fríggjadagur 10. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
10
Nr. 130 • 10. juli 2009
Hann lærdi at spæla guitar,
tá hann var 12 ár, í skúlanum
høvdu hann og vinmenninir
orkestur og sóu upp til Beatles,
og í 1987 spældu teir inn sangin
»Føroyingar« í útvarpshøllini í
Sortudíki. Uni Arge sang, og
sangurin um føroyingarnar,
sum høvdu tað best undir Gøtu
Tróndi, var ofta at hoyra síðst í
áttatiárunum.
Hetta kundi verið spírin
til uppaftur fleiri sangir frá
vinmonnunum í Eysturskúlanum,
ið eftir skúlatíð plagdu at skriva
sangir um alt frá Rockall til
omanlop í føroyskum fjøllum.
Men sum so mangan áður skiltust
flokfelagarnir eftir skúlagongdina
og fingu annað at takast við.
Uni Arge fór at spæla fótbólt,
og tónleikurin gjørdist mest
heimaítrív.
- Eg brúkti allan mín ungdóm
til fótbólt, og eg fekk óteljandi
upplivingar í fótbóltinum, sum
eg eri fegin um. Men guitarin
var altíð við onkursvegna. Beiggi
mín lærdi meg fyrstu akkordirnar,
tá eg var 12 ár, og eg gjørdist
longu tá hugtikin av guitarspæli
og sangskriving. Tann stóra
fyrimyndin var og er enn Beatles,
serliga John Lennon. Har byrjaði
mín tónleikaáhugi, sigur Uni.
Skrivaði ferðslufløgu
Meðan fótbólturin rullaði
skjótast, hoyrdist hendingaferð
frá Una í sambandi við tónleik.
Hann gjørdi onkrar vísur til
útvarps sendingar, ein sang
hevði hann við á HB-fløguni frá
1993, og í 1997 skrivaði hann
allar tekstirnar á fløguni »Síðsta
skríggj«, sum Ráðið fyri Ferðslu-
trygd gav út. Jóhannus á Rógvu
Joensen skrivaði løgini.
- Mín fyrsta stóra roynd í sang-
skriving var »Síðsta skríggj«. Eg
skapti alt innihaldið úr egnum
høvdi. Ein kendur sangur á fløguni
var sangurin um Turbo Petur, og
ein annar var um tað forelskaða
parið, sum ein summardag fór
biltúr og koyrdi útav. Tað var
umfatandi at skriva allar 13 tekst-
irnar, men eg lærdi nógv og sá, at
hatta dugdi eg kanska, sigur Uni.
Tá ár 2000 skuldi hátíðar-
haldast, setti Uni orð og lag til
sangin »Túsundtals ár«, sum
varð spældur nógv í útvarpinum,
meðan ár 2000 fór afturum.
Sang urin kom seinni við á fløguna
»Mitt í sjónum«. Í 2004 hevði
hann tríggjar sangir við á fløguni
HB 100, og tá hevði hann gjørt
av, at meira skuldi gerast við
tónleikin.
- Eg visti tá, at løtan var komin,
at eg skuldi fara at gera álvara av
mínum útgávudreymum. Í 2007,
tá eg so sat við øllum møgu ligum
tilfari framman fyri mær, sum
eg hevði skrivað, ringdi eg til
grannan hjá mær, Jákup Zacha-
riassen, og segði, at eg kundi
hugs að mær at tikið upp eina
demo. Niclas Johannesen kom
seinni upp í leikin, og burtur úr
tí kom so »Mitt í sjónum«, sigur
Uni.
At fáa ummæla
Uni fekk ikki bara blíða viðferð,
tá »Mitt í sjónum« kom út. Eitt
ummæli í Dimmalætting stað-
festi, at hann hevði skapt ársins
fløguyvirraskilsi, men summir
ummælarar í útvarpinum vóru
ikki mjúkir at strúka og fóru illa
við fløguni. Kortini hava nógvir
av sangunum á »Mitt í sjónum«
verið nógv at hoyrt, síðan fløgan
kom út.
- Eg kann ikki siga, at eg
gjørdist kløkkur av reaktiónini
hjá summum ummælarum, tí eg
væntaði satt at siga, at summir
fóru at hava ilt við at góðtaka,
at fótbóltsspælarin var farin at
gera fløgur. Men eg trúði uppá, at
sangir eru sangir, og at um sangir
hanga saman, verða teir spældir
og hoyrdir. Tað vísti seg eisini at
vera so, sigur Uni.
Tá »Mitt í sjónum« var kom-
in út, umhugaði Uni Arge
næsta tónleikaliga stigið, men
umhugsunartíðin var ikki long, tí
4-5 mánaðir eftir útgávuna komu
sangir í hópatali spríkjandi úr
íblástrarkelduni, sum nú var farin
at prutla.
- Eg skrivaði sangir í tveir
mán aðir, og tá eg hevði nóg
nógv ar sangir til eina fløgu aftrat,
sendi eg boð eftir Niclasi, og vit
fóru at arrangera sangirnar til
»Meldurtíð«. Málið var at gera
fløg una meira akkustiska og
arrangera tónleikin rundan um
guitar an, røddina og frásagnirnar.
Tað hevur eydnast, haldi eg, men
fyri at hava variatión í fløguni,
hava vit eisini pumpað onkrar
sang ir upp við rockguitarum, sigur
Uni.
Fjølbroytt fløga
»Meldurtíð« er ein blandingur
av eygleiðingum, atfinning og
kærleikslýsingum. Har er tilfar
til tey hugsunarsomu, ótolnu og
romantisku, sigur útgevarin.
- Eg havi tað stóra perspektivið
við í sanginum »Dicuil skrivar«
og lýsi í honum landið og
søguna. Í sangunum »Mjørki
í Havn«, »Býarmynd«, »Í eini
lon«, og »Fótafet á nátt«
minkar perspektivið, og eg lýsi
vanlig fólk og stemningar í
nærumhvørvinum, greiðir Uni frá.
Í sangum sum »Lurtað leingi
her« og »Miðlarnir mala« er
hann meira bersøgin og viðger
nútíðina, sum hann upplivir hana.
- Sangin »Lurtað leingi her«
havi eg skrivað, tí eg troyttist
ikki sørt av at hoyra politikarar
tosa um alt, sum skal henda,
men so hendir onki allíkavæl.
Nógv verður snakkað í politikki,
men vit flyta lítið, og tí fær
politikkurin meg ikki at droyma
um nakað størri enn tað vanliga
sjabbið. Politikkur eigur at vera
meira inspirerandi, enn føroyskur
politikkur er, heldur Uni.
»Miðlarnir mala« er eisini
ein viðmerking til nútíðina við
hurrandi sjónvørpum, útvørpum
og netsíðum, har fólk annaðhvørt
eru passivir móttakarar av
endaleysari informatión ella
luttaka aktivt í teldunetverkum,
har hvørt fótfet í gerandisdegnum
nú verður almannakunngjørt.
- Eg sigi í sanginum, at alt er
ein meldur í eini meldurtíð, og
at vit í grundini ongantíð hava
frí, soleiðis sum miðlarnir mala.
Sjálvur eri eg journalistur av
útbúgving og kann ikki liva uttan
miðlar, men eg síggi væl, at teir
greiðastu tankarnar hugsi eg, tá
alt er sløkt, sigur Uni, sum eins
og á fyrru fløguni hevur fleiri
kærleikssangir á »Meldurtíð«.
- Ein fløga uttan kærleikssangir
er sum eitt summar uttan sól, so
sjálvandi eru kærleiksvísurnar
eisini við hesaferð, sigur Uni Arge
at enda.
Útgivið 24 sangir
í hálvtannað ár
Tað tók sína tíð, áðrenn Uni Arge av álvara fór undir at taka
upp tónleik og geva hann út. Men seinasta hálvtannað árið
er rættilig ferð komin á sangskrivingina hjá journalistinum
og fyrrverandi landsliðsspælaranum í fótbólti. Tilsamans 24
nýggir sangir eru útkomnir á fløgunum »Mitt í sjónum« og
»Meldurtíð,« sum kom út mikudagin
Fløguútgáva
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo