Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 130 - 10. juli 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Límið loysnað Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær illa dult sítt vónbrot, nú fakfeløgini á almenna arbeiðs markn - aðinum hava sýtt fyri at góðtaka útsetingina av avtalaðu lønarhækkingini. Útsetingin, sigur lands- stýrismaðurin, var límið, sum skuldi halda kreppu- pakkanum saman. Hann heldur fast við, at neyðugt er at spara í almennu útreiðslunum, og hesa støðu tvíheldur landsstýrismaðurin um, sama hvat búskaparfrøðingar siga. Búskapar frøðingarnir hava gjørt vart við, at hetta er tann vælkenda støðan, har landið skal stimbra heldur enn at tálma. Tálma skal ein í tíðum, har búskapurin kókar yvir, har inflatiónin hóttir, trot er á arbeiðsmegi og alt tykist fara yvir gevind. Er støðan hinvegin tann, at virksemið í sam- felagnum støðugt minkar, og arbeiðsloysið harvið økist, ja so eiga stimbrandi tiltøk at verða sett í verk. Sum kunnugt hava fíggingarstovnarnir lyndi til at halda aftur undir slíkum umstøðum, og tí er tað bert tað almenna, staturin, ið kann kann traðka til við búskaparstimbrandi tiltøkum. Tað almenna hevur sum kunnugt til eina og hvørja tíð møguleikar at útvega neyðturviliga gjaldførið, sum kann stimbra følnandi búskaparligt virksemi ella at gera tað øvugta. Søgan seinastu fimti árini hevur víst, at vit í Føroyum duga illa at stýra teimum búskapar ligu sveiggjunum, ið koma fyri í einum marknaðar búskapi. Vit seta stór almenn arbeiði í gongd, tá virksemið annars er stórt, vit tálma ikki, tá tálming er tann fyribyrgjandi heilivágur, sum samfelagnum tørvar. Tá stórkreppan rakti okkum við ræðuligari megi, slógu vit so harðliga bakk, at øll dekkslastin fór í havið. Úrslitini hava vit sæð ferð eftir ferð uttan at gerast klókari. Flestøll framkomin lond hava langt síðan avlisið støðuna og hava avgreitt sínar vakstrarpakkar teir flestu eftir Keynes klassiska leisti. Hjá okkum hendir einki. Ein kreppu- og vakstrarpakki hevur leingi verið ávegis, men landsstýrið hevur sett sær fyri at hann skal límast saman við lønarsteðgi hjá tí almenna. Nú hava avvarandi feløg noktað, og límið er loysnað, sum fíggjarmálaráðharrin so rámandi tekur til. Orsøkin til, at ein hevur valt júst hetta límið, er valla skilagóðar búskaparligar grundir, men heldur eru orsøkirnar politiskar. Borgarligu samgonguflokkarnir reka virðisstríð, og kreppan skal nýtast til at geva fakfeløgunum ein lærupenga. Tað er væl skiljandi, at fakfeløgini hava sagt nei, tí tey hava upplivað hetta áður. Royndirnar av tí læruni vóru ikki góðar. Samgongan átti at kunna sagt sær sjálvum, at hetta fór ikki at ganga, men ideologisk fyrilit og flokspolitisk egináhugamál vunnu á viti og skili, og nú liggur samgongan, sum hon sjálv hevur reitt. Nógv tíð er farin fyri skeyti, pakkin er skrædnaður, innihaldið fokið, og einki hendir. Hetta er ikki nóg gott! Tað má kunna bera til at semjast um ein klassiskan kreppupakka, tá allar aðrar stjórnir í heiminum megna tað. Nú mugu landsstýrisflokkarnir taka seg saman, leggja alt smáligt ideologiskt smá putl til viks, fara í arbeiðsklæðini og koma við tí neyðturviliga kreppufyribyrgjandi og virkisemisfremjandi pakkanum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Júst so – eingin! Øll vilja vit kenna okkum í trygg­ astu og bestu hondum, tá okkara kæru ella vit sjálvi gerast sjúk. Vit kunnu fegnast um, at við gerðar­ møguleikarnir gerast betri í hvørjum á nógvum økjum. Vit senda landsmenn og kvinnur til serviðgerð uttan lands og fáa serfrøð­ ingar hendanvegin. Soleið­ is skal tað vera. Men, tað kostar og er ivaleyst ofta givið væl út. Men hinvegin, kunnu vit blíva við at siga, at vit vilja varðveita verandi sjúk hús­ verk, sum tað er í Føroyum – umframt viðgerð uttan­ lands í størri og størri mun? Vit síggja afturvendandi meirnýtslu í á heilsuøkin um umframt at kostnað urin á uttanlandsviðgerð er vaksandi. Viðgerð í Dan­ mark, Íslandi og aðra staðni. Lat meg siga beinan veg­ in, at tá talan er um ikki loyvda meirnýtslu skal tað sjálvandi hava fylgjur – ikki minst, tá økið hevur fingið allar tær játtanir og eykajáttanir, sum hava verið umbidnar. Men tað er ikki ólógliga meirnýtslan, eg her ætli at viðgera. Hvat bleiv av Valcon? Tað er væl í lagi og neyð­ ugt at undrast ella seta spurnaðartekin við rað fest­ ingar eisini innan sjúk hús­ verkið? Ella hvussu? Minnist tíðindafundin í heyst í samband við fíggj­ ar stýringina á sjúkhús in­ um. Hann snúði seg um sonevndu Valconkann ing­ ina. Haldi ongantíð at kanningin og úrslitini veru­ liga komu til sín rætt og blivu viðgjørd. Í kanningini verður føroyska sjúk hús­ verkið sammett við Born­ holm, Áland, Gotland, Ísland og Grønland. Politisku raðfestingarnar Valconkanningin sigur púra greitt, at umráðandi er, at politikarar taka støðu til, hvat teir vilja hava fyri upphæddina, sum er vaks­ andi til tey trý sjúkhúsini umframt uttanlands við­ gerð. Vit vita, at hetta snýr seg um risastórar upp­ hædd ir , men løgið er, at vit – politikarar ­ ikki av álvara tora at siga hart, hvat vit vilja hava fyri peningin. Haldi oftast at politikarar bara siga: ”Vit skulu hava eitt vælvirkandi heilsuverk, og vit skulu hava tað gott!” – men hvat merkir tað? Svarini eru sera ymisk. Annars segði ein klókur maður við skili fyri heilsu­ politikki: “Einki land fær nakrantíð ráð at veita øll­ um fólkinum alla ta við­ gerð, kanningar og allan tann heilivág, sum vit vita virkar. Heldur ikki, um øll BTÚ verður brúkt til tað!” Enn ein grundgeving fyri, hvussu umráðandi tað er, at vit raðfesta. Er tað ok at vit onga barna psykiatriska deild hava? At Psykiatriski Dep­ ilin aftur er útsettur? Áttu vit at umskipa ávísar part­ ar av sjúkhúsverkinum – endurvejingarmiðstøð og seruppgávur úti um landið. Sjálvsagt, er umráðandi at varðveita arbeiðsplássini. Tørvurin á teimum er enn størri júst nú, enn hann hevur verið í fleiri ár. Skilji væl óttan Tað, tey flestu helst hugsa er: Um vit niðurleggja sjúkrahúsið missi eg og fleiri við mær arbeiðið! Eg hugsi, at vit sjálvsagt skulu varðveita almennu arbeiðs­ plássini. Tørvurin á teim­ um er størri nú enn hann hevur verið mong ár. Alt økið sum hevur við endur­ uppvenjing at gera – ein slíkan depil hevur okkum tørvað í mong ár. Haldi, álitið um endurvenjingi Eysturoynni ljóðar avbera skilagott. Framúr initiativ. Harumframt eru mong, sum bíða og bíða eftir einum røktarheimsplássi. Børnini sum játtanin til barnapsykiatriina røkkur til at diagnostisera, men ikki til at viðgera sálarsjúk børn og ung. Harumframt er alt fyribyrgjandi arbeiðið á heilsuøkinum, sum pen­ ingur ikki er játtaður til – men sum altíð loysir seg nógv betri og er bíligari enn viðgerð. Hvør er glaður? Fái toknir av, at ávís evni eru nærum tabu at tosa um. Men sjúkhúsverkið og heilsuverkið sum heild er avbera kostnaðarmikið – tað merkir ikki, at starvs­ fólkini ikki eru arbeiðssom ella at tey eru dovin. Held­ ur ikki at fysisku karmarnir eru framúr. Man tað merkja, at vit ikki hava torað ella dugað nóg væl at raðfest innan økið. Ger tað nakran glað­ ari? Fær nakar eina betri heilsu av tí ella gerst skjót­ ari frískur? Ført hevur verið fram, at sjúkhúsverkið í Føroyum framvegis er bíligari enn í londunum rundan um okk­ um. So er, staðfesti Valcon­ kanningin, men tað bleiv eisini sagt, at vit seinastu árini hava nýtt nógv størri upphæddir til sjúk hús verk­ ið enn áður. Og at tað ikki kundi halda áfram óbroytt. Ein kann so spyrja, hvat hava vit fingið fyri pening­ in, sum vit nýta meir í dag? Eru tað sjúklingarnir, starvsfólkini ella tey av ­ varðandi sum hava fingið betri kor? Tað eru helst fleiri svar. Men eg haldi meg ikki hava hoyrt nakran siga, at tey sum sjúklingur ella starvsfólk veruliga hava kent seg raðfest ovar­ laga ella at umstøðurnar eru batnaðar munandi – tvørturímóti! Og tað er væl essensurin, at vit mugu hava størri gjøgnumskygni. Bæði so at vit vita, hvat vit fáa fyri peningin og so at fólk vita, hvussu pening­ urin verður nýttur. Oftari og longri innlagdir Eisini vísti kanningin, at føroyingar verða oftari og longri innlagdir enn í lond­ unum rundan um okkum – hetta hóast føroyingar sum er, eru yngri enn í lond un­ um rundanum okkum og heilsustøðan her er góð. Tískil áttu vit at verði sjáldn ari innlagdir. Tí van­ liga eru fólk oftari og longri innløgd, jú eldri tey eru. Hvussu fer hetta mynstrið at ávirka okkum framyvir ? Sjúklingaráðið skal vera við Tað undrar meg, tá eg í miðl unum hoyri, at Sjúk­ lingaráðið varð kunnað um broytingarnar í samband við uttanlandsviðgerð sein­ ast í juni mánaða. Í kunn­ gerðini frá 2006 um Sjúk­ lingaráðið stendur millum annað:” Høvuðsuppgávan hjá sjúklingaráðnum er at viðgera mál av generellum og prinsipiellum týdningi fyri veitingar til sjúkling­ ar..” Hví verða tey tá ikki tikin við upp á ráð – sum fremsta uppgáva teirra er ­ eisini tá broytingar skulu fremjast? Komandi tingseta Vóni, at komandi tingseta fer at bera brá av skilabetri og veruligum raðfestingum – raðfestingum sum geva arbeiðið fleiri til føroyskar hendur – bæði í mun til íløgur og rakstur. Lat okk­ um tora at siga hart, og tora at kjakast um, hvat vit vilja raðfesta. Hvør er ímóti einum vælvirkandi sjúkhúsverki? BErgtórA H. JoENSEN