fríggjadagur 10. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 • 10. juli 2009
Vikuskifti
4
Petur trýstir á sína iPhone.
Vit sita niðast við Áarvegin, í
bygninginum sum einaferð var
Djurhuus hotell, beint yvir av
Café Natúr. Her angar av søgu
og skeivum vinklum og tað
ríkir í gamla træ gólvinum, tá
gingið verður á tí. Nú ljóðar úr
fartelefonini. Eitt fangandi og
melodiskt country-lag spælir.
Hetta er røddin hjá Peturi og
klangurin er púrasta autentiskt
country. Petur hevur skrivað
sangin fyri stuttum og tað er
bert eitt av mongum løgum, ið
hann sjálvur hevur skrivað og
innspælt. Eitt studio er innrættað
í kjallaranum heima við hús uppi
á Hamarinum á Argjum, har hann
og konan Elsa búgva við teirra
døtrum– 12 ára gomlu Barbara og
3 ára gomlu Beintu.
Nýtt felag undir
gamlari lon
Her niðast við Áarvegin hongur
eitt lítið skiltið við hurðina á
gomlu húsunum, vit sita í. AEL
– American Euro Link – stendur
skrivað við lítlum. Hetta virkar
sum skrivstovuhøli fyri nýggja
felagið, ið Petur hevur stovnað
saman við Jákupi Zachariassen.
Felagið sá dagsins ljós í snarari
vend síðsta ár, aftan á at Petur
og Jákup prátaðu um, at stuttligt
hevði verið at gjørt okkurt saman.
“ Eg ringdi til Jákup og vit fóru
oman til Niels Winther (advokat,
blðm) og stovnaðu felagið upp
á standandi fót,” minnist Petur.
“Hugskotið við AEL er at fáast
við ymsar greinar innan tónleik
og undirhald. Vit spurdu okkum
sjálvar eisini: hví altíð keypa
konsertir – hevði ikki eisini verið
eitt hugskot at selt konsertir?
Ein høvuðstanki er sostatt, at
vit eisini ætla selja tiltøk og
gera íløgur í ætlanir, sum vit
halda síggja spennandi út. Vit
fara ikki fram eftir fummum og
ætla okkum ikki at gloypa um
meira enn vit kunnu svølgja.
So tú kanst siga, vit taka tað
eitt sindur, sum tað kemur.
Fyrsta tiltakið hjá okkum verður
Nashville.fo, har gallakonsert
og tónleikavinnudagur eru
høvuðshendingarnar.”
Bæði Petur og Jákup hava
royndir innan tónleikin.
Jákup hevur verið virkin á
tónleikapallinum í mong ár, bæði
sum studio eigari og tónleikari
– og ikki minst sum oddamaður
fyri føroyskum fløguframleiðslum
í Nashville, USA. Petur hevur,
umframt at hava givið tvær
útgávur út undir egnum navni,
seinastu árini, gjøgnum felagið
Five Star Entertainment, eisini
nomið sær royndir innan
vinnuliga partin av tónleiki. Sum
við so nógvum av tí, ið Petur velur
at fara í holt við, fær tú fatan av,
at hugurin til nýggjar avbjóðingar
drívir verkið, og tá tað snýr seg
um Five Star Entertainment, so
var søgan ikki heilt ólík søguni
um AEL.
“Konuni og døtrunum dáma væl
karrybollar, so eg sat henda eina
dagin í City og fekk mær burgara
– karry er onki fyri meg – tá Bogi
Andreasen við einum ovfarnum
eygnabrá stingur høvdið inn
um hurðina í grillstovuni.
Hann sigur mær hugskotið við
nýggja felagnum og soleiðis
gjørdist eg partur av Five Star
Entertainment.” Hetta felagið
hevur seinastu árini eitt nú
staðið fyri stóru konsertunum við
Bryan Adams á Tórsvølli og Kris
Kristofferson í Ítróttarhøllini á
Hálsi. “Tann vegin havi eg fingið
Frá nót til nótar
Samrøða
Niclas Johannesen
Fyri trimum árum
síðani stóð hann á
odda fyri rakstr
inum av heimsins
størsta nótaskipi
av sínum slag,
Krúnborg. Í dag
syngur hann síni
egnu countryløg
inn í heimastudio
og hevur saman við
Jákupi Zacha rias
sen stovnað felagið
AEL, ið nú hálar
heimsins bestu
Nashville tónleik
arar til Føroya at
spæla saman við
fleiri av Føroya
fremstu sangarum
Mynd: Beinta Haraldsen