fríggjadagur 10. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2009
13
Herman Oskarson og fíggjar
málaráðharrin hava seinastu
dagarnar kjakast nakað um tey
átøk, sum politiska skipanin
arbeiðir við í løtuni til tess at
tálma avleiðingunum av heims
umfatandi fíggjarkreppuni.
Tey átøk, sum ítøkiliga spyrj
ast burturúr, hava eftir míni
meting so stóran týdning fyri
tjóðina framyvir, at eg vil mæla
øllum pørtum til at vanda sær
bæði um orð og ikki minni um
gerningar. Orsøkin er, at
fíggjar kreppan bert er onnur og
tann mest sjónliga kreppan,
tjóðini er fyri. Tann strategiska
kreppan er væl truplari at síggja
og tessvegna eisini truplari at
samskifta um. Men hon er væl
tann vandamiklara.
Strategi
Strategi er eitt hugtak, sum
verður brúkt um tað, sum til
samans er við til at flyta til
verugrundarlagið í dag til eitt
enn burðardyggari tilveru
grundarlag í morgin. Saman
borið við næstu strategisku
kappingarneytar okkara.
Strategi er samansetingin av
teimum ætlanum, sum til sam
ans eru við til at flyta okkara
tilverugrundarlag frameftir. Ein
ítøkilig strategi er tí ein saman
seting av ítøkiligum verkætl
anum, sum yvir fleiri ár og eftir
fleiri rásum, tilsamans flyta so
stóran part av okkara gerandis
degi, okkara hugburði og okk
ara samstarvsevnum, at vit
kunnu siga, at
tilverugrundarlagið er styrkt.
Strategisk kappingarstøða er
eyðkend við evnunum at taka
upp samstarv við frægastu
leikarar á vøllinum.
Strategi og búskapur
Sum hugtakið búskapur
vanliga verður brúkt, er tað
rættiliga óheft av strategiska
hugtakinum. Búskapur er
um ferðin í samfelagnum.
Búskapur spyr ikki so nógv
eftir, hvat vit brúka hesa
umferð til. Hetta sæst týðuliga
í kjakinum millum fíggjar
málaráðharran og Herman
Oskarson. Hetta við nyttuni av
tí brúktu krónuni verður nevnt
í onkrum hjásetningi soleiðis
hissini. Ikki tí, at tað er
gloymt, men rætt og slætt tí
yvirskipaða búskaparlæran
(makrobúskapur) hevur
annað høvuðsendamál.
Men rákið í búskapinum
hevur ikki sørt við strategi at
gera. Tí ein búskapur er ikki
burðardyggur yvir longri
áramál uttan strategiskt kjøl
festi. Sagt eitt sindur øðrvísi.
Vit kunnu læna og spæla á
virðisbrævaskálanum í nøkur ár
til tess at økja um umferðina,
men tað rakar okkum aftur
seinni, verður ikki orka sett av
til framburð eisini.
Fyrr var vanligt í búskapar
frøðini at lýsa tað, vit leggja í
framtíðina, við hugtakinum
“íløga”. Hetta bar so dánt til og
gav rímiligar metingar í eini tíð,
tá ið íløgur í byggverk, maskin
ur og amboð vóru høvuðskeldur
til framburð. Soleiðis er ikki
longur. Íløguhugtakið er ov
veikt til at lýsa veruleikan í
einum vitanar og sam skiftis
heimi.
Strategiska
kappingarstøða Føroya
Næsti strategiski kappingar
neyti føroyinga í dag er
Danmark.
Vit kunnu brúka gongdina í
lutfallinum millum fram leiðsl
una (BTÚ) fyri hvønn borgara í
Danmark og í Føroy um at meta
um strategisku gongdina.
Hóast onkur ár við risavøkstri
í føroysku framleiðsluni, er
gongdin í hesum ráki ein
støðug minking við 3% fyri
hvørt 4 ára skeið. Tað er hendan
gongdin, sum skal venda á
burðardyggum grundarlagi.
Tann strategiska kreppan,
sum landið hevur ligið í nú eini
tvey áratíggju, er djúpari í dag
enn nakrantíð síðani seinna
heimsbardaga.
Henda skeiva gongd kann
lýsast við kyksendi. Strateg
iskum kyksendi. Orsøkin er
tann, at tað hesi seinastu tvey
áratíggjuni ikki hevur verið
møguligt at byggja verkætlanir
upp, sum hava strategisk eyð
kenni í innihaldi og í tíðar
karmi, og at fáa tær til høldar.
Seinasta árið havi eg tó givið
til kennar alment, at ábendinger
eru um, at vit helst eru komin á
botn. Er hendan metingin
nøkunlunda røtt, er tíðin nú
búgvin til at geva til kennar,
hvussu vit kunnu vinna framá
eisini strategiskt.
Víðsjón
Hóast vit í leiðslulæruni
ar beiða við støði í gerandis
degnum í dag, kann tað vera ein
fyrimunur í samskiftinum í
almenna rúminum at arbeiða
við støði í lýsingini av
gerandisdegnum í morgin.
Hvat vilja vit, at børn
okkara skulu fáast við – kryvja
upsa? Skera flak? At sita í
Suðuroy ella á Sandoynni og
avgreiða almennar uppgávur,
sum eru fakliga loystar í øðrum
londum?
Alt skal gerast og flestu
okkara átaka okkum okkara
part av tí, sum ikki er so
stuttligt og so gevandi, men
flestu okkara ynskja okkara
kæru okkurt “meiningsfylt”.
Meining er framtíð. Tað var
tann tíð, tá tað var framtíð í at
kryvja upsa. Tá var tað eisini
eitt veruligt góðynski millum
foreldur flest fyri børn teirra.
Hóast fiskivinnan verður ein
týðandi partur av føroyska
búskapinum í fleiri ár afturat,
eru menningarmøguleikarnir
avmarkaðir. Framtíðin
tilverugrundarlagið í morgin –
liggur onkra aðrastaðni.
Ein víðsjón fyri eitt heilt
samfelag kann skerast til
annaðhvørt eftir virkisøki –
eisini nevnt “fokusøki – ella
eftir arbeiðshátti. Tey størru
framkomnu londini leggja
stóran dent á at veita eina
breiða tænastu á flestu virkis
økjum og harafturat at byggja
upp arbeiðshættir (eisini nevnt
stovnar ella “institutiónir” á
fremmandum máli). Lutafeløg
ini í Danmark er eitt gott dømi
um tað seinna. Minni lond ella
fátækari lond velja ofta at
leggja høvuðsdentin á eitthvørt
virkisøki. At skandinavar, og
millum teirra eisini føroyingar,
velja at fara til Turkalands at
fáa sær heilsubót fyri veika
sjón, er dømi um hetta.
Ein víðsjón í eygsjón
Við 50.000 fólkum og okkara
egna máli og okkara egnu
mentan og millum heimsins
ríkastu lond hava vit einki
annað land at samanbera
okkum við í so máta. Vit
noyðast at hugsa okkum til,
hvat ber á mál og hvat ikki ber
á mál. Vit noyðast at tora at
standa fremst. Amboðið er
læran um strategiska leiðslu.
Við støði í hesi læru er mín
meting, at føroyska tjóðin hevur
møguleika at velja eina víðsjón
grundað á arbeiðshættir. Tað er
lítið hugsandi, at føroyska
tjóðin kann seta kós eftir
nøkrum virkisøki av týdningi.
Vit skulu tí seta orð á
arbeiðshættirnar. Vit skulu seta
orð á, hvussu vit greina og taka
samanum millum fakta, met
ingar, andsagnir og møguleikar.
Vit skulu seta orð á, hvussu vit
samstarva. Innanlands og uttan
lands. Vit skulu seta orð á,
hvussu vit gera royndir og
hvussu vit handfara óvissur. Vit
skulu seta orð á, hvussu vit
menna hesar tríggjar arbeiðs
hættir. Harafturat skulu vit
eisini seta orð á, hvussu vit seta
orð á.
Fyri at fáa nøktandi breidd
skulu vit vera virkin innan
gransking, innan vinnulig átøk
og á markamótinum millum
vinnuligu átøkini og gransking.
Hetta seinasta vísir seg kring
allan heim at vera ein stak
trupul uppgáva, har vit í
Føroyum helst hava betri
fortreytir at arbeiða enn nógv
onnur.
Keynes og aðrir
lærumeistarar
Vit kunnu helst skjótt vera
samd við Herman Oskarson í tí,
at tað almenna helst skal royna
at halda so nógvum seglum
sum møguligt, hóast fíggjarliga
ódnin herjar. Vit kunnu helst
eisini vera samd við fíggjar
málaráðharranum í tí, at allir
partar í Føroyum á ein ella
annan hátt skulu kenna seg sum
part í uppgávuni at bera tjóðína
framá. Sjálvur beri eg ongan
ótta fyri, at vanligi borgarin vil
átaka sær sín part av ábyrgdini,
verður uppgávan skorin soleiðís
til, at vit hóma eina framtíð.
Hinvegin meti eg tað ikki vera
so sjálvsagt, at føroyska tjóðin
megnar at afturgjalda 24 mia.
kr. í almennari skuld eftir eitt
slíkt nos uppá 25 ár, verða ikki
onnur stig tikin eisini. Hetta
vegna strategisku kappingar
støðu Føroya.
Taka vit strategisku læru
meistararnar (serliga Henry
Minzberg og Erik Johnsen) fyri
fult, so skulu vit umframt
búskaparstýringina, eisini fáa
heilt øðrvísi tamarhald á
gerandisdegnum í dag, skulu vit
gera okkum vónir um at føra
tjóðina ígjøgnum hesa ódnina
og yvir hetta kyksendi.
Veruleikafjari dreymurin um
fullkomnu heildarætlanina er
størsta forðingin fyri burðar
dyggum framburði. Tá ið eitt
ítøkiligt verk ikki verður við
mælt við orðunum, at okkurt
annað helst er betur, sum um
strategiskar verkætlanir eru so
nógvar í tali, at har kann veljast
og vrakast eftir vild.
Eg vil tí mæla ábyrgdarfólki
staðiliga frá at royna at byggja
eina “grand strategi” upp á
kvamsvís við hissini íkastum,
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Við lærumeistarum ígjøgnum ódn og yvir kyksendi
Tíðargreinin
tíðargreinin
Signar P. Heinesen
Framhald á næstu síðu