hósdagur 9. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 9. juli 2009 – Nr. 129 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Føroysku svimjararnir fingu
frálík úrslit á Oyggjaleikunum
í farnu viku
Mynd: Rókur í Jákupsstovu
Ronaldo skeyt hattrick
Brasilianski Ronaldo hevur ikki heilt gloymt, hvar málið
stendur. Í gjár skeyt hann trý mál, tá hann og
liðfelagarnir úr Corinthians vann 4-2 á Fluminense.
Framherjin hevur nú skotið 11 mál í 21
landskappingardystum. Við sigrinum vann Corinthians
seg upp á fimta plássið í bestu deildini í Brasilia.
Gerrard longt sáttmála
Steven Gerrard spælur eftir øllum at døma við Liverpool til
2013. Í gjár longdi hann sáttmálan við felagið. Vikulønin
verður 140.000 pund um vikuna. Steven Gerrard, sum er
liðskipari hjá Liverpool, hevur áður sagt, at hann ætlar sær
at gevast sum fótbóltsleikari í 2013. Tí bendir nógv á, at
hann ikki fer at umboða onnur feløg á sínari yrkisleið enn
barndómsfelagið.