fríggjadagur 10. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 130 - 10. juli 2009
tíðindi
Føroyski rockbólkurin SIC er
í uppskoti til virðisløn hjá Just
Plain Folks, har eisini Lena
Anderssen er tilnevnd
Tónleikur
Eyðun Klakstein
Eydun@ras2.fo
Tvey føroysk tónleikanøvn eru í uppskoti til virðislønir
hjá felagsskapinum Just Plain Folks, sum er heimsins
størsti óhefti tónleikafelagsskapur. Lena Anderssen er
tilnevnd til virðislønina sum besti kvinnuligi singer/
songwrier.
Og rockbólkurin SIC er í uppskoti til virðislønina fyri
Death Metal tónleik.
Sambært fyrireikarunum, so hava heilar 42.000 fløgur
og 560.000 løg verið í uppskoti, áðrenn komið er fram
til tilnevningarnar.
Heiðurstiltakið verður hildið í Nashville í USA 29.
august
SIC í upp
skoti til
virðisløn
Drápiligir uppreistrar
fáa kinverskar
myndugleikar at
steðga allari ferðslu
til netsíður sum
Facebook og Twitter,
umframt at Youtube
leingi hevur verið á
svartalista
SenSurur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Eftir drápuligu uppreistr
arnar í vestara økinum av
Xinjiang
landslutinum
farna vikuskifti, hava kin
verskir myndugleikar tikið
øll vanlig stig, fyri at forða
borgarum
atgongd
til
útlendskar nettænastur.
Fyriuttan at hava kryplað
vanliga netferðslu, hava
myndugleikarnir
eisini
steðgað atgongd til Twitter,
burturbeint allar tilvísingar,
sum ikki frammanundan
eru góðkendar, á sterkum
leitiskipanum til harðskapin,
og hevur eftir øllum at
døma nú eisini tikið stig til
at forða borgarunum í at
rita inn á Facebook frá
flestu pørtum at kinverska
meginlandinum. Tað skrivar
The Washington Post.
Hetta
gera
kinversku
myndugleikarnir helst til
tess at betri kunna stýra
tíðindaflutninginum út úr
landinum, og harvið kunna
sensurera
tilfar,
ið
kommunistiska
kinverska
stjórnin ikki er so fegin um
at umheimurin skal síggja.
Fyri bert tveimum vikum
síðani høvdu myndugleik
arnir forða atgongd til næst
an allar Google tænastur,
harímillum Gmail, Google
Apps og Google Talk.
Georg Godula
frá Web2Asia
skrivaði í gjár:
“Frá í dag klokkan 20
kinverska
tíð
tykist
Facebook ikki longur verða
atkomuligt frá flestu pørtum
av kinverska meginland
inum. Á China Telecom
sambandinum
á
okkara
Shanghai kontóri bleiv tæn
astan burtur umleið 19.45.
Vinir í Hong Kong boða
frá, at tey kunnu enn sleppa
á heimasíðuna.”
Ein skjót roynd á Web
sitePulse váttar blokaduna
av Twitter og YouTube (sum
hevur verið forðað í eina tíð
nú) og nú eisini Facebook, í
øllum førum í nøkrum pørt
um av landinum.
Kina forðar atgongd til Twitter
og Facebook eftir uppreistrar
Málið hjá Facebook er kanska at geva fólkinum valdið at deila og lata heimin upp, men tað er
júst tað, kinverska stjórnin nú forðar sínum fólki at gera (mynd: www.techcrunch.com)
Nú verður
miðjaðari gjørdur
frá Mannbrekku til
Sunds. Hetta arbeiðið
er ein partur av
arbeiðinum at betra
um ferðslutrygdina
eftir Kaldbaksvegnum
VegakerVið
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Arbeiðið at betra um ferðslu
trygdina á teininum frá
Kollfjarðartunnlinum og til
Havnar hevur nú verið í
gongd í nøkur ár og verður
ætlandi liðugt samstundis
sum síðsti parturin av asfal
teringin á teininum verður
gjørdur.
Eitt av tiltøkunum at
betra um ferðslutrygdina
var at gera miðjaðara á tein
unum frá rulluportrinum
við Sandvíkarhjalla til rund
koyringina við vegin Langa.
Miðjaðarin var gjørdur við
tveimum miðstrípum við
einari frástøðu á umleið ein
metur, har tað vóru fresaðar
rumlistrípur.
Enn er ov tíðliga at eftir
meta ferðslutrygdarátakið.
Men av tí at tað vísir seg, at
fólk
eru
sera
væl
nøgd, hevur Landsverk av
gjørt at royna hetta átakið
eftir øllum Kaldbaksvegnum
líka inn á Sund, sigur Lands
verk.
Rumlistrípurnar
koma
Sum partur av viðlíkahaldi
av landsvegum, var Kald
baksvegurin í seinastu viku
asfalteraður frá Hvítanesi
til Sunds. Landsverk av
gjørdi tá eisini at mála mið
strípurnar við miðjaðara á
hesum teini.
Miðstrípurnar eru nú mál
aðar frá Mannbrekku til
Sunds. Ætlanin er at fara
undir at fresa rumlistrípurnar
í vegøkslina og í miðjaðaran
í næstum.
Av
øðrum
tiltøkum,
ið framd fyri at betra um
trygdina á Kaldbaksveg
num, kunnu nevnast trygg
ing av vegamótum, tryggari
vegjaðari, rumlistrípur, um
faringarbreyt í Kaldbaks
botni og víkibreyt á Sand
víkarhjalla.
Miðstrípurnar eru nú málaðar, og rumlistrípurnar koma fyrsta dagin (mynd: Landsverk)
Miðjaðari gjørdur á Kaldbaksvegnum
Kunngerðir og koyri
líkindi á telefonsvarara
Nú ber aftur til at ringja inn á telefonsvarara hjá Landsverki,
og tænastan er nú víðkað til at umfata bæði kunngerðir og
koyrilíkindir.
Tað einasta, sum tú skalt gera, er at ringja á tlf. 340 802
og fylgja vegleiðingini, so hoyrir tú nýggjastu kunngerðirnar
og koyrilíkindini.
Skutu egin flogfør niður
Í krígnum við grannalandið Georgia seinasta summar mistu
russar seks flogfør, sum vórðu skotin niður. Men nú er komið
fram, at russar sjálvir skutu trý teirra niður. Tað stendur at lesa í
einum russiskum hernaðartíðarriti, sum BBC hevur hugt í. Tað er
ein hernaðarserfrøðingur á stovninum Centre for Analysis of
Strategy í Moskva, sum hevur sklrivað greinina. Hansara
niðurstøða er, at samskiftið millum herin og flogvápnið virkaði
ikki nógv væl í krígnum, og at tað hevði álvarssamar avleiðingar
við sær. Tað hevur eisini elvt til nógv kjak, hvussu tað bar til, at
tann russiski herurin misti so nógv fólk í krígnum, hóast hann
var nógv sterkari enn tann georgiski herurin.