hósdagur 9. juli 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fram til 1842 var bert ein
lækni í landinum. Tá kom
Napoleon Nolsøe (1809-
1877) heim til Føroya eftir
lokna útbúgving í Keyp-
mannahavn og setti seg
niður sum privatpraktis-
erandi lækni í Havn.
Hann var sonur Anne
Cathrine Pedersdatter og
Jákup Nolsøe, handilsfor-
valtara, beiggja Nólsoyar
Páll.
Ofta hevði verið sagt, at
ein einsamallur lækni var
ov lítið til allar Føroyar.
Landslæknin, sum tá var
(C.Regensburg), var tó ikki
ovurfegin um at fáa ein
kappingarneyta.
Nolsøe var tað betri fyri
enn Regensburg, at hann
var føroyingur, og fólk fóru
heldur til ein føroyskan
lækna enn ein danskan.
Napoleon fekk eisini
rætt til at selja heilivág.
Hann hevði eisini tann
fyrimun, at hann ikki eins
og landslæknin hevði
skyldu at fara út á bygd í
læknaørindum.
Suðuroy fær lækna
Teir, sum høvdu longst veg
til lækna, vóru suðuroying-
ar, og teir strongdu á at fáa
egnan lækna. Tað fingu teir
eisini í 1852, og tað gjørd-
ist Napoleon Nolsøe. Hann
varð settur á Tvøroyri, har
tað tá bert vóru fimm hús.
Men her var handil, og so
kundu fólk fara læknaør-
indi, tá tey fóru til handils.
Napoleon Nolsøe varð í
Suðuroy til 1858, tá ið
hann varð settur sum
landslækni og kom aftur til
Havnar. Hann sat í hesum
starvi fram til 1865.
Eitt sum Napoleon
Nolsøe stríddist ímóti var
“florerende kvaksalveri,”
t.v.s. ólærd fólk, sum so
ella so kundu lekja sjúkur.
Ein av teimum, hann var
í herna við, var katólski
presturin Johan Georg
Bauer. Tað skiltist, at
Bauer hevði lekt fleiri, ið
ikki kundu fáa nakra hjálp
annars. Hetta gjørdi, at
Napoleon Nolsøe gjørdist
hansara erkafíggindini. Í
einum brævi 26. juni 1859
sigur Bauer frá, hvussu
læknin hevði skrætt ein
kross og medaljuna av
bringuni á einum sjúkum
manni og hevði traðkað á
hesar lutir og sagt, at
maðurin hevði givið seg
“Fanden i vold.” Í einum
brævi til Bauer hóttir
læknin við at melda hann.
Til hetta svarar Bauer, at
hetta hevði sær dámt væl.
Eingin klaga varð tó send.
Bauer vann ein vissan
tokka millum fólk, og tað
var hann, sum lekti ringu
eygnasjúkuna hjá Lamba
Poul á Hvítanesi, og kann
hetta hava gjørt, at Lamba
Poul og konan fóru yvir til
katólsku trúnna.
Men hinvegin, so lærdi
Napoleon Nolsøe fólk í
útoggjunum sjúkrarøkt, so
tey kundu geva bráviðgerð,
um hetta gjørdist neyðugt.
Maria Skylv Hansen
greiðir frá einum Pól, sum
á hendan hátt gjørdist álitið
hjá Mykinesfólki.
Napoleon Nolsøe skipaði
eisini fyri ljósmøðraskeið-
um. Hetta gjørdi hann
fimm ár uppí rað frá 1861-
1865. Tað vóru upp til
fimm næmingar hvørja
ferð. Teir fingu innivist á
hospitalinum, har teir eis-
ini kundu læra um reinføri.
Napoleon Nolsøe var
týðuliga errin tá ið hann í
1865 kundi boða frá, at
hann hevði upplært 10
ljósmøður.
(Kelda: Elin Súsanna Jacobsen: Slóðir
í Heilsuverksøguni.)
Savnaði eisini kvæðir
Napoleon Nolsøe gjørdi
seg eisini galdandi á øðr-
um økjum. Eitt var við
innsavnan av kvæðum.
Longu í Keypmannahavn
skrivaði hann upp kvæði,
og helt á við hesum eftir, at
hann var komin heim til
Føroyar.
Eftir hann liggur kvæða-
bók í trimum bindum í
handriti frá 1840-51.
Her kann nakað verða
endurgivið úr fororðunum
til hansara kvæðasavn,:
“Líkasum okkara grannar
íslendingar í forðum hava
skrivað forna manna brøgd
og goymt í skinnbøkur at
okkara døgum og harí sýnt
okkum so mangt, sum hevur
verið fjalt fyri okkara
eygum, soleiðis hava okkara
reystu landsmenn í forum
yrkt um forna manna brøgd,
bæði um útlendskar og lands-
menn, og hesi somu kvæði
og táttar hava teir goymt,
ikki í skinnbókum, men í
huganum mann eftir mann
at okkara døgum. Tað má
vissarliga haldast fyri eitt
tekin, sum valla finst makan
til, at øll tann mongdin av
táttum og kvæðum, sum
finnast her í landi hava
kunnað hildið seg so væl í
so mong hundrað ár, tó at
tey ongatíð hava verið
uppskrivað. Men líkaleiðis
hevur tað gingið við okkara
føroysku tungu; hon hevur
hildið seg higar til dags so
rein og óblandað, rætt sum í
Sigmund Brestissons
døgum, hóast tann danska
tunga hevur verið okkum
páskotrað meira enn 400 ár.”
Doktaraørindi hjá
eiðismonnum
Mourentius Viðstein hevur
eina áhugaverda frásøgn
um læknaørindi til Napo-
leon Nolsøe.
Eiðismenn vóru farnir við
stórum báti til Havnar í
doktaraørindum. Teir vóru
bæði heitir og sveittir, tá ið
teir løgdu at landi í Havn, og
Jógvan í Myrmannsstovu
varð sendur niðan í Nólsoyar-
stovuna eftir gamla doktara,
sum teir nevndu Napoleon
Nolsøe. Jógvan var lættur á
fótum, og skjótt stóð hann í
durunum í Nólsoyarstovuni.
Napoleon, ið eins og
kona hansara Henrietta, var
ógvuliga musikalskur, sat
júst við klaverið og spældi,
beint sum Jógvan læt dyrn-
ar upp. Jógvan lat dyrnar
spakuliga aftur eftir sær,
styðjaði seg afturat dura-
stavinum og lýddi hugtikin
á henda vakra musikk.
Ørindini, hann hevði, vóru
horvin honum úr huga.
Bátsmenninir hjá Jógvan
ótolnaðust, tí eingin maður
kom aftur, og teir sendu so
ein at vita, hvussu vorðið
var, um doktarin ikki var
heima, ella hann var tarnað-
ur av onkrum. At Jógvan
stóð í durinum í Nólsoyar-
stovuni og lýddi á føgru
tónar, ið doktarin við klav-
erið lat ljóma um alla lon-
ina, tað vardi ikki ein á bát-
inum. Maðurin lat dyrnar
heldur harðliga upp í
Nólsoyarstovuni, og bilsin
var hann, tá ið hann sá
Jógvan standa sum negldur
at durastavinum.
“Er doktarin ikki
heima?” spurdi maðurin,
tað var ikki meira enn hann
fekk orðið fyri seg. Men
Jógvan knýtti báðar
hendurnr móti honum.
“So-so-so! Ikki forstýra
hann. Beint tá ið eg kom,
setti hann í “De lekte
guldtavl ved breden bord,”
og tú kanst ætla, at eg hevði
ikki hjarta at órógva hann.”
Men hetta legði maðurin
einki í, hann leyp upp í trapp-
urnar, og tað vardi ikki leingi
til doktarin kom. Napoleon
Nolsøe, doktari, var tiltikin
at vera ferðafúsur.
Napolen giftist á eldri
árum við Henriettu Elisa-
beth f. Løbner. Hon var
dóttir Emil Løbner, sum
var kommandantur á Skans-
anum og amtmaður. Tey
fingu eingi børn.
Hann var tingmaður
1852-1854 og 1865-1869.
Napoleon Nolsøe:
Fyrsti føroyski læknin
Napoleon Nolsøe var framburðsmaður innan læknaøkið. Men samstundis var hann løgtingsmaður,
tónleikari og savnari av kvæðum. Hann er grivin undir liðuni á konuni og vermammuni
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
HER JORDEDES
PENSIONERET
LANDCHIRURG
NAPOLEON NOLSØE
DEN 3. MARTS 1877
OG DENNE STEN ER
SAT AF HANS VENNER
TIL MINDE OM
HVAD HAN HAR
VÆRET FOR DEM I SIN
TID
Komandi partur
Komandi partur verður
um Polinu Sofía og
mann hennara Jóannes
Lambaa, kendur sjó-
maður og handilsmaður
Hetta er forsíðan á fyrsta bindi av kvæðunum hjá Napoleon
Nolsøe. Tey trý bindini eru skrivað í 1840, 1842 og 1851.
Handritini vóru keypt av Føroya Amts Bókasavni í 1934 á
uppboði hjá búgvinum eftir Johannes Djurhuus, apotekara, fyri
10 kr. Tilsamans eru 109 kvæðir í savninum.
Nr. 129 - 9. juli 2009
Henrietta Nolsøe, kona
Napoleon, teknað av William
Heinesen
Napoleon Nolsøe
16