hósdagur 9. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 129 - 9. juli 2009
Sosialurin
Atlants Kolvetni
nýtt blóð
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni hevur fingið
nýtt blóð í æðrarnar. Helvtin av nevndini er nýggj
og er ein stjóri aftrat settur í leiðsluni. Hvørt hetta
boðar frá góðum ella ikki kann bert tíðin vísa. Men
tey og teir, sum hava lagnuna hjá felagnum í sínum
hondum, fíggingarstovnar serstakliga, hava viljað
hetta so, og tí mugu vit velja at trúgva, at hetta er
tað besta, sum kann henda fyri felagið og mongu
partaeigarar tess.
Tað var eftir, at felagið kom í tungan sjógv í sam-
bandi við lækkandi oljuprísir serliga, at røringur
kom í millum íleggjarar og fíggingarstovnar.
Neyvan nakar ynskir, at hetta felagið, ið so nógvir
føroyingar hava sett sín sparipening í og sum kann
fáa stóran týdning fyri føroyskt vinnulív í framtíðini,
skal fara niður við flagginum. Felagið hevur síðani
byrjan ment ein førleika, sum ein komandi føroysk
oljuframtíð avgjørt hevur brúk fyri og er felagið
frá at vera leitifelag burturav eisini vorðið til eitt
framleiðandi oljufelag. Hetta kunnu vit øll bara
fegnast um. Nevnd, leiðsla og starvsfólk hava gjørt
sítt ítarsta til at fáa hetta at eydnast, tó at tað ikki
bara er sum at siga tað at vera partur í tí ógvusligu
og pulserandi oljuverðini.
Tíðir broytast, umstøður broytast. Hetta ger eisini,
at krøvini til førleikar og faklig innlit broytast og
er neyðugt at laga seg eftir broyttu umstøðunum.
Tað hevur so verið hildið rætt og skilagott at fáa
fakfólk á fíggjar- og oljuøkinum inn í bæði nevnd
og leiðslu.
Í Sosialinum í dag er samrøða við nýggja
nevndarformannin í Atlants Kolvetni, sum hevur
eina fíggjarliga bakgrund. Uttan iva ein skilagóð
avgerð, tí tað, sum í løtuni umræður hjá felagnum,
er at fáa tryggari fíggjarlig viðurskifti undir felagið.
Tíðin fer at vísa, um hesin maðurin er rætta svarið.
Vit velja so at trúgva tí og seta vón til, at hann
megnar at flyta felagið, sum so nógvir føroyingar
eiga í, tann rætta og trygga vegin. Vit halda tað
eisini vera skilagott, at tað eru komin virkin oljufólk
inn í nevnd og leiðslu. Hetta tykist vera ein góð
kombinatión, also ein skilagóð strategisk íløga.
Áhugavert verður komandi vikurnar at fylgja
arbeið inum hjá nýggju nevndini og leiðsluni í felag-
num. Sum skilst so eru kreditorarnir vælviljaðir
og ber til við eini nýggjari nevnd í felagnum at
byggja tryggari brýr millum tað og fíggjarstovnar,
so er eitt týðandi stig tikið og rokkið. Eftir tað
kunnu so skapandi og entusiastisk oljufólk sleppa
at brúka evni og royndir at seta síni fingramerki
í menningina av felagnum. Neyvan nøkur løtt
uppgáva, men heldur ikki ómøgulig. Her veldst
eisini um hvønn og hvussu stóran dent tú leggur á
at arbeiða saman við øðrum. Einsmallur kanst tú
koma langt, men tú megnar ikki at røkka langt inn
í framtíðina uttan samstarv. Hetta verður enn ein
týðandi avbjóðing hjá felagnum. Livst so spyrst.
Væntandi politisk mál og
mið yvir fleiri áramál og
fleiri samgongur eru
orsøkin til, at búskapar
støðan er sum hon nú er.
Tá fíggjarkreppan rakti
heimin, í november í fjør,
fingu politikararnir eitt
gott høvi at geva henni
skyldina fyri búskapar støð
una í landinum. Veruleikin
er ein heilt annar, fíggjar
kreppan hevur, í mun til
onnur lond, sera lítla
ávirkan á okkara búskap.
Veruligi trupulleikin er og
hevur verið væntandi
politisk kós og væntandi
hugsjónir.
Fyrsta ABC samgongan
setti gongd í okkurt posi
tivt, nevniliga arbeiði við
“Visjón 2015”, tó bleiv
úrslitið sum vænta – ætl
anin var løgd aftast í
niðastu skuffu – eingin
hevur sæð nakað til hana
síðani.
Hugsjónirnar ið vóru í
“Visjón 2015” ætlanini
vóru, á nógvum økjum,
frambrot í mun til verandi
støðu, men í dag kunnu vit
bert staðfesta at ilt er at fáa
eyga á nakra broyting í
førda politikkinum. Í
staðin hava sparingar innan
almennar tænastur og
veitingar verið eyðkenni
fyri tíðina eftir “Visjón
2015”. Serliga hava
sparingar innan serstovnar
og tænastur, til okkara
veikastu borgarum, verði
ein “trend” hesi seinastu
árini.
Spurningar ið liggja eftir
eru
• hvat skal til fyri at fáa
samfelagið á føtur aftur
• hvat er tað fyri eitt
samfelag ið vit vilja
hava?
Skulu vit halda fram við
samfelagnum har ið
búskapurin stendur í
miðdepilin, har ið vit øll
verða vigaði í mun til
kapital virði, ið tí vit
framleiða, við skipanum
gjørdar at verja kapitalin
hjá nøkrum fáum, har ið
vit menniskju bert skulu
leggja okkum inn undir
skipanina og góðtaka at
kapitalurin stýrir?
Ella skulu vit miða móti
einum samfelagið ið setur
menniskja fyrst, har ið øll
hava sama grundleggjandi
virði, har ið vit tillaga
skipanina soleiðis at hon
tænir menniskjanum ið her
býr?
Er tíðin ikki komin at vit
seta okkum niður og royna
at finna útav hvat fyri
samfelag vit skulu hava?
Eitt samfelag fyri tey fáu
og sterku ella eitt samfelag
ið er ríkað av fjølbroytni
og virkisfýsni, har øll
sleppa at luttaka?
34 Gullmerkir, 23
Silvurmerkir og 24
Bronsumerkir
Har ið merkini veittra,
veittri eisini mítt. Soleiðis
byrjar seinna ørindi av
okkara flaggsangi: Sjá, tú
blánar sum loftið .... (Hans
A. Djurhuus 18831951,
Dimmalætting 6.3.1920).
Eitt merki, fleiri merkir.
Tað sama er galdandi fyri
flest øll vanlig hvørkikyns
orð sum í hvørfalli enda
við –i. Hjá V.U. Hammers
haimb og Jakob Jakobsen,
doktara, er merki/merkir
enntá við í Anthologi’ini
frá 1891. Í móðurmálinum
hava vit mong onnur
dømir: dømi/dømir, kvæði/
kvæðir, petti/pettir, epli/
eplir, fylgi/fylgir, øki/økir,
tíðindi/tíðindir v.fl.
Heiðursmerkir
Nú oyggjaleikirnir hava
verið í Álandi, er tað
gleðiligt at hoyra hvussu
mong heiðursmerkir vit
hava vunnið – hjartaliga
tillukku við tí. Men tá tað
ferð eftir ferð verður
endurtikið hvussu mong
heiðursmerki ikki merkir
vit hava vunnið, ljóðar
hetta bæði kollut og
óføroyskt. Hví hesi annars
frálíku frásøgufólk ikki
tora at brúka føroyska
fleirtalsformin merkir, men
heldur brúka tann kunstiga
fleirtalsformin merki, kann
mann bara gita um.
Lingvistiskan førleika
Nú Føroyamálsdeildin í
nærmastu framtíð skal
útnevna ein nýggjan
professara í føroyskum
máli, hevði tað verið
heppið við einum
lingvistiskt orienteraðan
málfrøðingi, hvørs
høvðusuppgáva skuldi
verið at legalisera
móðurmálið í skrivt og talu
við grundstøði í føroyska /
latínska alfabetinum. Tá
hevði føroyingurin aftur
torað at tosað natúrliga og
at brúkt móðurmálið
livandi og fjøltáttað uttan
at óttast fyri at verða
happaður.
Søgutungu filologarnir,
sum hava rátt fyri borgum
higartil, hava ikki megnað
at seta móðurmálið í fokus,
men hava brúkt tað mesta
av síni tíð upp á verbalt at
útstappa Trónd í Gøtu og
hansara fylgisveinar heldur
enn at geva gætur hvat
okkara livandi Hanus og
Janus standa fyri móður
málsliga.
Annars hjartaliga
tillukku við øllum medalj
unum – sera flott at vinna
so mong merkir!
Stýrið við skilið!
JógvAN
PHILBrow
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt
rEgIN EIKHóLM