fríggjadagur 10. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 13
Nr. 130 • 10. juli 2009
soleiðis: “Spyr(kannað) fyrst,
skjót (fiska) aftaná”.
Í dag hoyra vit nógv um
burðardygd. Tað eru fleiri lýsingar
av hugtakinum, men sum heild
kan sigast at tilráðingarnar hjá
vísindini skulu fylgjast fyri at
ein fiskiskapur kann fáa heitið
burðardyggur. Grundhugsanin
aftanfyri hugtakið er, at einhvør
náttúruskipan skal varðveitast
soleiðis at tað eisini skal verða
møguligt at gagnnýta tilfeingið í
framtíðini.
Ein av fleiri felagskapum,
sum veita brúkaranum trygd fyri,
at vøran er framleidd á einum
burðardyggum grundarlag, er
MSC (Marine Stewardship
Council). Eitt fiskarí, sum nýliga
hevur fingið blástempul frá
hesum felagsskapi er norski
fiskiskapurin eftur upsa í
Barentshavinum, sum nógvir
føroyingar eru við til at fiska.
Fyrimunurin við at hava slíka
blástempling, umframt at
stovnarnir verða varðveittir, er at
betri prísur fæst fyri vøruna.
Stórar avbjóðingar
fyri frammann
Alt hetta vistu forfedrar okkara
av góðum grundum ikki, men teir
sóu at hesir nýggju reiðskapir
vóru so nógvar ferðir effektivari
enn nakað, teir nakrantíð høvdu
sæð. Í dag eru øll hesi vandamál
ein stór avbjóðing hjá fiskivinnuni
og harvið samfelagnum sum
heild.
Men kanska tann stórsta
avbjóðingin kann vísa seg at vera
alheims fíggjarkreppan, sum
herjar. Fólk hava ikki ráð at keypa
fisk, og fiskimenn um allan heim
leggja stilt. Lítið man vera at
ivast í, at fiskivinnan her á landi
fer at uppliva stórar broytingar í
komandi tíðum. Hendan kreppan
kann hava við sær, at stórir partar
av flotanum fara av knóranum.
Hetta er tó hent fyrr. Avbjóðingin
er at koma sterkari út aftur í
hinum endanum.
Fer eftir grunni við gapandi
munni, veitir øllum føði uttan sær
sjálvum. Hetta var ein gáta, eg
lærdi sum barn. Tá var svarið:
húkurin, men í dag kann tað
líka so væl vera trolið. Hendan
gátan hevur helst uppruna í tí
tíðini, tá ið húkurin var álitið og
teir gomlu, sum á fyrsta sinni
sóu trolararnar á grunnunum
kendu, hana allarhelst. Ein
onnur gáta sum kanska kemur at
passa fyri Føroyskan fiskiskap í
komandi tíðum er :”Burðardyggur,
Umhvørvisvinarligur og
Orkusparandi, hvat er tað”??.
nni við gapandi munni
ur fiskiskapur
Ofta nýtt
hugtøk:
Fiskidagur:
Verður roknaður í tímum,
frá tí at skipið loysur til
tað leggur at landi aftur.
Veiðutrýst:
Er eitt tal, fyri hvussu
nógv verður tikið burturúr
stovninum. Í Føroyum
verður ofta % nýtt. 33 %
tikið av einum fiskastovni
hevur verið nakað sum
politikararnir hava hildið
verið ráðiligt.
Veiðuorka:
Mát fyri, hvussu hart
verður fiskað: tal á
fiskidøgum, á tímum trolið
er úti, á húkum, snellum
ella gørnum.
Burðardygg veiða:
Í høvuðsheitum skulu
tilráðingarnar hjá
fiskifrøðini fylgjast fyri at
ein fiskiskapur kann fáa
heitið burðardyggur. At
varðveita tilfeingi til
efturtíðina er
grundhugsanin í
burðardyggari veiðu. Tak
ikki meira úr stovninum
enn hann klárar at
framleiða er
grundhugsanin.
Fyrivarnis reglan:
Spyr (kannað) fyrst, skjót
(Gagnnýt) aftaná. Hendan
regla skal helst vera
galdandi í øllum
viðurskiftum, har ið
menniskajan hevur
ávirkan á náttúruna.
Fiskiárið:
Er frá 1. septembur til 31.
august.
Mynd 4.
Teir gomlu í árabátum og nýmótans trolararnir, Vesturvón og Skálaberg. Kontrastirnir
eru talandi, vit eru komin langt á hesum økinum, men ansast má eftur.
Mynd 2.
Veiða í nøgd og virði býtt á reiðskap í 2008. Trolið stendur fyri tí størstu nøgdini, men línan stendur fyri tí størsta
virðinum.
Mynd 3.
Merki hjá MSC (Marine Stewardship
Council), ein enskur felagsskapur
sum setur treytir fyri hvat
burðardyggur fiskiskapur er. Verða
krøvini hjá hesum felagsskapi fylgd
kann ein fiskiskapur brúka merki hjá
teimum.