Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 9. juli 2009 – Nr. 129 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 NSÍ í norskum sjónvarpi Dysturin millum Rosenborg og NSÍ verður vístur á einari systurrás hjá norska TV2. Tað merkir, at um hevur nóg sterka parabol og klárar at fanga norsku sjónvarpsrásina, TV2 Zebra, so ber til at síggja dystin millum Rosenborg og NSÍ. Frásøgnin hjá TV2 Zebra byrjar klokkan 17.55. Rosenborg hevur eina greiða 3-0 leiðslu frá fyrra dystinum, men kortini hevur dysturin somikið stóran áhuga millum fótbóltsfjepparar í Noregi, at leiðslan í TV2 hevur valt at senda beinleiðis frá Europa League dystinum á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi. Toppskjúttin aftur til AB AB og HB eru komin ásamt um, at Tróndur Sigurðsson nú aftur skal spæla við argjamonnum. Tróndur var í fjør toppskjútti í 1. deild, tá AB flutti upp í Vodafone-deildina. Hann valdi tó at flyta aftur til barndómsfelagið, HB, men har hevur hann havt sera trupult við at vinna sær pláss á besta liðnum. Samstundis hava argjamenn roynt at leita sær styrk til álopið, og nú er avtala so gjørd við HB. Avtalan staðfestir, at Tróndur skal spæla við AB, tað sum eftir er av kappingarárinum. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at alt bendi á, at henda avtala fór at koma í lag, og nú er hon so veruleiki. Støðan eftir síðsta dyst var eitt antiklimaks, men vit eru tó ikki longur vekk enn so, at vit kunnu vinna dystin, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36 FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Mikkjal Thomassen vitjaði saman við Jákup á Borg, Jóhan Ellingsgaard og Jóan Paula Jakobsen á Rás2 fyrrapartin. B36 venjarin trýr uppá, at B36 kann vinna og koma víðari úr hesum umfarinum. – Vit vera varnir í fyrra hálvleiki, og satsa upp á teir møguleikar, vit fáa tá. So fáa vit at síggja, hvussu seinni hálvleikur kemur at síggja út, sigur hann. Hann lýsti støðuna eftir seinasta dyst sum eitt antiklimaks. – Teir hava einki áðrenn málið, meðan vit hava fleiri vandastøður. Kortini vinna teir dystin, men vit er tó ikki longur vekk enn so, at vit kunnu vinna dystin her, sigur Mikkjal Thomassen, sum fyrrapartin í dag hevði avgjørt, hvussu lið hansara skuldi síggja út. – Eg fái tó einki sagt alment enn, men tað verður nakað tað sama sum seinast, segði hann og váttaði, at Dennis Holmberg verður við í hópinum. – Men hann kemur ikki at byrja inni, segði Mikkjal Thomassen. Dennis er annar nýggi leikarin, B36 hevur knýtt at hópinum seinastu dagarnar. Hin er Christian Restorff Mouritsen, men reglugerðirnar siga, at hann ikki kann brúkast til henda dystin, tí hansara flyting var skrásett so seint. Jákup trýr upp á tað Jákup á Borg sigur eins og venjari sín, at hann trýr væl upp á, at tað ber til hjá B36 at spæla seg víðari. – Teir eru væl fyri og flyta seg væl, men eru verri fyri enn flest onnur lið, vit kenna eystan frá, sigur Jákup á Borg. Hann greiðir frá, at Olimpi Rustavi er við í altjóða fótbólti í ár, tí teir taptu steypafinaluna. Annars er talan um eitt lið, ið ikki stendir seg so øgiliga væl í georgisku landskappingini. – Raka teir dagin, eru teir helst betri enn vit, men tað er so okkara uppgáva at syrgja fyri, at teir bara eru 80 prosent og vit 100, so skal tað nokk ganga hjá okkum, sigur Jákup á Borg. B36 - Olimpi Rustavi (0-2): Vit kunnu vinna Pauli Poulsen var ikki sørt speiskur, tá hann av norskum fjølmiðlum varð spurdur, hvør hann roknar við kemur víðari úr dystinum móti Rosenborg FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hetta er ein so at siga ógjørlig uppgáva. So avgjørdur er Pauli Poulsen yvirfyri norksum fjølmiðlum. Heimasíðan hjá Rosenborg hevur tosað við venjaran hjá NSÍ, sum svaraði síðsta spurninginum hann fekk, við at seta journalistinum sama spurning. – Ja, hvør heldur tú kemur víðari, svaraði hann speiskliga, tá fjølmiðlamaðurin setti honum sama spurning. Teir samdust báðir um, at tað helst verður Rosenborg, ið stendur eftir sum sigursharri og kemur víðari. Óvanligar venjingar - Vit møta einum stórum liðið í einum stórum dysti, so talan er um eina stóra uppgávu, sigur Pauli Poulsen við heimasíðuna rbk.no. Spurdur, um NSÍ fer at hava eitt verjukent ella álopssinna útgangsstøði, svarar Pauli Poulsen, at tað nokk verður Rosenborg, sum kemur at gera av, hvar NSÍ fer at standa á vøllinum. – Men vit rokna við at verða trýstir í botn, sigur Pauli Poulsen. Hann hevði sínar menn tvær ferðir á vøllinum í gjár til venjingar. Einaferð um morgunin á einum venjingarvølli, og um kvøldið varð so vant á stadion. – Tað er óvanligt við tveimum venjingum dagin fyri ein dyst, ásannar Pauli Poulsen, men vísir á, at teir velja heldur at gera tað, enn at sita á hotellinum fyri einki. Rosenborg - NSÍ (3-0): Hvør heldur tú kemur víðari? Mikkjal Thomassen hevur góðar vónir í kvøld Savnsmynd Tað verður Rosenborg, ið kemur at gera av, hvar á vøllinum NSÍ fer at standa, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá Skála Savnsmynd: Jens Kr. Vang