Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 129 - 9. juli 2009 Ómannað flogfør bumba Taliban Tað seinasta samdøgrið hava amerikanararnir sent ómannað flogfør inn yvir øki í Pakistan, har tey hava bumbað støðir hjá Taliban. Meiri enn 30 fólk hava latið lív í álopunum. Tað seinasta álopið var seinnapartin í gjár, tá eitt ómannað flogfar bumbaði eina háborg hjá Taliban tætt við afghanska markið. Pakistanskar keldur siga, at minst 25 talibanar lógu eftirá í álopinum. Fyrrapartin í gjár doyðu minst seks talibanar í einum øðrum álopi. Amerikonsku herdeildirnar í Afghanistan eru farnar undir eitt stórálop á Taliban har, og í tí sambandi bumba tey ómannaðu flogførini støðir hjá Taliban pakistonsku megin markið, skrivar AP. Írar taka støðu í oktober Írska stjórnin hevur nú samtykt, at írar skulu á fólkaatkvøðu tann 2. oktober at taka støðu til Lissabon-sáttmálan. Fyri einum ári síðani vrakaðu írar sáttmálan, men hesaferð hevur stjórnin í Dublin fyrireikað seg betur. Á toppfundi hjá ES herfyri eydnaðist tað írska forsætisráðharranum, Brian Cowen, at fáa hini limalondini at veita Írlandi trygd fyri, at landið sleppur at varðveita sína strongu fosturtøkulóg, tann lága partafelagsskattin, og at landið framhaldandi kann verða óheft hernaðarliga. Meiningakanningar vísa, at hetta er nóg mikið til at fáa írar at atkvøða ja hesaferð. Eftir at hava staðið tómt í nakrar mánaðir, er nú aftur lív í kenda Konditarínum á Glade Hjørn. Tað er mótahandilin Juniik, sum er fluttur inn Orð og mynd: Leif Láadal Tey, sum hava bíða eftir einum, at lív aftur skuldi koma í Konditaríið í Havn, kunnu nú gleða seg, men ikki til ein kaffimunn og eitt ”Gåsebyst” – kanska tíverri. Fleiri hava seinnu árini roynt at skipa okkurt slag av kafe ella matstaði á Glade Hjørn, uttan at tað bar seg fíggjarliga í longdini. Nú verður so ein onnur handils-loysn roynd. Eigarin av Konditarínum, Heini Restorff, og kona hansara Brynhild, hava nevniliga latið upp mótahandil í Konditarínum. Brynhild verður dagligur leiðari, og afturat sær, fær hon fyrstu tíðina gamla eigaran av Juniik, Petrinu Berg, sum hevur valt at selja Brynhild og Heina handil sín. Sjálvt um talan er um ein handil og ikki eitt alment kaffistað, so eru nógv sum fegnast um at síggja, at lív aftur er í einum tí kendasta húsinum í høvuðsstaðnum. Ein teirra er borgarstjórin Heðin Mortensen, sum var skjótur at koma við blómum, tá Juniik lat upp á Konditarínum mikudagin í hesu vikuni. Lìv í Konditarínum aftur Heðin Mortensen gav Brynhild blómur, tá Juniik læt upp á Konditarínum »Let Your Scars Dance« við Lenu Anderssen er innstillað at vera millum 14 tær bestu fløgurnar innan kvinnuliga singer- songwriter sjangruna Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Amerikanski felagskapurin Just Plain Folks hevur nominerað Lenu Anderssen fyri bestu fløgu og besta sang. Fløgan er »Let Your Scars Dance« og lagið er »And Life Carries On«, ið er at finna á somu fløgu. Lena er somuleiðis tann einasti kvinnuligi sangarin og sangskrivarin í hesi kategori, sum ikki er úr USA. Just Plain Folks er ein felagskapur teljandi 51.500 sangskrivarar, sangarar og onnur yrkisfólk innan tónleikaídnaðin. Hesin felagskapur hýsir eisini tí, tey sjálvi rópa heimins størsta óhefta tónleika heiðurstiltaki, sum verður hildin 2. hvørt ár – hesaferð í Nashville í USA 29. august. Um Lena fer til Nashville í hesum sambandi, er ikki greitt enn. Sambært fyrireikarunum, so hava heilar 42.000 fløgur og 560.000 løg verið í umfari í dómsnevnd, áðrenn komið er fram til tilnevningarnar. Júst stóra tali á fløgum og løgum ger, at hetta award hátíðarhaldið bert verður hildið annað hvørt ár. Lena í upp- skoti til virðisløn í Nashville Heimsins størsta óhefta heiðurstiltakið innan tónleikin hevur sett Lenu Anderssen í uppskot til virðisløn