fríggjadagur 10. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 • 10. juli 2009
Vikuskifti
9
Det’ hot!
Sólin bakaði niður yvir tey
25.000 fólkini, sum vóru savnað
í Brøndby til ”Vi Rocker” tiltakið,
sum Nik & Jay fram førdu á 27.
juni. Beint eftir at eg hevði prátað
við teir, skuldu teir á pallin, og
fólk bíðaðu ótolin.
Tá pallstjórin presenteraði
teir hoyrdist eitt brøl frá stóru
manna múgvuni, og serliga ungu
konufólkini trokaðu fyri at sleppa
eitt vet nærri pall inum og stóru
fyrimyndunum. Fleiri høvdu
skrivað Nik ella Jay í andlitið.
Teir hava havt ótallig hitt
ígjøgnum árini, og at teir fram
vegis eru vælumtóktir var eingin
ivi um. Fólk sungu við, summi bert
niðurlagið, meðan fleiri dugdu
allar rapp tekstir nar á tamb.
Óansæð aldur vaggaðu mjadn
arnar á fólki við til rútmurnar, og
hóast Nik & Jay kanska ikki hava
heimsins djúpastu tekstir, so blivu
fólk í góðum lag, og summar
stemn ingurin var í topp til løg
sum ”Boingboing”, ”Lækker” og
”Hot”.
Teir lovaðu eina fest, og ein
fest var tað av sonnum.
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Nik & Jay arbeiða í løtuni við eini
øðrvísi útgávu. Við egna felagnum
Nexus fara teir, í samstarvi við Joey
Moe og Jinks, at gera eina EP
útgávu við sjey løgum, sum bert fer
at vera til keyps á netinum – ikki í
handlunum.
Innan komandi vikuna verða hesi
nýggju løgini at hoyra á youtube,
og tónleikurin fer at kunna keypast
á netinum fáar dagar eftir, at Nik &
Jay hava verið í Føroyum.
Nik & Jay eru rættiliga loyndar
fullir, og vilja ikki avdúka serliga
nógv um hesa útgávuna, sum fer at
eita xtra. Navnið kemst av, at teir
hava so nógv eyka tilfar, sum bara
skal út nú.
– Vit ætla ikki at marknaðarføra
nakað serligt. Vit fara bara at leggja
hetta á netið, og so má tað breiða
seg sum tað vil, greiðir Jay frá.
Hetta er tískil ikki ein rættilig fløga
meiri ein roynd, har teir hava spælt
sær í studio og roynt okkurt nýtt.
Hetta verða tey sjey løgini á EP’ini.
Í parentes eru teir, ið hava gjørt
løgini:
Xtra Vol. 1
1. YoYo pt. 2 (Joey Moe, Jinks, Nik
&Jay)
2. Hulahop (Joey Moe, Nik & Jay)
3. [dai] To The Beat (Jinks)
4. Xtranummer (Nik & Jay)
5. Grib Natten (Joey Moe)
6. In The [hæd] (Jinks)
7. Drømmemusik (Nik & Jay)
Næsta útgávan