hósdagur 9. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2009
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæra systir
Elisabeth Maria Niclasen
(vanliga nevnd Betta )
andaðist og var jarðað.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á
Suðuroyar Ellis- & Røktarheimi.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Suðuroyar Ellis - & Røktarheim.
Hjartans tøkk øll, ið hjálptu til á ymiskan hátt í
sambandi við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Jessie, George og Martha
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Kittan Poulsen
Fuglafirði
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni.
Takk fyri gávur til kirkjuna.
Takk til hornorkestrið og tykkum, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jørleif, Sonja, Jónsvein og Jógvan Finnur
Sìðani komu boðini, at Ingi ikki var
her millum okkum longur. Hettar
hendi aftaná, at hann var vorðin so
álvarsliga sjúkur. Vit hava báðir kent
hvønn annan, síðani vit slitu okkara
barndómsskógvar her á havnar
gøtum.
Ingi var tann, ið tordi alt og segði
alt uttan at leggja fingrarnar ímillum!
Hann hevði ein harðan tóna í almenna
politiska kjakinum. Óansæð harða
tónan, var hann samstundis eitt elsk
andi menniskja. Ingi elskaði familju
sína, tónleik, og ikki minst var Ingi
djóravinur. Stutt sagt elskaði Ingi alt
tað vakra í lívinum. Hann var við øðr
um orðum harður, bleytur og klókur
samstundis, og dugdi hann so sera
væl at balansera millum hesar ymsu
persónligheitirnar í øllum lívsins
viðurskiftum.
Um tú hevði ein trupulleika av ein
um ella øðrum slagi, og fortaldi Inga
hettar, kundi hann virka at standa í
øðrum hugaheimi og koma við einari
viðmerking um, at nú hevði hann
tømt súrhoyggjabrunnin, ella júst var
vorðin liðugur at sláa trøðna. Man
fekk varhugan av, at tað sagda slettis
ikki var sivað inn, tá ið hann kom við
slíkum viðmerkingum. Men Ingi lurt
aði altíð! Tveir dagar seinni ringdi
hann og kom við loysnini á trupul
leikunum. Ingi koplaði altíð heilan
til og tonkti seg væl um, áðrenn hann
valdi síni orð. Soleiðis var Ingi!
Tá ið vit báðir vóru yngri, skikkaðu
vit okkum ikki altíð sum Guðs bestu
børn. Vit høvdu tað stuttligt og spenn
andi – kanska stuttligari enn vit burdu.
Ingi kom so seinni til ta niðurstøðu, at
hesin hátturin at føra lívið mátti halda
uppat. Hann ásannaði, at lívið hevði
onnur, ríkari og betri virðir. Síðani
hettar val, skikkaði Ingi sær so frætt,
sum nú einaferð til bar.
Tá ið Ingi náddi hesa niðurstøðu,
tók eg í fyrstu syfti eitt sindur av frá
støðu frá honum. Eg helt, at hann var
vorðin keðiligur! Men enn einaferð
hevði Ingi rætt og hjálpti mær við at
geva mær sjálvum ta bestu gávuna.
Hann vísti mær, at eitt lív uttan rús
drekka kundi lata seg gera, og eg fór
somu leið sum hann og fekk tað fant
astiska lív, ið eg havi í dag.
Ikki var eg tann einasti, ið Ingi
fekk at velja hansara lívsleið. Ingi
fekk so mong onnur eisini at ganga
somu leið sum hann. Hann opnaði
eyguni fyri teimum “blindu” og vísti
teimum tað vakra, ið lívið hevur at
bjóða uppá.
Hesa síðstu tíðina var eg og vitjaði
Inga nakrar ferðir, nú hann var vorðin
so álvarsliga sjúkur. Tað píndi meg at
síggja ein so sterkan og fantastiskan
vinmann støðugt gerast veikari fyri
hvørja ferð, eg vitjaði hann.
Tá ið eg næstseinasta sunnudag utt
anfyri húsini hjá Inga og Annu saman
við Gunnari, abbadóttrini og nøkrum
vinfólkum í góðveðrinum 60 ára føð
ingardagur sat, hevði eg ilt við at
skilja, hvat Ingi segði. Hann var
minkaður burtur í einki av hesi álv
arsliga ljótu sjúku. Hettar fekk meg
at hugsa við mær sjálvum, at hettar
allarhelst var seinastu ferð, at eg sá
Inga. Og so gekk sjón fyri søgn...
Sunnudagin varð eg uppringdur av
einum vinmanni, ið fortaldi mær
sorgarboðini.
Tankarnir hjá mær um, at Ingi og
eg ongantíð aftur skulu sita saman,
fortelja hvørjum øðrum stuttligar
søgur, flenna, lurta eftir góðum tón
leiki, og hoyra hansara fantastisku
tónleikaevni førd út í lívið, tá ið hann
boksaði við klaverinum í stovuni,
virka mær ófatiliga fjarðir.
Men ein partur av lívinum er at
doyggja, men sum eg segði við Inga,
er hann alt ov livandi til at doyggja. Í
mínari verð er Ingi ikki egnaður at
vera deyður.
Eg havi bert góð minnir um Inga,
og tankarnir fara til tín Anna, sum
hevur verið ein fantastiska góð kona
og til tykkum øll børn sum abbabørn,
øll tykkum, sum Ingi elskaði yvir alt
á jørð.
Hvíl í friði!
Vinmaður tín Rasmus
Minningarorð um
vinmannin Inga Mohr
Í gjár vóru júst 30 ár liðin
síðan Bussleiðin í Havn
byrjaði við trimum nýggjum
Volvo býbussum.
Tað var tann 8. juli 1979 at
tann regluliga koyringin hjá
Bussleiðini í Havn byrjaði.
Tórshavnar býráð keypti
tríggjar Volvo VBK bussar
til endamálið, og P/F Bil
rak
hesar
bussar
fyri
býráðið tey fyrstu árini.
Táverandi býarverkfrøðing
urin, Vøgg Guttesen, hevði
ábyrgd av bussleiðini.
Í 1983 bleiv Bussleiðin
umskipað soleiðis, at fýra
busseigarar áttu og róku
hvør sínar tveir býbussar,
teir vóru: Arni Berg, Gun
leif Danielsen, Sámal Blá
hamar og Mourits Mourit
sen. Allir høvdu teir sátt
mála við býráðið.
Síðan 1. februar 2003 hev
ur Mourits Mouritsen átt og
rikið allar býbussarnar í Havn
fyri Tórshavnar kommunu,
og Gundur Johannesen í
Kollafirði hevur rikið Buss
leiðina millum Havnina og
Kollafjørð síðan januar 2001.
Finnur Johansen, sum var
býráðslimur frá 197284 og
formaður í Mentamálanevnd
ini hjá Tórshavnar býráð, sig
ur, at áðrenn fyrstu bussarnir,
sum vórðu uppbygdir í
Norra, komu til Føroya,
skuldu teir finna ein lit, og
nýggja leiðin skuldi hava eitt
navn. Tað vóru fleiri uppskot
uppi at venda, t.d hevði
Magnus Gregoriussen í Havn
nevnt við Finn um navnið
Bussleiðin.
Finnur sigur, at avgjørt
varð, at bussarnir skuldu
vera reyðir við ljósum taki
og endaliga navnið skuldi
verða Bussleiðin.
mg
Bussleiðin 30 ár
Bussleiðin í Tórshavnar
kommunu hevur nú virkað
í 30 ár. Her er ein av fyrstu
bussunum í Steinatúni
Kunngjørt verður, at okkara høgt elskaði
Ingi R. Mohr
Tórshavn
andaðist á Bispebjerg hospital
sunnudagin 5. juli 2009, 66 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
leygardagin 11. juli kl. 14.00.
Anna
Unn, Gunnar, Guðrið og Brynhild
60 ára føðingardagur
Sunnudagin 12. juli verður Eivind av Reyni í Havn 60
ár. Dagurin verður hildin í nýggju hølunum á Reyni
Service í Hoyvík 12. juli frá kl 12.00 til 17.00. Øll eru
vælkomin.
Dagurin
9. juli. Sostrata. Hetta
grikska kvinnunavnið er
einki kent halgimennis
navn. Dagurin hevur borið
ymisk onnur nøvn, men frá
árinum 1726 kemur navnið
Sostrata í álmanakkarnar.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn
í álmanakkanum, 2. broytta -
útgáva 2008)