týsdagur 23. oktober 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Sóljuspælarin Asta
Petrauskiene var ein
einmansherur móti
Kyndli og skoraði 15
ferðir, men Lotte
Sørensen syrgdi fyri,
at Kyndil vann dystin
í Vágum, hóast
havnaliðið var
aftanfyri stóran part
av tíðini
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Dysturin millum Sóljuna
og Kyndil, sum varð spæld-
ur í Vágum fríggjakvøldið,
var tættur og spennandi.
Kyndil var aftan fyri stóran
part av tíðini - í seinna
hálvleiki eina løtu við fýra
málum - men seinastu 20
minuttirnar av dystin syrgdi
Lotte Sørensen fyri, at
høvuðsstaðarliðið fekk øll
stigini við sær til Havnar
aftur.
Tað gekk javnt fyri seg
alla tíðina. Kyndil legði seg
fram um í teimum fyrstu 15
minuttunum, men so vend-
ist leikgongdin, og heima-
liðið kom rættiliga fyri seg.
Miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki var knappliga vent í
holuni, tí við fýra málum á
rað fór Sóljan frá 5-7 til 9-
7. Hesa løtuna steðgaði
álopsspælið hjá Kyndli
upp, og tað var ikki fyrr enn
Anja Johannesen við tí
fyrra av sínum tveimum
málum skoraði til 9-8, at
Kyndil koblaði íaftur.
Sóljan helt seg tó framm-
an fyri restina av fyrra
hálvleiki, og tá liðini høvdu
hálvleikssteðg var støðan
13-11 til Sóljuna.
Lotte lykilin
Í seinna hálvleiki hevði
heimaliðið gott tak á. Tær
løgdu harðliga fyri, og øktu
leiðsluna upp í 16-12, tá
fimm minuttir vóru spæld-
ir. Kyndlaliðið, sum tapti
báðar sínar fyrstu dystir í
ár, var við undirlutan, og
tað var stórt stríð hjá
teimum at halda fast í
vágaliðnum, so tað ikki
fekk avgerandi leiðslu í
dystinum.
Tað var ikki minst takka
veri Lotte Sørensen, at
Kyndil elti Sóljuna restina
av dystinum. Seinastu 20
minuttirnar gjørdi Lotte 8
av teimum 12 málunum,
sum Kyndil fekk.
Hjá heimaliðnum var
mest sum talan um ein ein-
mansher, tí nýggi spælari
teirra, Asta Petrauskiene,
skoraði heili 15 av málun-
um hjá vágaliðnum. Men
hesi 15 málini skulu vísa
seg at verða eitt mál ov
lítið.
Endaspurturin
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki javnaði Kyndil leiðsl-
una hjá Sóljuni. Heimaliðið
fekk ein spælara útvístan í
tveir minuttir, og tað tóktist
nerva heimaliðið eina góða
løtu. Kyndil skoraði trý mál
næstu minuttirnar, og so
vóru tær framman fyri 19-
18.
Men júst útvísti vága-
spælarin, Herta Simonsen,
kom aftur á vøllin og syrgdi
fyri, at Sóljan fór fram um
við tveimum málum aftur,
og tá tað restaðu seks
minuttir av dystinum var
støðan 23-21 til Sóljuna.
Tað var tá, at havnaliðið
setti sín endaspurt í gongd,
og við tveimum málum hjá
Lotte Sørensen og einum í
parti frá Anniku Ljósstein
og Palmu Petersen fór
Kyndil fram um 25-23. Í
seinasta minutti skoraði
Sóljan aftur, men tá var
sigurin gloppin teimum av
hendi.
Tað var stórt vónbrot fyri
heimaliðið, at tær ikki
kláraðu at halda leiðsluna,
sum tær høvdu stóran part
av dystinum, meðan Kyndil
við góðum endaspurti fekk
fyrstu stigini í kappingini í
ár.
Dysturin í tølum:
Sóljan-Kyndil 24-25 (13-
11)
Málskjúttar:
Sóljan: Asta Petrauskiene
15 (3), Herta Simonsen 4,
Fía Selma Nielsen 2, Sólja
Jóanisdóttir 2
Kyndil: Lotte Sørensen 10
(3), Annika Ljósstein 4,
Palma Petersen 4, Marna
Vatnsdal Rubeksen 2, Anja
Johannesen 2, Ann Hansen
1, Laila Jespersen 1, Erla
Smidt 1.
Brotskøst: Sóljan 4, Kyndil
8
Útvísingar: Sóljan 2, Kynd-
il 1.
Dómarar úr VÍF: Sámal
Joensen og Agnar Joensen
Sóljan-Kyndil 24-25 (13-11):
15 mál vóru ov lítið
Asta Petrauskiene, sum her sæst uttast til høgru, skeyt 15 mál fríggjadagin, men hetta var akkurát ov lítið til at basa Kyndli
Mynd: Edvard Joensen
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 VÍF
3
3 - 0 - 0
94
57
37
6
2 Stjørnan
3
3 - 0 - 0
93
68
25
6
3 Neistin
3
2 - 0 - 1
75
57
18
4
4 VB
3
2 - 0 - 1
71
62
9
4
5 Sóljan
4
1 - 0 - 3
91
99
-8
2
6 Kyndil
4
1 - 0 - 3
90
117
-27
2
7 StÍF
4
0 - 0 - 4
69
123
-54
0
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 VÍF
3
3 - 0 - 0
91
64
27
6
2 Neistin
3
3 - 0 - 0
77
74
3
6
3 H71
2
2 - 0 - 0
55
48
7
4
4 StÍF
3
1 - 0 - 2
76
79
-3
2
5 Kyndil
4
1 - 0 - 3
92
103
-11
2
6 Tjaldur
2
0 - 0 - 2
48
52
-4
0
7 KÍF
3
0 - 0 - 3
71
90
-19
0
Máltindurin
kvinnur
Asta Petrauskine
Sóljan
43
(5)
Simona Dziugyte
Stjørnan
40
(9)
Gabriella Fekete
VB
33
(4)
Lotte Sørensen
Kyndil
29
(11)
Annika Ljósstein
Kyndil
22
(5)
Súnfríð Jacobsen
StÍF
21
(10)
Ileana Manulescu
StÍF
20
(2)
Birita Wardum
Neistin
18
(1)
Ioana Rápa
VÍF
18
(4)
Katrin á Neystabø
Neistin
18
(6)
Jacklin Durhuus
VÍF
16
Regina Radó
VB
16
(4)
Gunnleyg Berg
Neistin
15
Anna K. Samson
Stjørnan
15
Andrijana Milodanovic
Stjørnan
15
(2)
menn
Jónleif Sólsker
Kyndil
30
(12)
Sámal Joensen
VÍF
23
(3)
Costin Dumitrescu
StÍF
23
(6)
Jacob Jónsson
Neistin
22
(1)
Heini Joensen
Neistin
19
(4)
Ingi Olsen
VÍF
18
(3)
Høgni Klein
Kyndil
17
(2)
Hans Áki
Dal-Christiansen
Neistin
17
(4)
Iljan Topic
KÍF
15
Mortan Hansen
Tjaldur
14
Sverri Justinussen
Tjaldur
14
(2)
Sveinur Justinussen
StÍF
14
(5)
Regin Petersen
KÍF
12
Dorica Tomic
KÍF
12
(1)
Bjarni Wardum
H71
12
(3)
Meistaradeildin kvinnur
Dráttur-TB 0-3
ÍF-Fleyr 3-0
d
v-t
sett
stig
TB
2
2-0
6-0
4
ÍF
2
1-1
4-3
2
Dráttur
2
1-1
3-4
2
Fleyr
1
0-1
0-3
0
Mjølnir
1
0-1
0-3
0
Komandi dystir:
27/10:
Fleyr-Dráttur
28/10:
Mjølnir-ÍF
Meistaradeildin menn
Fram-SÍ 3-1
ÍF-Fleyr 0-3
d
v-t
sett
stig
Fram
2
2-0
5-3
4
Fleyr
1
1-0
3-0
2
SÍ
2
1-1
4-3
2
Mjølnir
1
0-1
2-3
0
ÍF
2
0-2
0-6
0
Komandi dystir:
27/10:
Fleyr-SÍ
28/10:
Mjølnir-ÍF
C
M
Y
K
24
Nr. 204 - 23. oktober 2001
25
Í dag flýgur 59 ára
gamli Haakon
Carlsson til San
Francisco at vitja 80
ára gomlu systir sína
fyri fyrstu ferð. Hóast
hann hevur vitað, at
hann hevur havt eina
systir í Amerika í
fleiri ár, hevur hann
ongantíð gjørt nakað
við hetta fyrr. Nú
spreiðir hann
veingirnar og flýgur
til USA fyri at heilsa
uppá hana og familju
hennara
FAMILJA
Ingrid Bjarnastein
Húsini við bláu hurðini í
Sløttulíð í Havn eru karmur
um samrøðuna. Her býr
Haakon Carlsson, ein eldri
maður við brillum, yvir-
skeggi og gráum hári.
Haakon Carlsson skal í
dag flúgva til San Fran-
cisco at vitja 80 ára gomlu
systir sína, Alda Nab, sum
býr í lítla býnum Lodi,
eystanfyri San Francisco.
Hann hevur ongantíð møtt
henni áður, og er hetta
somuleiðis eisini hansara
jomfrúferð til USA.
Ikki nakað nýtt
Haakon Carlsson er føddur
við Rættará í Havn, og
hann hevur búð her alt sítt
lív. Hann er giftur við konu
úr Hósvík og saman eiga
tey tríggjar dreingir. Sein-
astu 25 árini hevur Haakon
starvast í sveisingarhandl-
inum í Havn.
Upprunaliga hevur Haak-
on Carlsson trý systkin.
Men harafturat átti mamm-
an fimm børn áðrenn.
Pápin, íslendingurin Ferd-
nand Herman Carlsson, átti
tvær døtur í Íslandi, sum
hann tó ongantíð fortaldi
føroysku børnunum um.
– Pápi fortaldi okkum
ongantíð um systrarnar í
Íslandi. Ikki fyrr enn hann
doyði í 1960, fortaldi
mamma okkum um tær, og
stutt eftir kom onnur teirra
til Føroya á vitjan, greiðir
Haakon frá. – Alda, tann,
sum eg nú skal vitja er hin
systirin, sum eg jú ongantíð
havi møtt áður, men havi
vitað um leingi. Hon varð
gift við einum ameriku-
manni beint eftir kríggið,
og flutti yvir har.
Kennist undarligt
– Eg ætli mær yvir til teirra
at møta familjuni, siga
góðan dagin og heilsa uppá
tey, sigur Haakon.
– Sjálvandi eri eg eitt
sindur fjálturstungin, men
eisini spentur. Vit hava
tosað fleiri ferðir í telefon,
skrivað brøv og sent bíløt.
Nú er manglar bara at
síggja menniskjuni aftan-
fyri. Tað kennist undarligt,
men eg eri ógvuliga spentur
at vita, hvat kemur burt-
urúr.
Ikki lætt
Haakon Carlsson hevur
ferðast runt ymsastaðni í
Europa fyrr, men hetta er
hansara fyrsta ferð til eitt so
stórt land sum USA.
– Tað er ikki so langt
síðani, at eg fann útav, hvør
systir mín yvirhøvur er. Eg
havi jú leingi vitað, at eg
eigi eina systir í Ameriku,
men eg havi ongantíð vitað,
hvar ella hvat eftirnavn hon
hevur. Men tá ein systir-
sonur fór til California at
spæla eina plátu inn, fór
hann at vitja familjuna har,
og fekk eg so bústað og
telefonnummar frá honum.
Eg ringdi so til teirra og
presenteraði meg, og tey
vórðu ógvuliga glað at
hoyra frá mær.
Haakon sigur, at tað verð-
ur ikki lætt at fáa eitt bróður-
systir samband í lag. Tey
hava hóast alt ikki havt
nakað samband alt lívið.
– Eg eri sjálvur ikki
ungur longur, og Alda fyllir
80 ár komandi vikuskifti,
so ongin veit um vit
yvirhøvur møtast aftur,
sigur Haakon. – Eg vóni
bert, at alt gongur væl.
Familjan har yviri er jú á
ein hátt fremmand, og á ein
hátt kenni eg tey, tí eg havi
tosað við tey og tí vit hava
skrivað saman.
– Men Alda eigur jú fleiri
børn og vit eiga børn, og
kanska tey einaferð í
framtíðini fara at koma
hendan vegin. Ongin veit,
hvat kann henda, sigur
Haakon Carlsson, sum nú
er á veg til San Francisco.
60 ára gamli Haakon Carlsson:
Hittir systir sína fyri fyrstu ferð
Haakon Carlsson
avmyndaður á
Kondittarínum í Havn dagin
fyri fráferðina til San
Francisco.
Mynd: Álvur Haraldssen
25
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!