Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 23. oktober 2001 21 Vestmenningar settu eina stóra striku undir, at tað so ikki verður úr Kyndli, at nøkur hóttan um gullmerki fer at koma, men enn er tó dekan ov tíðliga at spáa um veruligu styrkina hjá føroyameistarunum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað varð sagt undan dystin- um ímillum Kyndil og VÍF, at klassikarin í førloyskum manshondbólti ikki longur er tað, sum hann onkun tíð hevur verið. Fyri fáum árum síðani var hesin dysturin aloftast tann, sum hevði størstan týdningin fyri plaseringina av FM- heitinum, men soleiðis er tó ikki longur. Spennandi í 20 minuttir Ein klassikari er tó ein klassikari, og hóast øll mundu rokna við einum gulum sigri hesaferð, so var høllin á Hálsi mest sum fullsett, tá farið var í holt við mansdystin. Fyrstu løtuna sá eisini út til, at mongu áskoðararir skuldu fáa nakað av spenningi fyri atgongu- merkini. VÍF var kanska liðið, sum byrjaði betri, men tó at gestirnir tóktust hava betri glið í spælinum, so megn- aðu teir ikki at draga frá Kyndli, sum í einum sera væl uppløgdum Jónleif Sólsker alla tíðina fekk hildið fast um málskjóting- ina. Tað lá tó alla tíðina í luftini, at um annað liðið skuldi draga frá, so fór hetta at vera VÍF. Teir tóktust fyrst og frems at nýta nógv færri kreftir enn Kyndil hesa fyrstu løtuna, og harafturat bar bonkurin greið boð um, at skuldi útskiftingar gerast, so fingu vestmenningar snøgt sagt gjørt hetta uttan at gera liðið veikari, meðan hópur- in hjá Kyndli hinvegin tykist rættiliga tunnur. Ikki minst tá ein somikið týdn- ingarmikil leikari sum Janus Einar Sørensen fram- vegis sat skaddur uttanfyri. Seinastu løtuna undan steðginum gav hetta eisini at bíta, tá Vestmenningar spakuliga togaðu seg burtur frá Kyndli, og hóast tað framvegis vóru 30 minuttir eftir at leika, so hevði tú varhugan av, at dysturin mest sum var avgjørdur. Johan stóð stinnur Í seinna hálvleiki syrgdu gestirnir eisini fyri, at talan ongan tíð aftur gjørdist um veruligan spenning. Teir spentu seg kanska ikki so øgilga nógv út, men hin- vegin helt verjan alla tíðina stutt tjóður í mótstøðuni, og tá kyndilsvenjarin nú eisini mátti steðga úti á beinkin- um fleiri ferðir við eini eymari øksl, gekst illa at skjóta málini, sum skuldu til, um nøkur vón skuldi vera fyri at halda fast í gestunum. Í løtum var tað enn tá soleiðis, at VÍF veruliga hótti við at geva Kyndli eitt rættuligt sorl, og tað var sum so bara ein orsøk til, at hetta ikki eydnaðist. Johan Danielsen, sum annars hevur verið skaddur higar til í vetur, var við í kyndilshópinum hesa ferð, og tá Lars Black týðiliga var darvaður av sjúkralegu sínari, var tað Johan, sum stóð í málinum størsta partin av dystinum, og hetta gjørdi hann eisini framúr væl. Ikki minst mundi Sámal Joensen iðra seg um, at talan ikki gjørdist um fleiri mál, tí hóast stóri vest- menningurin gjørdist toppskjútti við 11 málum, so hevði hann møguleikar til heilt nógv afturat, men sum sagt, so forðaði Johan fyri hesum. Hava talentið Sum sagt, so var tað í seinna hálvleiki ikki tann stóri spenningurin um, hvønn veg dysturin skuldi koppa, men hóast Kyndil við hesum fekk staðfest, at teir neyvan gera seg gald- andi í oddinum í ár, so hevur liðið higartil prógv- að, at teir heldur ikki vera nakrir sjálvsagdir stiggev- arar til oddaliðini. Evnaríkir leikarar hava ongan tíð verið ein mangul- vøra hjá felagnum, og tað er einki at ivast í, at um felagið megnar at halda fast um verandi leikarahópin, so er einki at ivast í, at teir eisini í framtíðni fara at hava eitt orð at siga í føroyska hondbóltsodd- inum. Í løtuni er stóri trupul- leikin tó, at liðnum tørvar royndirnar, sum skulu til, um tú skalt gera teg galdandi, men hesar kunnu so bara koma á tann hátt, at leikararnir sleppa at spæla dystir. Har afturat hava skaðar gjørt seg galdandi, men hesir halda neyvan á fram í allar ævir, og við einum fullmannaðum hópi og kanska onkrum afturat, fer Kyndil heilt víst at skapa ónáðir fyri okkurt av teimum liðum, sum hava ætlanir um at vera í oddinum. Ógreið støða Viðvíkjandi vónini um heiðursmerkir, so er støðan eitt sindur øðrvísi í Vest- manna. Hvørki leikarar ella áskoðarar lata seg vanliga lynda við nøkrum minni enn gullmerkjunum, og so- leiðis tykist eisini vera í ár. Bulurin á liðnum er eisini á leið hin sami, sum í fjør vann fullmerkini í eina- ráðani stíli, so í so máta er einki at ivast í, at liðið aftur í ár er fremsta evnið til oddasessin,. Higar til hava teir tó ikki havt so øgiligan tørv á at vísa styrki sína, men dystirnir hava tó borið prógv um, at standurin er so hampuliga góður. Undan kappingini varð tó roknað við, at missurin av teimum báðum kviku vong- spælarunum, Martin Hummland og John Zachariassen, kundi gerast stórur, men hvørki KÍF, StÍF ella Kyndil hava higar til megnað at sett ljós á hendan veikleikan. Tað er nú heldur ikki vist, at talan er um nakran veikleika, tí við Haraldi Bjørgvin og Johnny Joensen hevur VÍF framvegis sera gott fólk á vongsessunum. Enn hava teir tó ikki roynt seg móti teimum liðum, sum í ár hava eins stórar ætlanir sum vestmenningar um at gera seg galdandi, so ivleyst verður spennandi at vita, hvussu leikur fer næstu vikurnar hjá vestmenning- unum. Eftir at teir fyrst skulu taka ímóti Tjaldri, verða teir báðir næstu dystirnir móti Neistanum og H71, og eftir hesar ber helst betri til at gera eina meting av, hvørt VÍF aftur í ár skal sópa alla mótstøðu til viks, ella um leikararnir nú veruliga skulu spenna seg út, um gullmerkini skulu endurvinnast. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Jónleif Sólsker 8(3), Høgni Klein 3(1), Hanus Kúrberg 2, Josef Abrahamsen 2, Leif Mikk- elsen 2, Ragnar Simonsen 2, Regin Johannesen 2, Pætur Dahl 1 VÍF: Sámal Joensen 11(3), Ingi Olsen 7(1), Áki Olsen 4, Petur Fram Joensen 3, Agnar Joensen 2, Johnny Joensen 2, Rógvi Nielsen 1, Ragnar Zachariasen 1 Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 6 Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 2 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Krist- ian Johansen. Høvdu ikki stórvegis trupulleikar av dystinum, sum hinvegin heldur ikki var so øgiliga hart spældur, sum slíkar uppgerðir ofta plaga at verða. Kyndil-VÍF 23-31 (11-15): Stinnir vestmenningar Hóast hvørki Áki Olsen ella VÍF tykast verið komin heilt upp á meistarastøðið, so hevur liðið vunnið sannførandi tríggjar teir fyrstu dystirnar á árinum Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 204 - 23. oktober 2001 Í fyrra hálvleiki var lítið, sum bendi á, at Kyndil og VÍF helst fara at stríðast í hvør sínum enda av stigatalvuni HONDBÓLTUR Jákup Mørk Kanska høvdu kvinnurnar úr Vestmanna undirmett Kyndil, tá tær sunnudagin ferðaðust til Havnar. Flestu áskoðararnir í høllini høvdu ivaleyst roknað við, at meistararnir fóru at vinda burtur úr teimum grønu, sum als ikki hava verið sannførandi í ár, men eftir fyrsta hálva tíman var tó lítið, sum bendi á, at so skuldi verða. Kyndil hekk í Tað gekk nevnliga sera javnt fyri seg allan fyrra hálvleik, og tað vóru ongan tíð meira enn tvey mál á muni ímillum partarnar báðar. Ein av orsøkunum var heilt greitt, at tað gekst sera striltið hjá VÍF at fáa veruliga ferð á spælið. Nicoleta Radu og Sóley Mikkelsen byrjaðu báðar dystin á beinkinum, og tað undirstrikar kanska týdn- ingin, sum tær hava, at ferðin ikki kom upp á nakað serligt. Tað tóktist tó eisini, sum um VÍF liðið ikki var serliga uppsett til dystin. Í verjuni væntaði vanliga nærlagnið, sum hevur eyðkent liðið, og hetta hevði so aftur tvær óhepnar avleiðingar. Arbeiðsum- støðurnar hjá Hallfríði í málinum gjørdust óvanliga torførar, og tá hon so heldur ikki hevði ein av sínum bestu døgum viðførdi hetta aftur, at vanliga kontra- spælið als ikki fekst at rigga. Tá alt hetta er sagt, so skal tó eisini leggjast afturat, at kyndilskvinn- urnar veruliga stríddust fyri sínari sak. Í verjuni nýttu tær alla orku til at halda skjúttunum hjá VÍF burtur, og hóast hetta kostaði nakrar útvísingar (eina ferð tríggjar í senn), so gav hetta kortini úrslit uppi á máltalvuni. Ikki minst eftir at Marita Hermansen kom í málið, har hon hevði fleiri góðar bjargingar, áðrenn hon brádliga beklaði og noyddist útaftur. Settu ferð á Helst hava venjararnir hjá VÍF tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum, tí fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sást aftur, at nú var tað eitt meistaralið, sum var á vøllinum. Manuela Stan, sum ann- ars stríðist við bruna í hælsinuni var nú komin í málið, og tá verjan sam- stundis riggaði, sum hon skuldi, kundi VÍF av álvara gera sær dælt av longu og neyvu útkøstunum frá rumenanum. Fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin skeyt VÍF sjey mál á rað, og so var dyst- urin í roynd og veru av- gjørdur. Seinasta árið hava slíkar støður aloftast havt við sær hjá Kyndli, at spælið er dottið fullkomuliga saman. Seinasta dømið um hetta var móti Neistanum fyri viku síðani, har tær grønu fylgdu við í 20 minuttir fyri síðani at verða avbukaðar. Hesa ferð góvu tær tó ongan tíð skarvin yvir, hóast støðan satt at siga var vónleys seinastu 20 mi- nuttirnar. Um ikki annað fyri at bjarga æruni, so royndu tær allan dystin á tamb at stríðast, so munurin ikki skuldi gerast óneyðuga stórur. Hetta eydnaðist teimum eisini, og hóast talan at enda gjørdist um eitt greitt tap, so eigur viljin, sum liðið sýndi hesa ferð at koma teimum til góðar í komandi dystunum. Hvat kann Kyndil Hóast tað neyvan røkkur til heiðursmerki av fínasta slag, so eigur liðið hjá Kyndli at vera somikið sterkt, at teimum als ikki nýtist at koma í niður- flytingarvanda, soleiðis sum tað annars hevur sæð út til í ár. Akkurát hvussu langt Kyndil kann røkka í ár, fæst helst ein ábending um komandi vikuskifti. Tá fara tær grønu á vitjan í Vági, har heimaliðið tykist hava stórar ætlanir fyri kapping- arárið. Tað hava tær úr Vest- manna eisini, og hóast avrikið langt ífrá var sann- førandi hesaferð, so prógv- aðu tær í løtum, at tær væl eru førar fyri at trýsta á speedaran, tá tørvur er tí. Eina aðra ferð er helst neyðugt at leingja um løturnar, har hetta verður gjørt, men úrslitini seinasta góða árið tala sína sjálv- sagdu rødd um, at VÍF aftur í ár er heitasti kandidaturin til at vinna FM-heitið. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 10(6), Annika Ljósstein 4, Palma PEtersen 4, Ann Hansen 2, Anja Johannesen 2, Marjun Tróndarson 1, Laila Jespersen 1 VÍF: Ioana Rápa 9(3), Sóley Mikkelsen 5(1), Jórun Ludvig 5, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða Marjunardóttir 3, Jacklin Durhuus 3, Nicoleta Radu 3, Alis ´Høghamar 1 Brotskøst: Kyndil 6, VÍF 4 Útvísingar: Kyndil 9, VÍF 3 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Hjalmar Petersen. Løgdu út við einari harðari linju, og hildu sum so hesa ígjøg- num allan dystin. Runavíkingur skal loysa Helga og Óla av í álopinum hjá GÍ FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Súni Fríði Johannesen skal næstu tvey árini spæla við GÍ. Hesum boðar GÍ frá umvegis heimasíðu sína. Súni Fríði Johannesen spældi í fjør í B68, men áður hevur hann eisini spælt við HB og NSÍ, har hann er uppvaksin. GÍ hevur mist topp- skjúttan, Helga L. Peter- sen, og Óla Hansen til NSÍ, har teir báðir eisini hava havt sín fótbólts- liga uppvøkstur. Tí hevur felagið verið úti eftir nýggjum álops- spælara, og nú er líkt til, at Súni Fríði Johanne- sen og Krzystof Pop- zynski skulu manna fremstu røð hjá silvur- vinnarunum. Kyndil-VÍF 24-33 (15-15): Kyndil gjørdi mótstøðu Súni Fríði til GÍ Komandi árið fer Súni Fríði Johannesen at vera í álopinum hjá silvurvinnarunum úr GÍ Í verjupartinum stríddist kyndilsliðið sera væl allan dystin, og hóast hetta kostaði nakrar útvísingar, so sást stríðsviljin aftur á máltalvuni, har Kyndil allan fyrra hálvleik hevði gott tak á gestunum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20