hósdagur 9. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2009
13
Ein av mongu amerikansku
jagarapilotunum í Koreakríg
num gjørdist fleiri ár seinri
heimsgitin fyri eina ferð, sum
ongin hevði gjørt undan
honum. Um júst tvær vikur
vera tað 40 ár síðani hann segði
tey kendu orðini: “Houston, her
er Kvirrunnar Støð. Ørnin
hevur sett seg.” Og kendari eru
orðini, táið eitt menniskja á
fyrsta sinni setti fótin á Mánan,
og Neil Armstrong í hesi somu
løtu segði: “ That´s one small
step for (a) man, one giant leap
for mankind.”
Um hetta mundið búði eg
sum so mangan í óvita og
ungdómsárunum hjá mostir
míni á Tinghúsvegnum. Hetta
kvøldið, tann 21. juli 1969,
gloymi eg av góðum grundum
ongantíð. Magni, systkina barn
ið, og eg høvdu lorað okkum
oman í Vágsbotn, oman á
Bryggjubakka, har táverandi
public service rásin, og einasta
føroyska útvarpsstøðin, tá helt
til. Vit ynsktu at sita á fyrstu
parkett táið amerikanararnir
tóku Mánan.
Hóast Niels Juel var ein
strangur harri, so gjørdi hann
hetta kvøldið tað undantakið, at
hann lovaði okkum báðum inn í
studio´ið, við tí avgjørdu treyt,
at tað ikki kvøtti úr okkum
soleingi hann og Lias í Rættará
og Ívar Iversen, við tekniskari
hjálp frá Mariusi Rein og
Milson, hugsi eg, søgdu føroy
ingum frá fyrstu mannaðu
mánalendingini nakrantíð.
Jógvan sat í einum studio á
flatlondum, og greiddi bein
leiðis frá hvussu leikur fór, frá
livandi myndum, sum enn ikki
sóust í Føroyum. Hetta gloyma
føroyingar ongantíð. Hetta var
reportaga í evsta potensi, og
menn gingu uppí sína uppgávu
við lív og sál. Tíðindir frá
alskins støðum í Europu vóru
konverterað til ramligt heimligt
mál og útvarpað føroyingum.
Har var háspenningur, agi og
yvirskot í lokalinum.
Hetta var partur av entre
prenørandanum og mergjaða
huginum at skapa føroyingum
ein mentanarstovn, ein
kulturskansa, sum teir kundu
savnast um og mennast og
mentast av og við. Hetta var
tíðin fyri merglopið, táið
flogberin av álvara fór at
drekka sjógv, og endur
sendingar av endursendum
endursendingum gjørdust
skjaldramerkið. Áðrenn sálin
endaliga varð opererað úr
stovninum og flutt yvir í eitt
XLark.
Í hesum døgum hevur
reportag an fingið eina
renæssancu, sum sigur spar
tvey til alt annað. Hesaferð í
aðrari rás, sum eisini hevur sítt
tilhald í Vágsbotni. Oyggja
leikirnir í Álandi fara meiri enn
nakað annað at verða legitimi
teturin hjá Rás2 og hennara
integratión í føroysku fólka
sálina. Snúgvingardepilin, sum
flutti mørkini somikið, at hesin
lítli privati krússarin nú hevur
yvirhálað almenna flogberan
við fleiri skipslongdum. Eld
hugi, dugnaskapur og organisa
tión eru lyklaorðini, har tað ikki
er klokkan men viljin, sum
stjórna verkinum.
Í góðveðrinum alla seinastu
viku havi eg roynt at snolla
mær urtagarðin og húsini inni á
Glyvrum, og meðan sveittin
hevur likið úr hvørjari spong og
ósligið gras og óynsktur
vøkstur hevur fingið mangan
lerara, og sólin er farin læðandi
sína summarslóð av Hæddini
um Høganes og síðani norður
yvir aftur, omanfyri Kamb,
Slættafelli, Borgarfelli,
Reyðafelstind, Klóraran,
Halgafelstind, Knúk, Lokkafelli
og líka til hon stoytti í vestaru
síðu á Múlatindi, frammi á
kvøldinum, hava røddirnar á
Hera, Eyðuni, Jákupi, Hilmari
Jan og Jógvani duna úr einum
lurti í køksglugganum og einum
øðrum, ið hekk og lavaði út av
einum vindeyga í kjallaranum.
Hetta var lagið í allari bygdini.
Einasta sum minti meg á, at
Kringvarpið var til, var ein
rokning fyri lurtaragjald, sum
eg fekk 2. juli við tí áminning,
at var hon ikki goldin dagin
eftir, 3. juli, skuldi eg rokna við
einum eykagjaldi á 125 danskar
krónur. Í seinasta enda skuldi
eg rokna við eini rættarsókn.
Sigast skal, at hon varð goldin
rættstundis, hóast rásin hjá
Jonhardi & Co. var rásin hesar
dagarnar, bæði hjá mær og
øllum teimum sum eg kenni, og
helst hava hesir dagarnir við
reportagunum og føstum studio
í Mariehamn broytt mín
konservativa hugburð um, at
almenna rásin til eina og hvørja
tíð var fyrsta valið. Hálvthundr
að ára gomul siðvenja akslast
ikki av soleiðis hissini.
Rás2 var toppkvalitetur hesar
dagarnar, í allar mátar.
Reportagur og samrøður.
Smalltalk og upplýsing. Hugni
og trivnaður. Ja, í grundini
public service. Havi hug at
siga, at tað var so visuelt, sum
tað á nakran hátt kann vera,
við ongum myndum. Satsingin,
stevnan, við at spenna teir
báðar durkdrivnu og úr leikum
tiknu og so óskiljandi
detroniseraðu kringvarpararnar,
Hilmar Jan og Jógvan, fyri
vognarnar, skuldi vísa seg at
gera munin saman við egnum
stabi. Og hin ungi Tróndur
munaði væl í hesum endanum.
Fólkið fylgir røddunum, og tá
ger tað ikki støðuna verri fyri
Rás2, at júst hesir kalarnir við
fastari hond eru drignir upp í
einum eminentum málsligum
førleika, sum tíanverri er
fjarandi aðrar staðir í okkara
tíð.
Rás2 gjørdi tað, sum ongin
hevði væntað. 40 ár eftir
mannaðu mánalendingina
koyrir alt aftur við fullum blussi
í Vágsbotni. Hesaferð tóku tit
the giant leap, samtundis sum
føroyingar á fyrsta sinni settu
seg á trúnuna í oyggjaleikahøpi.
Sjálvandi hava tit mikið at
takka tykkara sponsorum fyri,
men heiðurin liggur fyrst og
fremst hjá tykkum sjálvum og
tykkara evnum til at reka eitt
Miðlahús. Sum vanligur lurtari
fái eg ikki givið tykkum annað
enn 6 av 6 stjørnum. Blíðan byr
í ókomnum døgum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Reportaga í evsta potensi
Tíðargreinin
tíðargreinin
tórbjørn jacobsen