Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 130 - 10. juli 2009 Tað er púra mein­ ings leyst at fólk í al mennum starvi skulu krevja lønar­ hækking, samstundis sum vit ætla at taka frá øllum øðrum, sig ur formaðurin í Fólka flokkinum KreppupaKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað liggur púra fast, at út reiðsl urnar hjá lands- kassa num skulu ikki hækka eina krónu næsta ár. Jørgen Niclasen, for mað- ur í Fólkaflokkinum, er ómeta liga harmur um, at fak feløg ini á almennu a r- beiðs marknaðinum tvíhalda um, at tey skulu hava eina lønar hækking upp á 3% í ár. Í kreppupakkanum hjá sam gonguni var tað ein part ur, at almenn starvsfólk skulu frásiga sær lønar- hækk ingina, tey eiga at fáa tann 1. oktober eftir sátt- mála num. Men nú hava tey boðað lands stýrismanninum í fíggjar málum frá, at tað vilja tey ikki góðtaka. Gongur ikki báðar vegir Jørgen Niclasen staðfestir, at hetta setir ætlaða kreppu- pakk an hjá samgonguni í eina heilt nýggja støðu. Hann sigur, at grund ar- lag ið undir pakkanum er burt ur dottið, tí tað er bara tal an um ein samlaðan pakka og talan kann sostatt ikki verða um ein hálvan pakka. - Tað harmar meg, at tann sam haldsfasta ketan hjá fak fe løg u num glapp av í evstu løtu, eftir at tey í eina tíð hava verið við í kon- struk tivum samráðingum við landstýrismannin í fígg- j ar málum, sigur for mað ur- in í Fólkaflokkinum. Hann sigur, at grund ar- lagið undir kreppu pakka- num var, at allir partar í sam felagnum skuldu bera sín part av byrðunum. - Tí er tað ongin saman- hangur í, at vit í Løg tingi- num og landsstýrinum og øll onnur í almennum star- vi, skulu krevja eina lønar- hækking, samstundis sum vit skulu taka frá øllum øðr um pørtum í sam felag- num. Hann vísir eisini á, at í sátt málanum stendur, at broytast umstøðurnar í sam felag num munandi, skal tað bera til at samráðast um lønirnar av nýggjum. Jørgen Niclasen heldur, at hetta eigur at ganga báð- ar vegir. - Fyri einum ári síðani, tá ið ætlanin var at hækka løn- ir nar, vóru fakfeløgini al tráð eftir at samráðast við fíggj ar málaráðið. Men nú tað gongur hinvegin, er hurð in tíverri læst. Samhaldsfasta ketan gloppin av Hann staðfestir, at verður onki gjørt, verður hallið á fíggjarlógini næsta ár einar 900 milliónir krónur og tað ber ikki til. - Tí er tað eitt krav, at rakstr ar út reiðslurnar hjá tí al men na sleppa ikki hækka næsta ár. Jørgen Niclasen sigur, tí er neyðugt at tálma út reiðs- lu r nar, samstundis sum um at virksemisskapandi tiltøk verða sett í verk. - Og í tí sambandi slepst ikki undan at senda borg ar- u num rokningar og vit sígg- ja onga sum helst meining í, at almenn lønt skulu hækka teirra lønir, sam- stund is sum inn tøku grund- ar lagi hjá øðrum skal lækka. - Tann samhaldsfasta ket- an gleppur heilt av, tá ið vit í almennum starvi skulu hæk ka okkara lønir, sam- stundis sum vit eru til reiðar at lækka inn tøku grund ar- lag ið hjá øllum øðrum bólk um í samfelagnum við lóg, leggur hann afturat. Og formaðurin í Fólka- flokkin samanber kreppu- pakkan við ein eplasekk. - Tað skal bara eitt rotið epli til at spilla allan sekkin og tað er onki sum eitur ein hálvur kreppupakki. - Men tað ber rætt og slætt ikki til og tað er heldur ikki rímiligt móti øðrum sam felagsbólkum, at út reiðslu r nar til almennar løn ir hækka næsta ár. Ymsir møguleikar Kortini vil hann ikki siga, at samgongan nú má byrja samráðingarnar um kreppu- pakkan av nýggjum. - Nú vísir tað seg, at ein partur av kreppupakkanum verður ikki, sum vit høvdu æt lað. Tí má fyrsta stigið vera at landsstýrismaðurin kem ur til samgonguna við upp skoti um, hvussu akkur- át hesin ítøkiligi parturin av kreppupakkanum kann loys ast. - Men finst ongin loysn á hesum trupulleikanum, fer kreppu pakkin at detta sund- ur, men tað trúgvi eg onki upp á. - Men nú hevur lands- stýrismaðurin í fíggjar mál- um tvíhildið um, at hann fer ikki at leggja uppskot fyri Løgtingið um at strika lønarhækkingina við lóg? - Tað kann so bara merkja, at hann hevur okkurt annað uppskot um, hvussu tru pul- leik in skal loysast og tað gleða vit okkum til at frætta um. Men Jørgen Niclasen sig- ur, at ein møguleiki er at gera greitt, at øll tiltøk, sum verða sett í verk ímóti øllum borgarum, verða gjørd við lóg, eisini mótvegis teimum al mennu løntu. Hann ásannar, at hetta verður kanska ringt at svølg ja hjá summum. Hinvegin staðfestir, at Løg t ing ið hevur fyrr lagt seg út í lønarspurningar und ir serligum umstøðum. Men ein annars møguleiki er rætt og slætt at gera greitt fyri øllum pørtum, at játtan- in til almennar lønir fer ikki at hækka næsta ár. - Tey almennu fakfeløgini vilja ikki vera við í eini sam halds fastari løn og tí mugu tey so bara góðtaka, at vit seta nýtsluna eftir inn tøkuni. Hin møguleikin er at lata vera við at minka hallið, men tað er ikki ein møgu- leiki í hugaheiminum hjá Jørg en Niclasen. - Vil landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki strika lønarhækkingina hjá almennum starvsfólki við lóg, má hann hava okkurt annað uppskot um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast og tað gleði eg meg at frætta um, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum Kristjana Stéfánsdóttir er kend víða fyri sín frálíka sang innan jazz og blues. Hon býr í Reykjavík og hevur leingi verið millum tey fremstu í íslendskum tónleiki. Mikukvøldið 15. juli verður møguleiki at fáa eitt musikalskt upplivilsi saman við henni og teimum báðum Agnari Már Magnússyni, klaver og Edvardi Nyholm Debes, bass. Konsertin er eitt av tiltøkunum í hundrað ára haldi Tórshavnar kommunu eins og sangskeiðið, ið Kristjana er komin til Føroya at hava. Kristjana er millum fremstu sanglærarar Íslands. Nú er Kristjana lærari á íslendska tónlistaháskúlanum FÍH, og hon er nógv eftirspurd til aðra undirvísing, m.a. sum sangvenjari til pallframførslur í íslendskum sjónleikarhúsum og í sjónvarpi. Kristjana hevur júst havt ábyrgdina av sangvenjingini til framførsluna av amerikanska sangleikinum “Sound of Music” á Borgarleikhúsinum í Reykjavík. Fyri tveimum árum síðani var Kristjana venjari hjá Jógvani Hansen í íslendsku X-Factor sangkappingini.Jazzkvøldið á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn verður mikukvøldið 15. juli klokkan 20. Atgongumerkið kostar 100 krónur og fæst við dyrnar. Almennar lønir skulu ikki hækka eina krónu