Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 130 - 10. juli 2009 – Sjálvandi er tað ein trupulleiki hjá teirri politisku skipanini, at tað, sum er játtað á fíggjarlógini, ikki sam, svarar við ta veruligu nýtsluna. Men haðani og til at siga, at talan er um lógarbrot, er eitt í so langt lop, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løg­ tings maður, løg­ tings formaður, lands stýrismaður og løg maður í viðmerk­ ing til kjakið um meirnýtsluna hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni við Sosialin Heimildarloysi Árni Joensen arni@sosialurin.fo Jógvan Sundstein sigur, at løgtingsfíggjarlógin er lut­ víst ein játtanarlóg og lut­ víst eitt budsjett, og tí ber tað ikki til at krevja, at rokn skapurin og játtanin skulu samsvara upp á oyrað. Tað ber heilt einfalt ikki til. Tí er tað eisini burturvið at krevja, at tað skal vera grundgeving fyri, at ein lands stýrismaður skal noyð ast frá. Tað gevur púra onga meining, sigur Jógvan Sundstein. – Men hvussu skal tað tulkast, tá lógin sigur, at eing in útreiðsla skal fremj­ ast, uttan at játtanm fyri­ liggur í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg? Jógvan Sundstein sigur, at sjálvandi skal ein játtan vera. Men tað er ikki bara fíggjarlógin, sum er ein játtan, og lógin vísir tí eisini til aðrar játtanarlógir. Lógarbundnar útreiðslur – Hyggja vit at hesum mál­ inum, so snýr tað seg um meir nýtslu innan almanna­ mál og heilsumál. Taka vit almannamálini fyrst, so eru næstan alt lógarbundnar út reiðslur, sum sostatt hava heimild í aðrari játtanarlóg. Eitt nú er ein stór meirnýtsla innan fyritíðarpensjón, men lógin um fyritíðarpensjón sigur, at øll, sum hava rætt til fyritíðarpensjón, skulu fáa pensjónina útgoldna. Er ikki nóg mikið sett av á fíggjarlógini, má játtanin yvirtrekkjast, tí tann lógin gongur fram um fíggjar lóg­ ina, sigur Jógvan Sund­ stein. Hann sigur, at sjálvandi skal viðkomandi lands­ stýrismaður koma við ein­ um uppskoti um eyk a fíggj­ arlóg afturat tí, sum stendur á fíggjarlógini, men tað hev ur uppaftur størri týdn­ ing, at landsstýrið leggur seg eftir at leggja eina fíggjarætlan, sum veruliga samsvarar við tørvin. Jógvan Sundstein leggur afturat, at í tí partinum, sum snýr seg um almannamálini, er meirnýtslan 88 milliónir krónur brúktar ov nógv, men av teimum eru tær 85 milliónirnar lógarbundnar eftir aðrari játtanarlóg. So ­ statt eru bara tríggjar milliónir eftir. Kann ikki steðga upp Tá talan er um meirnýtsluna á heilsuøkinum, er støðan eitt sindur øðrvísi, tí her er ikki talan um lógarbundnar útreiðslur á sama hátt sum innan almannamál. Tey stóru tølini frá meirnýtsluni stava frá teimum trimum sjúkrahúsunum og servið­ gerð uttanlands. – Her kunnu vit siga, at hetta er meirnýtsla út yvir tað, sum fíggjarlógin játtar, og at her er eingin onnur lóg, sum gevur heimild til meirnýtsluna. Her er talan um skeiva meting og ov til­ vildarligt eftirlit, sigur Jógv an Sundstein. Hann vísir í hesum viðfangi á, at tað er ikki so langt síðani, at Løgtingið valdi at játta minni, enn landsstýris mað­ urin bað um, og at tá er úr ­ slitið givið framman undan. Jógvan Sundstein minnir í hesum sambandi á eina fíggjarlógarviðgerð í seksti­ árunum. Kristian Djurhuus var landsstýrismaður í fíggj armálum, og undir orða skiftinum fór hann upp á røðarapallin og ásannaði, at landsstýrið hevði brúkt meiri, enn fíggjarlógin játt­ aði, men at tað bar ikki til at leggja alt stilt, tá árið fór at halla, tí játtanin ikki rakk. – Hetta er eisini galdandi í dag. Hans Pauli Strøm kann ikki lata Lands sjúkra­ húsið aftur, tí játtanin á fíggjarlógini ikki røkkur, sigur Jógvan Sundstein. Góðkent í Løgtinginum Fyrrverandi landsstýris­ mað urin í fíggjarmálum sig ur, at trupulleikin við meir mýtslu er ikki nakað ser fyribrigdi fyri Hans Paula Strøm og heldur ikki bara fyri almanna­ og heilsu mál. Hinvegin er tað ein veruleiki, at hann hevur mett skeivt, tá fíggjarlógirnar eru lagdar, og at hann hevur verið ov seinur at biðja um eykajáttan. Men hann hevur eisini havt tann politiska trupulleika, at Løgtingið hev ur játtað minni, enn hann hevur mælt til ella biðið um, og at Løgtingið ikki hevur játtað honum eykajáttan, fyrr enn eftir at útreiðslurnar eru falnar til gjaldingar. Jógvan Sundstein heldur ikki, at landsstýris mála­ nevndin hevur viðgjørt málið um Hans Paula Strøm nóg gjølla og út frá egnum fyritreytum. Nevndin hevur viðgjørt nøkur tøl, sum lands grannskoðanin er kom in fram til, og sum sjálv andi eru røtt. Men sam bært Jógvani Sundstein gloymir landsstýrismála­ nevndin, at Løgtingið á hvørjum ári hevur góðkent landskassaroknskapirnar við viðmerking frá grann­ skoðarunum um, at lands­ stýrið hevur brúkt meiri pen ing enn játtað. – Løgtingið samtykt lands kassaroknskapirnar fyri 2005 og 2006, og var tað lógarbrot, tá lands­ stýrismenn brúktu meiri enn tann játtaða peningin, so hevur Løgtingið staðfest lógarbrotið. Og tá tann lóg­ gevandi myndugleikin hevur góðkent tað, sum er farið fram, ber tað ikki til at koma eftir einum lands­ stýris manni aftaná, sigur Jógvan Sundstein. Eiga at læra Jógvan Sundstein er partvíst samdur við Annfinni Kalls­ berg, fíggjar nevndar for­ manni, sum segði við Sosial in fyrr í vkuni, at nú ræður um at hyggja fram­ eftir. – Sjálvandi skal ein hyggja frameftir, men tað er eisini umráðandi at læra av tí, sum er hent, og sum liggur í hesum málinum. Samstundis skal ein gera sær greitt, at útreiðslurnar til eitt øki sum almannamál eru játtaðar í øðrum játt an­ arlógum og tí ikki neyð­ turvi liga samsvara við játt­ anina, tá uppgjørt verður. – Er hetta við øðrum orð­ um ein trupulleiki, sum vit ikki sleppa undan? – Hetta er ein trupulleiki, sum eigur at eggja politik­ ar unum til eitt neyvari fíggjarlógararbeiði, so fíggj arlógin samsvarar bet­ ur við veruleikan, og at tað, sum verður brúkt ov nógv, skal játtast við eykafíggj ar­ lóg sum skjótast, sigur Jógvan Sundstein at enda við Sosialin. Løgtingið hevur góð- tikið nýtsluna Hasj hjá tingformanninum Í Grønlandi er Josef Motzfeldt, landstingsformaður, komin í andglettin, eftir at ein flytimaður hevur boðað frá, at hann fann ein klump av hasji í einari íbúð, sum tingformaðurin hevur búð í. Løgreglan í Nuuk váttar, at maðurin hevur latið løgregluni ein klump av hasji, men meiri vil hon ikki siga. Sambært blaðnum AG hevur maðurin greitt frá, at hann fann hasjið í einari reol í stovuni, tá hann og ein starvsfelagi vóru í ferð við at tøma fyrrverandi íbúðina hjá tingformanninum. Josef Motzfeldt avsannar alt. Hann sigur við AG, at hann hevur ongantíð brúkt hasj, men at tað er onkur, sum roynir at gera sær ónáðir. OECD kannar Útnorður Um árslok næsta ár fer OECD at kunngera eina búskaparpolitiska meting av viðurskiftunum í Útnorði, og metingin verður roknað sum eitt týðandi grundarlag hjá Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Vesturnoregi til at skipa framtíðar samstarv á, sigur KNR. Metingin hjá OECD fer at viðgera londini í Útnorði sum eitt øki, og hvørjar møguleikar og førleikar tað hevur, sigur Lars Tholstrup við KNR. Hann starvast á aksrivstovuni hjá NORA, ið hevur høvuðssæti í Havn. Norðurlendska ráðharraráðið er við til at fíggja metingina hjá OECD. Jógvan Sundstein: -Løgtingið hevur samtykt landskassaroknskapirnar fyri 2005 og 2006 og hevur harvið góðkent meirnýtsluna hjá Hans Paula Strøm og hinum landsstýrismonnunum -Tað ber ikki til at lata Landssjúkrahúsið aftur, tí játtanin ikki heldur