fríggjadagur 10. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
12
Nr. 130 • 10. juli 2009
Fróði B. Skúvadal,
lívfrøðingur
Fyrstu trolara
royndirnar hjá okkum
Summir føroyingar sigldu hesi
fyrstu árini við bretum og lærdu
har at brúka hendan veiðuháttin.
Teir, sum hetta gjørdu, vóru ikki
væl dámdir, vórðu nærmast
roknaðir sum svíkjarar. Men
hetta kom væl við seinni, tá
ið føroyingar fóru at fáa sær
trolarar. Tann fyrsti trolarin
sum føroyingar áttu var keyptur
í 1905. Hann æt Lord Alfred
Paget og Ólavur á Heygum í
Vestmanna átti hann. Hendan
fyrsta trolararoynd føroyinga
gekk ikki væl. Skipið var tveir
túrar, fekk maskinskaða, fór
niður til umvælingar og kom ikki
aftur. Síðani vórðu fleiri royndir
gjørdar, men illa gekst í hond.
Trolararoyndirnar eyðnaðust ikki
fyrr enn í 1920unum, men seint
gekk, til dømis kom tann fyrsti
trolarin ikki til Klaksvíkar fyrr
enn í 1933. Um hetta mundið var
meginparturin av fiskiflotanum
gamlar sluppir og skonnartir.
Eftir seinna veraldarbardaga
fóru føroyingar at keypa trolarar
úr Bretlandi, og nú tók hesin
fisiskapur seg veruliga upp.
Trol, reiðskapur
í brotasjógvi
Í dag er troling ein tann mest
útskeldaði veiðihátturin í
øllum heiminum. Summi
halda at botntrol skal bannast
fullkomiliga. Hetta er ikki uttan
grund. Eitt trol hevur sum ein og
hvør reiðskapur eina ávirkan á
umhvørvið sum tað verður brúkt
í. Serliga er tað botnumhvørvið
sum verður ávirkað, og tí eru
í dag trý koralløki beinleiðis
friðað fyri troling undir Føroyum.
Eitt trol kann eisini taka nógv
onnur fiskasløg og støddir enn
tey, sum ætlanin var at fara
eftir. Tí eru tað í dag reglur fyri
hvat meskastøddin skal vera í
posanum og annars í trolinum. Í
summum førum er tað eisini eitt
krav at brúka skiljirist til at skilja
óynsktan fisk úr trolinum. Afturat
hesum er troling ein fiskiháttur
sum er sera orkukrevjandi.
Hendan orkunýtslan førur so
aftur við sær, at CO2 útlátið er
lutfalsliga høgt hjá trolarum.
Í Føroyum er CO2 útlátið frá
fiskivinnuni uml. ein triðingur av
tí samlaða útlátinum.
Óttin hjá teimum
gomlu og nútíðin
Fiskurin á grunnunum varð
ikki sópaður upp, sum øllum
kunnugt. Føroyingar hava tikið
trolið til sín samstundis sum
veiðan við húki hevur ment seg
frá ongul og steini, til at vera
tann veiðuhátturin sum gevur
størst virði uppá seg, sum Mynd
2 vísir. Óttin hjá teimum gomlu
um, at fiskurin skuldi verða burtur
av grunnunum, var tó ikki heilt
ógrundaður. Nú meira enn 100 ár
eftur at tann fyrsti trolarin kastaði
undir Føroyum er toskastovnurin
so lítil sum hann ongantíð hevur
verið. Orsøkinar til hetta kunna
vera nógvar, men eitt liggur fast
og tað er at royndin tey seinnu
árini hevur verið størri enn
nakrantíð.
Landgrunnurin ber
ikki meira enn eina
ávísa nøgd av fiski
Regluligar stovnsmetingar av
fiskastovnunum undir Føroyum
hava verið gjørdar síðani 1961.
Hesar kanningar hava verið
gjørdar fyri at kanna lívfrøðina
hjá fiskinum og fyri at gera
eina meting um hvussu stórir
stovnarnir eru. Veiðan eftur toski
hesi árini hevur verið skiftandi
og ongantíð so lág sum árini
1990-1994. Útrokningar av
miðalveiðuni hesi árini hava
víst, at landgrunnurin ikki ber
meira enn eina ávísa nøgd av
týdningarmiklum fiskasløgum
sum toski, hýsu og upsa.
Miðalveiðan á landgrunninum
hevur fyri hesi fiskasløg verið
ávíkavist 24, 17 og 36 túsund
tons. Tað er lítið, sum bendir á
at nógv meira enn hesar nøgdir
kunna veiðast í longdini við meira
roynd. Tì er neyðugt at stýra
royndini, so at hon ikki kemur
uppum eitt vist.
Lógin um vinnuligan fiskiskap
stýrir fiskiveiðuni í føroyskum øki.
Hon varð sett í gildi í 1994 og
kom sum eitt svar uppá tey krøv,
sum vórðu sett Føroyum uttanífrá
undir kreppuni í nìtiárunum.
Upprunaliga vóru kvotur nýttar
til at avmarka veiðuna. Men av
tí at kvotuskipanin ikki riggaði
so eru fiskidagar komnir í staðin.
Fiskidagarnir verða ásettir á
hvørjum ári áðrenn fiskiárið byrjar
og tað hevur mangan elvt til
mikið rumbul. Seinast fiskidagar
vóru ásettir var í 2008. Tá varð
ætlanin at skerja dagarnar til
summar bólkar við 50 %, men
hetta bleiv ikki samtykt av
tinginum.
Spyr fyrst,
skjót aftaná
Føroyar fingu atlimaskap í
FAO (Food and Agricultural
Organization) í 2008. Hetta
er ein felagskapur undur ST.
Hesin felagskapur gav í 1995
út tað sonevndu FAO code
of conduct for responsible
fisheries (atburður viðvíkjandi
ábyrgdarfullum fiskiskapi). Her
verður fyrivarnisreglan brúkt sum
eitt amboð til at staðfesta hvat
ábyrgdarfullur fiskiskapur er.
Grundtankin við hesi reglu er,
at ivin skal koma umhvørvinum til
góðar. Har ið vísindaligur ivi er
um, hvat ávirkanin á umhvørvið
er, skal fyrivarni ráða. Hetta
fyrivarnið merkjur t.d. at minni
skal fiskast av einum stovni um
ivi er um støddina á honum.
Hendan reglan er grundarlagið
undur hugtakinum burðardygg
veiða. Reglan kann eisini sigast
Fer eftir grun
-burðardyggu
Tá ið forfedrar okkara seinast í átjan hundrað talinum sóu
bretsk skip trola á teimum grunnum, sum teir høvdu troytt í
øldir við ongul og stein, hildu teir at hettar var endin á fiskinum
við Føroyar. Tað vardi tó ikki leingi so byrjaðu føroyingar sjálvir
at taka hendan nýggja reiðskapin til sín, og í dag er trolið tann
reiðskapurin, sum dregur tað størstu nøgdina av fiski uppá land.
Í dag eru bæði húkurin og trolið sera effektivir reiðskapir, men
ansast má eftur.
Mynd 1:
Høvuðslutirnir í einum trolið, sum tað sæst so kann eitt trol gapa um stórar nøgdir av fiski.