hósdagur 9. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 9. juli 2009
Við Bjarna Johansen í
hópinum til dystirnar
ímóti Apoel FC hevur EB/
Streymur havt fýra ymsar
málverjar í hópinum til fýra
altjóða dystir
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í ár verður helst 32 ára gamli
Gunnar á Steig millum stengurnar,
tá EB/Streymur spælir altjóða
fótbólt, og 38 ára gamli Bjarni
Johansen verður eykamálverji, tí 29
ára gamli Rene Tórgarð er skaddur
og ikki kemur fyri seg enn á sinni.
Í fjør var tað René Tórgarð, ið
vardi málið í dystunum ímóti
Manchester City, meðan tá 34 ára
gamli Bárður Johannesen var
eykamálverji, tí Gunnar á Steig var
skaddur.
Við øðrum orðum hevur
felagsliðið úr Sundalagnum havt
fýra ymsar málverjar í hópinum til
fýra altjóða dystir.
Gunnar við altjóða royndum
Bjarni Johansen hevur ongantíð
vart málið hjá EB/Streymi, meðan
Gunnar á Steig ongantíð áður
hevur spælt ein altjóða dyst fyri EB/
Streym. Hinvegin er hann ikki
óroyndur, tá tað kemur til altjóða
fótbólt.
Í 1995 vardi hann málið, tá KÍ
vann 3-2 á heimavølli ímóti
ísraelska Macabi Haifa. Og í 1997
vardi hann málið fyri KÍ í dystunum
ímóti ungarska liðnum Ujpesti.
Hvussu verður og ikki týsdagin,
so verður tað í øllum førum talan
um altjóða debut fyri EB/Streym,
líkamikið um tað verður Gunnar á
Steig ella Bjarni Johansen, ið verjur
málið.
Bjarni ikki í toppform
Leygardagin fer Bjarni Johansen at
venja við EB/Streymi fyri fyrstu ferð,
og mánadagin venur hann við
aftur. Við øðrum er talan um tvær
venjingar, sum 38 ára gamli
málverjin luttekur í, áðrenn hann
skal vera partur av hópinum hjá
felagsliðnum úr Sundalagnum, sum
skal spæla altjóða dyst á Tórsvølli
týsdagin 14. juli ímóti kypriotiska
liðnum Apoel FC.
– Eg eri ikki í toppform, men havi
av mínum eintingum vant seinastu
14 dagarnar, uttan at hava verið í
samband við EB/Streym um hetta,
sigur Bjarni Johansen, tá hann
verður spurdur um, hvussu hann er
fyri.
Seinast Bjarni Johansen stóð í
málinum, var í dysti í oktober í fjør,
tá hann vardi málið hjá VB/Sumba í
1. deild. Nú gleðist hann um at
sleppa at hjálpa EB/Streymi, sum
hevur vantað ein eyka málverja í
langa tíð, tí René Tórgarð er
skaddur og kemur ikki fyri seg enn
á sinni.
Eingin Vatnhamar
Tað ljóðaði annars, at EB/Streymur
hevði eitt gott eyga á Tróndi
Vatnhamar, og ynskti at knýta hann
at hópinum til altjóða dystir
felagsins. Rólant Højsted, formaður í
EB/Streymi váttaði fyri Portalinum,
at teir høvdu verið í samband við
Trónd Vatnhamar. Samstundis
váttaði Bárður Olsen, at B36 hevði
verið í samband við seg. Nú er tó
greitt, at tað ikki verður talan um
eitt leikarabýti millum B36 og EB/
Streymi í so máta.
Tveir dystir fyrst
Suðuroyarportalurin skrivaði í gjár,
at avtalan hjá Bjarna Johansen við
EB/Streym í fyrstu atløgu snýr seg
um teir báðar altjóða dystirnar, sum
vera á Tórsvølli 14. juli og í Nicosia á
Kypros tann 21. juli.
Greitt er tó, at EB/Streymur
vantar ein málverja til uppgávurnar
eftir altjóða dystirnar, tí René
Tórgarð segði við Sosialin í gjár, at
hann neyvan kemur á vøllin aftur í
ár.
Fýra málverjar
til fýra dystir
René Tórgarð
Bjarni Johansen
Gunnar á Steig
Bárður Johannesen