, men nú hann
er dottin á gólvið, er málið
um steðga vøkstrinum í
rakstrinum longri burtur,
staðfestir Jóannes Eides-
gaard.
Hann vónar ikki, at hetta
fer at seinkað pakkanum, tí
hann er ivaleysa seinur,
sum er.
Menn viðgongur eisini,
at støðan hjá fakfeløgunum
hevur gjørt uppgávuna mun-
andi tórførari.
Eitt alvorligt skot fyri bógvin
Fiskivinnan má umskipast
Grønlendska arbeiðsgevarafelagið mælir nú myndugleikunum til at
umskipa alla fiskivinnuna sum skjótast fyri at tryggja lívgrundarlagið
hjá tí einstaka fiskimanninum, sum felagið tekur til. Henrik Leth,
stjóri í arbeiðsgevarafelagnum, sigur við KNR, at tíðin er farin frá
stuttskygdum stuðulsskipanum, tí tær eru við til at varðveita ein
avoldaðan bygnað, sum forðar fyri einari neyðugari menning. Hann
leggur afturat, at tíðin er farin frá teimum sokallaðu lappaloysnunum.
Henrik Leth sigur, at skal fiskivinnan hava beinleiðis ella óbeinleiðis
stuðul, so skal endamálið vera at tryggja ein nýggjan bygnað, sum
kann útvega vinnuni inntøkumøguleikar í framtíðini.
Fleiri og fleiri bilar í Kina
Kinesarar keypa bil sum ongantíð fyrr, og tað eru serliga teir
kinesisku bilarnir, sum ganga sum heitt breyð. Kinesisk bløð
skriva, at fyrra hálvár seldu tær kinesisku bilverksmiðjurnar
ikki færri enn seks milliónir bilar á heimamarknaðinum. Frank
Gong hjá JP Morgan sigur við Reuters, at bilatalið veksur
serliga skjótt í teimum meðalstóru býunum, og sjálvur væntar
hann, at tann stóra bilasølan fer at standa við. Frank Gong
sigur, at í juni keyptu kinesarar 1.140.000 bilar, og tað var 36
prosent meiri enn í juni í fjør. Goldman Sachs væntar, at
kinesiska bruttotjóðarframleiðslan fer at veksa 7,8 prosent í ár.
Jóannes Eidesgaard heldur, at fakfeløgini hava hvørki víst
ábyrgdarkenslu ella samhaldsfesti eftir at tey í gjár boðaðu
frá, at tey góðtaka ikki, at lønarhækkingin í heyst verður
strikað. Men landsstýrismaðurin ætlar at taka eitt nei fyri
eitt nei hóast tað merkir, at kreppupakkin hjá samgonguni
fekk eitt alvorligt skot fyri bógvin