týsdagur 23. oktober 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 204 - 23. oktober 2001
Nr. 204 - 23. oktober 2001
19
Í táminum leygar-
dagin tóku vágbingar
í nýtslu Stóra Pakk-
hús, nýggja ment-
anarhúsið, ið ætlandi
skal hýsa alskins
mentanarligum
tiltøkum. Ung og
eldri leitaðu sær í
Stóra Pakkhús
leygardagin og eisini
tiltiknu gomlu
grindabátarnir
heilsaðu húsinum
MENTAN
Dagfinn Olsen
Leygardagurin var ikki júst
hin ljósasti dagurin av
árinum. Mjørki lá tjúkkur
yvir húsatekjunum og tað
kendist, sum byrjaði dagur-
in ongantíð veruliga, áðr-
enn hann aftur tók at halla.
Men ljósar løtur eru tó,
sjálvt á myrkastu døgum.
Ein av hesum ljósu løtum
var leygardagin, tá Stóra
Pakkhús í Vági lat upp fyri
almenninginum og nógv
fólk leitaði sær at síggja
stásiligu húsini. Húsini , ið
standa við Garðabrúnna.
Eitt øki, ið hevur verið
karmur um kanska mesta
virksemi í landinum. Eitt
øki, ið hevur sæð myrkari
tíðir og vónloysi. Eitt øki,
ið aftur er vorðið miðdepil,
eftir at hava ligið í órøkt og
virkisloysi.
Nú stendur mentanin
ovast á breddanum og
húsini, ið at kalla stóðu at
detta, bera nú boð um
nýggjar tíðir. Húsini eru
sett í stand frá innast til
uttast.Gamli klædningurin
er burtur og nú angar av
nýggjum viði og nýbryggj-
aðum kaffi.
Stóra takið
Og eingin ivi er um, at tað
er eitt megnar tak, ið
vágbingar hava tikið, nú
Mentanarhús dagar fram úr mjørka
nýggju
mentanrhúsini,
Stóra Pakkhús, lata dyrnar
upp. Og tað er stásilig sjón
at trína innar.
Hugni, og ein framskygd
eind
av
nýggjum
og
gomlum,
skapa
góðar
karmar fyri tiltøkum av
alskyns slag. Varðveitslan
av sjálvum húsinum er
mentan í sjálvum sær og
undirstrikar bæði á áhuga-
verdan og hugnaligan hátt
endamál húsins.
T.d. sæst í húsinum ein av
fyrstu ravmagnsskipanum í
søgu Føroya. Sum kunnugt
vóru suðuroyingar fyrstir at
fáa ravmagn og í Stóra
Pakkhúsi sæst gomul rav-
magnsskipan
varðveitt.
Kermikk og veirar ganga
fram við veggum og lofti.
Eisini er stuttligt og
áhugavert, at ymisk áskrift
á veggunum er varðveitt.
Partvís í samband við
ymiskt arbeiði í húsinum,
men
eisini
hava
fólk
skrivað navn sítt og árstal á
veggirnar í pakkhúsinum,
tá tey hava verið har og
arbeitt har. Kend og ókend
hava sett navn sítt á veggin
og ein fyrrverandi vara-
bispur, Ejvind Wilhelm,
hevur í tríatiárunum sett
navn sítt á veggin, eins og
so mangur annar.
Alt slag
Húsini
eru
í
trimum
hæddum. Á seglloftinum er
sjósavn
og
fundarhøli.
Savnið hevur samstarv við
Føroya Fornminnissavn.
Í
kjallaranum
verður
møguleiki at taka gomlu
grindabátarnar inn til um-
vælingar og annað. Kapp-
róðrarfólkið fer eisini at
nýta kjallaran. Har eru sett
upp brúsur og wc og
umklæðingarrúm. Alt sera
snøgt. Eisini eru vaski-
maskina og turkitrumla.
Gestir, sum koma sjó-
vegis til Vágs í t.d. seglbáti
kunnu nýta hentleikarnar.
Hetta er kent aðrastaðni,
har bátafeløg skipa fyri
slíkum. Vágur má sigast at
vera væl fyri, í mun til
aðrar bygdir, ið ofta ikki
eiga slík viðurskifti at
bjóða gestum. Umframt, at
wc, brúsa og møguleiki er
fyri klædnavaski í Stóra
Pakkhúsi, hevur hetta til-
boð eisini verið til vitjandi í
kjallaranum í bygninginum
hjá Heimavirkinum í nøkur
ár.
Í miðhæddini í Stóra
Pakkhúsi verður ivaleyst
mesta virksemi. Har er m.a.
stórur salur og køkur.
Ætlandi skulu fólk gerast
limir í Pakkhúsinum. Skip-
að verður fyri kvøldum, har
ymiskt verður til matna.
Her er samstarv við ymsar
kokkar, ið fara at matgerða.
Skipað verður fyri ymsum
hugnaløtum, t.d. við livandi
tónleiki og eisini er útgerð
keypt til filmsframvísan.
Samstarv verður við Norð-
urlandahúsið um hetta, eins
og um onnur tiltøk. Ein av
gestunum í Vági leygar-
dagin var Helga Hjørvar,
stjóri í Norðurlandahús-
inum.
Onnur hugsandi tiltøk
eru t.d. kvøld fyri fótbólts-
áhugað, fyrilestrar og fram-
sýningar.
Tað var tollaksmessudag
í 1999, at feløg tóku seg
saman um ætlanina Stóra
Pakkhús. Hesi vóru felagið
Garðabrúgv, Grindabáta-
felagið, Johanna TG 326,
Nýggjársnevndin,
Vágs
Kappróðrarfelag og Vágs
Sóknar Fornminnisfelag.
Fríggjadagin var hátíð-
arløta fyri innbodnum og
leygardagin var húsið tikið
í nýtslu og almenningurin
slapp innar. Eisini varð
skipað fyri uppboðssølu av
seyði og væl av peningi
kom inn, ið fór til ment-
anarhúsið.
Henda
heystardag
stevndi nýggja mentanar-
húsið stolt út í mjørkan á
síni nýggju ferð undir
nýggjum flaggi, nevniliga
sum skúta fyri mentan og
felagslívi. Og hóast támið
henda dag, ber hetta boð
um ljósar tíðir.
C
M
Y
K
19
18