týsdagur 23. oktober 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 23. oktober 2001
23
Kollfirðingar vóru á
odda í hálvleikinum,
men í seinna hálvleiki
tók StÍF sær um reiggj
og vann at enda við
fýra málum
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
KÍF gav StÍF ein kvøkk, tá
liðini hittust á Skála sunnu-
dagin. KÍF legði harðliga
fyri og fór fram um 3-0
beinanvegin.
StÍF royndi at stríða seg
inn í dystin aftur, og teir
javnaðu til 7-7. Men so fór
KÍF aftur fram um, og
leiðslan helt sær restina av
fyrra hálvleiki. Eina løtuna
var KÍF á odda við fýra
málum, og tá kendi heima-
liðið seg noytt til at bróta
dystin av fyri at hava time-
out.
Teir ráðførdu seg um
støðuna, og tá liðini løgdu
aftur til brots, kláraði StÍF
at taka seg tvey mál inn á
KÍF, so støðan í hálvleik-
inum var 14-12 til KÍF.
Tað vóru serliga Dorica
Tomic og Regin Petersen,
sum í fyrra hálvleiki gingu
undan at gera mál fyri KÍF,
og hóast teir á heimaliðnum
royndu sítt ítarsta, so vóru
teir við undirlutan fyrsta
hálva tíman.
Gongdin vendi
Leiðslan hjá KÍF helt sær
fimm minuttir inn í seinna
hálvleik. StÍF fekk nøkur
tøtt mál, og tá støðan var
18-16 til StÍF, vóru tað
gestirnir, sum kendu seg
noyddar at halda time-out.
Hóast teir vóru ídnir, tá
teir fóru aftur at spæla, so
hevði heimaliðið nú sett
seg á dystin, og KÍF kláraði
ikki at venda gongdini
aftur. Kollfirðingar hingu
uppi í StÍF, men strandingar
øktu spakuliga um leiðsl-
una.
Sveinur Justinussen var
tryggur, tá hann í fimm
førum varð settur at skjóta
brotskast.
Brotskøstini
vóru dømd, eftir at koll-
firðingar vóru í so ídnir í
verjuspælinum, tá strand-
ingar byrjaðu at finna
holini og spæla seg til
opnar kjansir.
Dysturin endaði við 30-
26 til StÍF, og tað vóru teir
á heimaliðnum væl nøgdir
við. Teir høvdu verið aftan
fyri í 35 minuttir, men so
vendu teir gongdini og
kláraðu at vinna ein fýra-
máls sigur, tá samanum-
kom.
KÍF vísti ágrýtni og gott
spæl í fyrra hálvleiki, men í
seinna hálvleiki kláraðu teir
ikki at seta neyðugu forð-
ingarnar fyri StÍF, sum 18
av sínum 30 málum seinna
hálva tíman.
Dysturin í tølum:
StÍF-KÍF 30-26 (12-14)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 8
(5), André Danielsen 6,
Costin
Domistrescu
5,
Artur Johansen 3, Jón Ras-
mussen 3, Marius Joensen
3, Alexander Johansen 2
KÍF: Durica Tomic 9 (1),
Petur Martin Poulsen 4,
Regin Petersen 4, Iljan
Topic 3, Jákup Dam 2,
Petur Martin Johansen 1,
Kristian Madsen 1, Vagnur
Johannesen 1, Finn Heri
Johannesen 1
Brotskøst: StÍF 5, KÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, KÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum og Uni Wardum
StÍF-KÍF 30-26 (12-14):
KÍF dragnaði í seinna hálvleiki
Alt rapaði hjá StÍF í
seinna hálvleiki, tá
vágskvinnur rættiliga
settu ferð á og skutu
mál í hópatali
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Tað var seinasta partin av
dystinum, at vágskvinnur
fullkomiliga runnu StÍF um
koll.
Uppflytararnir
av
Strondum og Skála høvdu
ikki orku til at fylgja við
sterka VB-liðnum seinna
hálva tíman.
Í fyrra hálvleiki var lítil
munur millum liðini. VB
var fyri tað mesta á odda,
men StÍF hekk alla tíðina í
teimum. Onkra løtu var VB
framman fyri við tveimum
málum, men so togaði StÍF
seg innaftur.
Tað var ikki fyrr enn
seinasta minuttin í fyrra
hálvleiki, at VB økti leiðsl-
una hjá sær upp í trý mál. Í
fyrra hálvleiki - sum í
seinna - var tað serliga
Gabriella
Fekete,
sum
skaraði fram úr hjá VB.
Hon skoraði 16 ferðir í
hesum dystinum, og tað
tóktist, sum tað var full-
komiliga vónleyst at steðga
henni. Hon loyvdi sær
enntá at brenna tvey brots-
køst.
Gabriella gjørdi nógv
góð mál, og hon var ein
støðug hóttan gjøgnum
dystin. Hon kann fara at
gerast ein veruligur jokari
hjá VB, sum við øðrum
evnaríkum spælarum á
liðnum, ætlar at bjóða VÍF
og hinum av í gullstríðnum.
Stórur munur
Munurin millum VB og
StÍF øktist so líðandi í
seinna hálvleiki. Heima-
liðið hevði tað truplari,
meðan útiliðið var alt meira
ágangandi, so hvørt sum
orkan fór at ganga undan
hjá vertunum.
Miðskeiðis
í
seinna
hálvleiki rapaði alt hjá StÍF.
VB skoraði sjey mál eftir
fáum minuttum, meðan eitt
lamsligið heimaliðið einki
mál fekk hesa løtuna. Tað
skapti grundarlagið fyri
stóra sigrinum, og hóast
StÍF í hesi svørtu løtu
royndi at taka time-out fyri
at savna tropparnar aftur, so
eydnaðist tað ikki.
Seinastu 18 minuttirnar
av dystinum gjørdi StÍF
fýra
mál,
meðan
VB
skoraði 13 ferðir. Tað var
serliga Gabriella Fekete,
sum gjørdi um seg, men
pláss var eisini hjá Reginu
Rado og Gurið Mortensen
at gera fýra mál í part.
Eftir fyrstu fýra dystirnar
hava uppflytararnir í StÍF
framvegis fyrsta stigið til
góðar, meðan VB hevur
vunnið tveir av sínum
fyrstu trimum dystum.
Dysturin í tølum:
StÍF-VB 20-31 (10-13)
Málskjúttar:
StÍF: Ileana Manulescu 7,
Sunfríð B. Jacobsen 7,
Anna Berg Danielsen 3,
Poula Olsen 2, Birna Mikk-
elsen 1
VB: Gabriella Fekete 16,
Regina Rado 4, Gurið
Mortensen 4, Durita Rouch
2, Sólrun Krosslá 2, Jensia
Petersen
2,
Margret
Augustinussen 1
Brotskøst: StÍF 7, VB 4
Útvísingar: StÍF 0, VB 2
Dómarar úr NSÍ: Trygvi
Mortensen og Kári Hansen
StÍF-VB 20-31 (10-13):
VB rann frá StÍF
Sunnudagin struku
skotini hjá henni 13
ferðir í málið, og í
fyrstu trimum
dystunum í ár hevur
Simona Dzuigyte
skorað 40 mál.
Stjørnan hevur
vunnið sínar fyrstu
tríggjar dystir
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Litaviski stórskjúttin hjá
Stjørnuni
hevur
fingið
flúgvandi byrjan í nýggja
kappingarárinum.
Eftir
tríggjar dystir hevur hon 40
ferðir sent leðurkúluna í
kassan í fyrstu dystunum í
ár, og tað er bara Asta
Petrauskiene hjá Sóljuni,
sum klárar at fylgja við
Stjørnukvinnuni.
Sunnudagin hevði Si-
mona aftur týðandi leiklut,
tá fyrrverandi liðfelagarnir
hjá henni í Sóljuni vóru á
vitjan í Klaksvík. Stjørnan
vann við 12 málum, og tað
var ikki misvísandi fyri
leikgongdina.
Stjørnan hevur fult stiga-
tal eftir fyrstu tríggjar dyst-
irnar í ár, og kvinnurnar úr
Klaksvík hava sett Kyndil,
Neistan og Sóljuna dyggi-
liga upp á pláss í teimum
fyrstu dystunum.
Stjørnan streyk avstað
Sóljan legði best fyri í
dystinum í Klaksvík sunnu-
dagin, men sum fráleið
gjørdist tað púra greitt, at
heimaliðið fór at vera
omaná.
Sóljan var fyrstu 10 mi-
nuttirnar á odda fleiri
ferðir, men eftir tað steyk
Stjørnan avstað. Sóljan
kom ongantíð aftur í nánd
av Stjørnuni aftur, og tá
dysturin var av, var úrslitið
34-22 til Stjørnuna.
Stjørnuspælið var til tíðir
gott. Við hvørt spældu tær
nógv upp á tvørs framman
fyri vágaverjuna fyri at
finna hol, men serliga var
kvika kontraspælið lemj-
andi fyri gestirnar.
Sóljan javnaði til 5-5, tá 9
minuttir vóru spældir, men
so skoraðu tær ikki í 10
minuttir. Hesar minuttirnar
fekk Stjørnan seks mál, og
tað var hesa løtuna, at
grundarlag var lagt undir
trygga sigurin.
Andrijana Milodanovic
var neyv, tá hon í fyrra
hálvleiki fekk møguleikar
av høgra vongi, og hon
skoraði øll síni sjey í fyrra
hálva tímanum.
Stundum statistar
Hjá Sóljuni vóru tað serliga
Asta Petrauskiene og vong-
spælarin Herta Simonsen,
sum vóru vandamiklar. Tær
skutu mál gjøgnum allan
dystin, og samanlagt stóðu
tær fyri 14 av teimum 22
málunum hjá Sóljuni.
Við hvørt glógvaði álops-
spælið hjá Sóljuni, men tað
var bara í løtum, at áskoð-
ararnir fingu varhugan av,
at Sóljan kundi tagað
Stjørnuverjuna sundur.
Í seinna hálvleiki kláraðu
tær stundum at lirka seg
ígjøgnum
verjuna
hjá
klaksvíkskvinnum, og tær
fingu bara eitt mál minni
enn heimaliðið fekk seinna
hálva tíman.
Tað var tí serliga seinna
hálva av fyrra hálvleiki,
sum royndist væl hjá
heimaliðnum, og hesa løt-
una vóru gestirnir stundum
hjálparleysir
statistar
í
kvikum og hugflogsríkum
spæli hjá Stjørnuni.
Gott kontraspæl
Styrkin hjá Stjørnuni hesa-
ferð var skjóta kontra-
spælið, sum skapti nógvar
møguleikar - nógv fleiri
enn tað sást aftur í talinum
av málum. Og so var Si-
mona Dziugyte ein støðug
hóttan við síni stóru skot-
styrki og ágangandi spæli.
Dugnaligi strikuspælarin
hjá Stjørnuni, Una Olsen,
var lítið við í hesum
dystinum. Tað eydnaðist
ongantíð at spæla hann
leysa, soleiðis sum tað var
gjørt nógv av í dystinum
ímóti Neistanum seinast. Í
seinna hálvleiki sat hon
meginpartin av tíðini á
beinkinum.
Málverjin hjá Sóljuni,
Kristina Griksaite, hevði
onkrar góðar bjargingar, og
hon forðaði stundum fyri,
at Stjørnuspælarar í góðum
støðum fingu málini, sum
tær ætlaðu sær.
Samanumtikið ein sann-
førandi sigur til Stjørnuna,
sum í næsta dysti sínum
rættiliga sleppur at royna
seg. Tá er tað sterka før-
oyameistaraliðið úr Vest-
manna, sum er mótstandari,
og tá krevst nógv meira fyri
at vinna, enn tað gjørdist
hendan Sóljusunnudagin.
Dysturin í tølum:
Stjørnan-Sóljan 34-22
(19-8)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziugyte
13 (1), Anna Kristina Sam-
son 7, Andrijana Milodano-
vic 7 (1), Joan Midjord
Joensen 4, Beinta Klakk-
stein 2, Birgit Ryan 1.
Sóljan: Asta Petrauskiene
8, Herta Simonsen 7, Sólja
Jóanisdóttir 3, Heidi Ha-
raldsen 2, Johanna í Horni
1, Heidi Maria Akselsen 1.
Brotskøst: Stjørnan 4,
Sóljan 5
Útvísingar: Stjørnan 5,
Sóljan 2
Dómarar úr StÍF: Poli Han-
sen og Jústines Justinussen.
Leiddu dystin uttan hóva-
sták.
Stjørnan-Sóljan 34-22 (19-8):
Simona skjýtur alt niður
23
22
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Eftir tvey umfør er
líkt til at bert klaks-
víkingar kunnu hótta
vestmenningar.
Havnarmenn skuff-
aðu enn einaferð
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Eins og í fjør hava føroya-
meistarnir seinastu tvey úr
Havnini lagt sera varliga út.
Tá komu teir sterkt aftur
eftirsum hini toppliðini
lógu stutt framanfyri í fyrru
helvt. Í ár tykist støðan
heldur broytt, tí vestmenn-
ingar strúka einsamallir
saman við klaksvíkingar
avstað ímóti FM-tindinum.
Havnarmenn leiktu ó-
væntað bert ein 2-2 javn-
leik ímóti veikasta liðnum í
fremstu deildini tá rating
viðvíkur, nevnliga koll-
firðingum.
Unglingarnir
Eyðálvur Johannesen og
Martin Poulsen hittust á
fyrsta borði, og sjálvt um
Eyðálvur (1640 rating)
hevur havt tvey sabbat ár
frá talvi, eydnaðist honum
at vinna á Martini. Eitt flott
úrslit hjá kollfirðinginum.
Olaf Berg vann sum
væntað á Karl L. Johanne-
sen eins og Herluf Hansen
vann á Alvin Joensen. Á
fjórða borði vann tann ungi
Árant Djurhuus sensatio-
nelt á Andrias Ziska, sum
hevur havt eina óhepna
kappingarbyrjan á fjórða
borði.
Ætla
havnarmenn
at
stríðast um fyrsta plássið
aftur í ár, er als ikki ráð at
missa tílík stig sum teir
gjørdu í vikukiftinum í
Kollafirði.
Í næstu viku frætta vit
nærri frá kollfirðinginum
Hans Kristian Simonsen,
sum júst nú er í Spania til
HM fyri ungdómar.
Halda fast um endan
Helst ætlaðu klaksvíkingar
at fáa fult hús ímóti HT 2 -
næstbesta havnarliðið í 1.
deild - í vikuskiftinum. Tað
varð um reppið at málið
eydnaðist, men Jógvan Næs
úr Havn forðaði fyri hesum
á fjórða borði. Hann vann
eitt drúgvt talv á Peturi
Hans Poulsen. Hesin seinni
kom í øgiliga tíðarneyð og
varð tað orsøkin at hann
mátti leggja kongin.
Á fyrsta borði varð tað
hinvegin
havnarmaðurin
Jóhan Gaard sum kom í
svára tíðarneyð, og hetta
útnyttaði Ólavur Simonsen
til fulnar. Ólavur fór til
Íslands í gjár, har hann í
døgunum 23. okt — 02.
nov. luttekur í sera sterkari
opnari kapping í Reykjavík.
Rani Nolsøe vann sítt
fyrsta talv á Finnbjørn
Zachariassen í seinastu
viku og í Klaksvík sat
Johan E. Hansen yvir av
honum. Johan hevur væl
lægri styrkistal, men hóast
hetta fekk hann hampiliga
støðu í miðspælinum. Rani
lat tó ikki havnarmannin
koma framat, og tá Johan
seinni offraði skeivt var
Rani skjótur og vann sítt
annað talv í ár.
Tummas M. Anthonius-
sen hevur eisini fult stigatal
eftir hann vann á Poul
Poulsen. Talvið var javnt og
vardi leingi har klaksvík-
ingurin Tummas Martin
loksins dróg longra stráðið
tá hann í tíðarneyðini vann
materiali.
Ein tryggur 3-1 sigur til
klaksvíkingar, sum sjálv-
andi vónaðu at hvalvíking-
ar fóru at basa vestmenn-
ingum. So skuldi ikki
verða.
Vælnøgdir
vestmenningar
Við tí í huganum at KTF
hittu HT 2 máttu vest-
menningar helst vinna sín
dyst ímóti hvalvíkingum.
Vestmenningar
stríddust
eisini sum úlvar í skóg og
vunnu - eins klaksvíkingar
— 3-1. Eyðkenni hjá
vestmenningum hevur altíð
verið at stríðast til síðsta
leik, og júst hetta gav
teimum sigurin.
IM John Rødgaard vann
eitt langt talv á Martin
Brekká á fyrsta borði við
svarta fólkinum. Tað var
annars eitt javnt talv, men í
tíðarneyðini hjá John misti
Martin finnu, og tá tíðar-
neyðin var av, vann John
eitt gott endatalv, sum als
ikki var lættliga vunnið.
Torbjørn Thomsen telv-
aði væl ímóti Finnbjørn
Zachariassen. Eisini kom
hann í tíðarneyð, men
spældi hóast hetta sínir
møguleikar til fulnar og
vann loksins eitt drúgvt
talv.
Á triðja borði varð talvið
millum John Jacobsen og
Sámal Christiansen javnt
allatíðina og teir samdust tí
um javnleik. Á fjórða borði
vardi Gunnar Joensen úr
Hvalvík væl svørtu borgina
ímóti Jón Mikkelsen, og
samdust teir eisini um
javnleik.
Í Vestmanna er lagið gott
og vónirnar sera góðar. Teir
hitta HT 2 næsta umfar,
sum verður leikt 4. no-
vember, meðan KTF skal
til Havnar ímóti meistara-
liðnum.
Støðan:
VT
7 stig
KTF
6
HT
4,5
HT2
2,5
KT
2
TFS
2
04. nov hittast:
HT 2 - VT
TFS - KT
HT - KTF
2. deild
Runavíkingar vunnu heili
4-0 á klaksvíkingum í viku-
skiftinum og tá sandavágs-
menn bert megnaðu ein
2,5-1,5 sigur á vestmenn-
ingum, liggja hesi bæði lið
jøvn á odda í aðru deild.
Hjá vestmenningum fekk
Kári Durhuus ein flottam
javnleik
ímóti
Torkil
Nielsen.
Toftamenn liggja bert eitt
stig aftanfyri runavíkingum
og vestmenningum, eftir
teirra
3,5-0,5
sigur
á
gøtumonnum. Jens Kristian
Hansen var aftur at síggja á
toftaliðnum og vann hann
eisini sítt talv á John
Joensen. Kappingin um
fyrsta pláss og atgongd til
fyrstu deild kemur uttan iva
at standa ímillum tofta-
menn, sandavágsmenn og
runavíkingar.
Í 3. deild vóru bara tveir
dystir leiktir. HT4 - KT2
varð útsettur. Í Vestmanna
vann liðið úr Oyrarbakka
tepurt á vestmenningum,
meðan oddaliðið úr Havn-
ini, HT3, og sandavágs-
menn óvæntað leiktu 2-2.
FM í útisetu
Ikki bert heima á klettunum
liggja klaksvíkingar væl
fyri, men sanniliga eisini í
kappingini at finna úti-
setaføroyameistaran
í
føroyska talvfelagnum í
Keypmannahavn.
Heini
Olsen og Finnbjørn Vang
hava báðir fult stigartal, trý
av trimum. Terji Petersen
hevur tvey stig meðan Carl
Eli N. Samuelsen, Pól
Martin Hansen og Regin
Reinert hava eitt stig. Ian
Leyni og Dannie Nielsen
hava einki stig, men hava
teir eitt útsett talv liggjandi.
Sjey umfør skulu telvast.
Øgiligur endaspurtur
Í seinastu talvgrein lósu vit
um ringu byrjanina hjá
Flóvin Tór Næs í Hoo-
geeven
kappingini
í
Hollandi. Flóvin hevði tá
einki
stig
av
trimum
møguligum. Hann vann
síðani tvey tey næstu
talvini. Tá hann í sætta
umfari aftur tapti, var tað
neyvan nakar sum væntaði
at Flóvin fór at bjarga
kappingini. Bert trý umfør
restaðu í.
Í sjeynda umfarinum
vann hann á einum 2163
mótstøðumanni og tá hann í
nógv verri støðu vann á
einum altjóða meistara í
áttanda umfarinum, kundi
hann við at vinna seinasta
talvið — eisini altjóða
meistari - bjarga kapp-
ingini somikið at hann
eisini fekk nøkur ratingstig
við heimaftur í lumman.
Bert sekstan leikir hevði
Flóvin flutt í seinasta
talvinum tá russiski altjóða
meistarin legði kongin.
Flóvin offraði djarvt í
hesum talvi, og tá mót-
støðumaðurin ikki leikti
røttu leikirnar vann Flóvin
lættliga. Um tað er føroyskt
met hjá Flóvini, at bert nýta
sekstan leikir at vinna á
altjóða meistara, er ringt at
siga, men vælhugsandi.
Talvið er við í blaðnum í
dag.
Fimm stig ognaði Flóvin
sær, meðan vinnarin GM
Mikhail Gurevich fekk sjey
stig.
Bert sekstan leikir — møguliga føroyskt
met — og mótstøðumaður Flóvins legði
kongin.
IM Mikhail Archangelsky - Flóvin Tór Næs
Essent Open Hoogeveen (9), 20.10.2001
1.e4 e5 2.Bc4 Rif6 3.d3 c6 4.Bb3 a5 5.a3 a4 6.Ba2
d5 7.Rif3 Bg4 8.h3 Bh5 9.exd5 Bc5 (Aktivt spæl frá
Flóvin) 10.0-0 cxd5 11.g4 Rixg4 (Besti kjansur,
sjálvt um offrið er ivasamt. Bg6 12.Rixe5 og helst
tapta støðu) 12.hxg4 Bxg4 13.Fe1?? (avgerandi
feilur. 13.Ric3 ella Re1 hevði givið áhugavert talv.
Flóvin hevur tá møguliga Ra6 við álopspæli, men
hvítur hevur tó kanska bestu møguleikar) Bxf3
14.Fxe5+ Kf8 15.Ff5 Ra6! (nú er talvið avgjørt)
16.Bg5 (16.Fxf3 missur frúgv eftir Rg6+) Rg6!
0-1
Talvið hesa vikuna
Vestmenningar halda kósina
1. Deild
KTF
HT 2
3-1
Ólavur Simonsen (2235)
Jóhan Gaard (1835)
1-0
Rani Nolsøe (2185)
Jóhan E. Hansen (1730)
1-0
Tummas M.
Antoniussen (1965)
Poul Poulsen (1720)
1-0
Petur H. Poulsen (1795)
Jógvan Næs (1715)
0-1
VT
TFS
3-1
IM John Rødgaard (2315) Martin Brekká (2070)
1-0
Torbjørn Thomsen (2210) Finnbjørn Zachariasen (2050)
1-0
John Jacobsen (1910)
Sámal Christiansen (1850)
0,5-0,5
Jón Mikkelsen (1655)
Gunnar Joensen (1790)
0,5-0,5
KT
HT
2-2
Eyðálvur Johannesen (1640) Martin Poulsen (2085)
1-0
Karl L. Johansen (1680)
Olaf Berg (2040)
0-1
Alvin Joensen (1640)
Herluf Hansen (2035)
0-1
Árant Djurhuus (1175)
Andrias Ziska (1955)
1-0
Støðan eftir 2. umfar
1. VT, Vestmanna
2-0-0
07,0
2. KTF, Klaksvík
2-0-0
06,0
3. HT, Tórshavn
1-1-0
04,5
4. HT 2, Tórshavn
0-0-2
02,5
5. KT, Kollafjørður
0-1-1
02,0
6. TFS, Hvalvík
0-0-2
02,0
2. Deild
KTF 2
RT
0-4
Óli Joensen (1655)
Bjarki Ziska (1805)
0-1
Vagn Heldarskarð (1605) Rúni Jacobsen (1725)
0-1
Jan Simonsen (1315)
Brandur K. Jacobsen (1665)
0-1
Ebbe Petersen (1215)
Eyðun Lamhauge (1625)
0-1
GT
TT
0,5-3,5
John Joensen (1750)
Jens Kristian Hansen (2165)
0-1
Jákup F. Joensen (1715)
Helgi Joensen (1740)
0,5-0,5
Reinhold Isaksen (1710)
Wensil Højgaard (1730)
0-1
Heri Thomsen (1375)
Justines Hansen (1650)
0-1
ST
VT 2
2,5-1,5
Torkil Nielsen (2080)
Kári Durhuus (1755)
0,5-0,5
Bernhard
Augustinussen (1835)
Jákup á R. Andreasen (1655)
1-0
Sonni Nielsen (1745)
Jóan Pauli Johannesen (1465)
0-1
Heri Christoffersen (1600) Ingolf Debes (1220)
1-0
Støðan eftir 2. umfar
1. ST, Sandavágur
2-0-0
06,0
2. RT, Runavík
1-1-0
06,0
3. TT, Toftir
2-0-0
-15,0
4. VT 2, Vestmanna
0-1-1
03,5
5. KTF 2, Klaksvík
0-0-2
01,5
6. GT, Gøta
0-0-2
01,0
3. Deild
VT 3
Rókur
1,5-2,5
Jákup Durhuus (1620)
Ernst M. Hansen
1-0
Rógvi Hansen (1075)
Petur Sumberg (1635)
0,5-0,5
Bárður Joensen
Árni M. Dam
0-1
Fróði Skúvadal
Bergur Johannesen (1355)
0-1
HT 3
ST 2
2-2
HT 4
KT 2
Útsettur
Liðkappingin 2001/2002 - 2. umfar
C
M
Y
K
22