hósdagur 9. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. juli 2009 – Nr. 129
Liðkapping og broyttir teinar
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
verður kappast í liðum,
tá Statoil Kring Føroyar
byrjar mikudagin.
Harumframt eru onkrir av
teinunum broyttir í mun til
undanfarin ár
SÚKKLING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Mikudagin leggja 23 súkklarar til
brots í kappingini Statoil Kring
Føroyar. Teir flestu av hesum hava
tikið lut í kappingini áður, men
ársins útgáva av Statoil Kring
Føroyar, er munandi øðrvísi enn
undanfarin ár.
Líka síðani 1999, tá stóra
kappingin varð hildin fyri fyrstu
ferð, hevur einans verið talan um
eina einstaklingakapping. Í ár
verður so fyri fyrstu roynt at skipa
kappingina sum eina liðkapping
eisini, sum vit kenna frá eitt nú Tour
de France, ið verður súkklað í
hesum døgum, umframt at
einstaklingakappingin framvegis er
á skránni.
Broytingin er við kappingini er
ikki nýggj í so máta, tí longu eftir
Statoil Kring Føroyar í fjør var greitt,
at liðkappingin fór at vera á skránni
í ár. Síðani hevur verið tingast um,
hvussu liðini skuldu mannast og
úrslitið av hesum gjørdist, at fýra lið
við trimum súkklarum er tilmeldað
liðkappingina, umframt at 11
einstaklingar eisini royna seg.
Broyttur teinur
Hin broytingin við ársins útgávu av
súkklukappingini eru teinarnir.
Fleiri eru sum vit kenna teir frá
undanfarnum árum.
Byrjað verður við átta kilometra
longum einkultstarti í Klaksvík
mikukvøldið, og síðani verður hildið
fram hósdagin við langa
Eysturoyarteininum, sum er
broyttur munandi í ár. Byrjað verður
í Tórshavn og síðani súkklað til
Selatraðar og víðari til
rundkoyringina í Runavík, har vent
verður og súkklað ímóti málinum,
sum er við Statoilstøðina í
Saltangará.
Áður hevur verið súkklað um
Eiðisskarð, til Oyndarfjarðar og
Leirvíkar, men teinurin er broyttur í
ár, tí tað alt ov ofta hevur víst seg, at
tað nógva longu hevur verið
avgjørt henda annan dagin í
kappingini. Við at hava ein longri
og slættari tein, vóna fyrireikararnir,
at spenningurin verður størri
gjøgnum alla kappingina.
Restin av kappingini er, sum vit
kenna hana frá undanfarnum árum.
Fríggjadagin er ein 27 kilometra
langur einkultstartur á Sandi,
leygardagin 77 kilometra langi
teinurin frá Tvøroyri til Vágs,
umvegis Fámjin og Sumba, og
sunnudagin endar kappingin við
109 kilometra langa teininum, ið
gongur úr Tjørnuvík til Havnar,
umvegis Gomlurætt.
Blandað manning
Teir 23 súkklararnir, ið hava teknað seg til Statoil Kring Føroyar 2009,
eru úr Føroyum, Íslandi og Danmark. Føroysku súkklararnir eru 13 í
tali, og síðani eru sjey súkklarar úr Íslandi og tríggir úr Danmark,
umframt at onkrir av føroysku súkklarunum annars eru skrásettir í
donskum feløgum.
Av teimum fýra liðunum, sum eru meldað til kappingina, er eitt úr
Íslandi og trý úr Føroyum. HFR Team er Hafsteinn Ægir Geirsson, Árni
Már Jónsson og Pétur Ragnarsson, Team GTG er Torkil Veyhe,
Gudmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, Team EIK er Lars K.
Thomsen, Jóhann Brend og Sverri Mohr Edvinsson, og Team KS-
Timburhús er Andrass Joensen, Morten Hansen og Áslakkur Nesá.
Av teimum 23 súkklarunum í Statoil Kring Føroyar hesa ferð er bert
ein kvinna, sum er Súsanna Skylv Sørensen, sum í farnu viku vann
silvur í 10.000 metra renning á oyggjaleikunum í Álandi. Harumframt
eru fýra av súkklarunum í bólkinum yvir 45 ár, sum sostatt eisini hava
eina lítla kapping sínamillum.
Súkklararnir:
Hafsteinn Ægir Geirsson
Torkil Veyhe
Gudmundur Joensen
Árni Már Jónsson
Hlöðver Sigurðsson
Gunnar Dahl-Olsen
Troels Toftager Nielsen
Gunnlaugur Jónason
Áslakkur Nesá
Morten Hansen
Pétur Ragnarsson
Andrass Joensen
Wim De Dobbeleer
Jákup Johansen
Sigurgeir Agnarsson
Jóhann Brend
Lars K. Thomsen
Christian Guttesen
Sverri Mohr Edvinsson
Hans Egholm
Evald Rasmussen
Høgni Rúnason Øster
Súsanna Skylv Sørensen
Tríggir av teimum frægastu
frá Statoil Kring Føroyar í fjør,
Gudmund Joensen, Hafsteinn
Ægir Geirsson og Torkil Veyhe,
eru allir við aftur í ár
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Andrias og Bjørk føroyameistarar
Andrias Hansen og Bjørk Herup Olsen gjørdust føroyarmeistarar á 10 km
teininum hjá monnum og kvinnum týskvøldið. Runnið varð í allar fægrastu
líkindum í Runavík, og 30 luttakarar vóru við í kappingini, sum eisini var 4. umfar í
Grand Prix kappingini fyri vaksin. Í samlaðu Grand Prix kappingini liggur Andrias
Hansen fremst hjá monnum við 154 stigum, Sam Vang hevur 134 og Jan Elmar
Sørensen hevur 114. Bjørk Herup Olsen er fremst hjá kvinnum. Hon hevur vunnið
allar kappingarnar og hevur 160 stig. Rebekka Fuglø hevur 132 og Susan
Jacobsen 101.
Renna fríggjakvøldið
Fríggjakvøldið verður 5. umfar í Grand Prix
rennikappingini fyri vaksin. Harumframt verður eisini
barnarenning á skránni. Hetta verður gjørt í samband
við Vestanstevnuna, sum verður í Sandavági í ár.
Bólkarnir verða teir somu, sum hava verið brúktir fyrr í
summar, og startur og mál vera við húsið hjá
Tryggingarfelagnum Føroyar.