Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 130 - 10. juli 2009 Tíðargreinin … Við lærumeistarum ígjøgnum ódn og yvir kyksendi men heldur at leggja seg eftir, at dugna teimum ítøkiligu strategisku verkætlanunum. Strategiskar verkætlanir Fyri at ein verkætlan kann lýsast við heitinum “strategisk” krevst, at hon hevur nøkur eyðkenni. Hesi eyðkenni kunnu metast við støði í okkara gerandisdegi í dag og teirri framtið, sum vit halda okkum hóma í eini veruleikakendari víðsjón. Fyri føroyska samfelagið í dag havi eg eitt boð uppá nøkur eyðkenni við verkætlanum, sum hava strategiskan áhuga: 1. hevur eitt føroyskt initiativ 2. setir kós ímóti einum altjóða áhuga 3. setir kós ímóti at gerast fremst í heiminum innan sítt (avmarkaða) øki 4. hevur eitt týðandi mát av læruprosessum bygt inn í verkætlanina (t.e. vit gerast væl klókari, hvørt verk­ ætlanin hepnast ella ikki) 5. hevur eitt týðandi mát av samstarvi við útlendskar partar bygt inn í verk­ ætlanina 6. fyri vinnuligar verkætlan, at hon stevnir ímóti einum rættiliga stórum avkasti 7. fyri granskingar verkætlan, at hon gevur eitt íkast í sambandinum við EU gransking (ella annað millum tjóða granskingarumhvørvi) 8. fyri verkætlan á marka­ mótinum millum gransking og vinnu, at hon umframt eyðkennið omanfyri eisini at vit helst eru “lead partner”, stigtakari ella á annan hátt partur av “veruligu leiðsluni”, umframt at Føroyar gevur eitt serstakt íkast í verkætlanina Støðan í Føroyum í dag er tann, at rættiliga nógvar verkætlanir, sum heilt ella partvíst hava omanfyri nevndu eyðkenni, eru í gerð. Hetta eru flestallar verkætlanir, sum í tí smáa hava verið í gerð í 3­10 ár fyri at røkka slíkum eyðkennum. Allar hesar verkætlanir hava eitt umhvørvi, sum er í strategiskum kyksendi. Størsta avbjóðingin fyri hvørja einstaka verkætlan er tí, at ítøkiligu áhugamálini, sum skulu vera viðvirkandi til at røkka setninginum, eru trupul at fáa í talu. Almennir og hálvalmennir stovnar, fíggjarstovnar og onnur skulu geva síni viðmæli, seta partapening í, veita tænastur, keypa, geva loyvi o.s.fr. Hvør einstakur stovnur hevur avmarkaðar ítøkiligar møguleikar (les vitan og førleika annars) at dugna verkætlanini. Tað kann tí vera møtimikið og krevja mót og manshjartað hjá tí starvsfólki ella leiðara, sum skal viðmæla ætlanini. Samstundis er tað í Føroyum í dag púra ómakaleyst og vandaleyst at mæla frá, ikki at geva loyvi ella enntá beinleiðis at leggja fótonglar út. Umframt hesar avbjóðingarnar, skal hvør einstøk verkætlan við nevndu eyðkennum eisini átaka sær sín ríkiliga part av slatri, sleygi og bakbiti, sum hava so góð gróðrarlíkindi í strategiskum kyksendi. Samanumtak Politiska skipanin hevur eina stóra avbjóðing fyri framman. Eg vil mæla okkum, sum standa á síðulinjuni og geva okkara íkast, til at vanda okkum um orðini, og at vit ikki leggja ov stóran dent á ta ítøkiligu javnvág, sum einans tann politiska skipanin kann finna í praksis. Høvuðsavbjóðingin er at finna loysnir, sum byrgja fyri avleiðingunum frá eini fíggjarligari flóðaldu, og sum samstundis eru við til at leggja lunnar undir eitt nýtt strategiskt fótafesti, har fiskivinnan ikki hevur høvuðsleiklutin í menningarmøguleikunum. Keynes er helst millum stóru lærumeistararnar í búskaparfrøðini og kanska ein av teim frægu at lurta eftir í sambandi við fíggjarligu avbjóðingarnar. Minzberg og Johnsen eru millum stóru lærumeistararnar í strategiskari leiðslu, og eg vil mæla til at lurta væl eftir teimum í sambandi við strategisku avbjóðingarnar. Dentur eigur at verða lagdur á tríggjar høvuðstættir: a. Búskaparstýring fyri at halda hjólunum malandi b. At fáa tamarhald á almennu funktiónunum c. At vera viðvirkandi til at byggja upp strategiskar læruprosessir ígjøgnum tær ítøkiligu verkætlanir, sum longu eru settar í verk og tær, sum møguliga verða settar í verk í næstum Sum flest øllum kunnugt, gav landsstýrið ríkisstjórn­ ini boð um, at ríkiskassa­ blokkurin – 615.5 milliónir – oyramerktur til heilsu­ og almannaverkið ikki skuldi dýrtíðarviðgerast í 5 ár frá 1. januar 2002 at rokna. Men hóast tað gongur á áttanda ári, so hevur lands­ stýrið ikki enn givið ríkis­ stjórnini boð um, at niður­ bindingin ella stongsulin skal halda uppat. Hetta má sigast at vera ófatulig, fyri ikki at siga ábyrgarleys, umsiting av almennum peningi. Avleiðingar av hes um boðum frá lands­ stýrinum merkja vit nú øll, men mest tó gomul, sjúk, avlamin og brekað. Í reglugerðini fyri Sjúkra húsverk Føroya frá 14. mars 1995 við heimild í § 2, 3. stk. í lóg nr. 621 frá 22. desember 1976 er tilskilað í § 16, at yvir­ læknarnir hava rætt og skyldu at leiða kanningar og viðgerðir av sjúkra hús­ ins sjúklingum og hava ábyrgd av hesum. Tá ið yvir lækni sendir sjúkling á sjúkrahús v.m. í Danmark, eru ávísar treytir fyri, at sjúkra húsið (les lands kass­ in) rindar flutning v.m. Áðrenn sjúklingur verð­ ur sendur niður, verður hann at visitera av ser­ lækna á viðkomandi sjúkra húsið. Sjúklingurin verður kannaður til viðgerð á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður rikin ella goldin av statinum av praktiskum orsøkum helst til Rigshospitalet. Viðgerð­ in á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið kostnaðarleys fyri føroysku sjúkra húsini: Rigs hospi­ talet, herundir Kyst hospi­ talet på Refsnæs, Orto­ pædisk Hospital í Keyp­ manna havn, Finsens­ institut, herunder Radium­ stationen. Bert í teimum førum, har tað er heilt greitt, at sjúklingurin ikki kann viðgerast á teimum nevndu sjúkrahúsum og deildum, skal sjúklingurin kannast til onnur sjúkrahús, t.d. Andelsforeningens Gikthospital i Skelskør og Afholdsbevægelsens Behandlingsinstitutioner for alkoholskadede o.s.fr. Sum tað framgongur av reglugerðini, so er viðgerð á donskum sjúkrahúsum kostnaðarleys fyri tey føroysku sjúkrahúsini. Flutn ingsgjald og uppihald á Hotel Tórshavn verður goldið av landskassanum jbr. reglugerðina frá 14. mars 1995. Tann 1. januar 1988 fóru ríkiskassans útreiðslur fyri sjúkrarøkt av føroyingum á donskum sjúkrahúsum í blokkskipanina ­ og eru har framvegis. Hvørjar fíggj ar ligar avleiðingar omanfyri nevnda niðurbinding av blokkinum fekk fyri tann føroyska skattaborgaran og heilsu­ og almannaverkið í síni heild, síggja vit frægast í landskassans almennu roknskapum í árunum 1988 – 2008, men her í hesum skrivi varpa vit ljós á fígg ingina av sjúkraviðgerðum av føroyingum (í Føroyum) á donskum sjúkrahúsum í nevnda 21 ára skeiði. Í tíðini 1. januar 1988 til 31. desember 2001 kostaði serkanning/serviðgerð á donskum sjúkrahúsum 468 milliónir. Hetta varð goldið av ríkiskassans blokki, sum tá ikki var niðurbundin. Í tíðini 1. januar 2002 til 31. desember 2008 kostaði serkanning/serviðgerð á donskum sjúkrahúsum 526 milliónir. Av hesum vórðu 263 milliónir goldnar av ríkiskassans blokki, meðan 263 milliónir vórðu goldn­ ar av landskassans likvidi­ teti (gjaldføri). Í hesum tíðarskeiði hevur blokkurin verið niðurbundin, og tað er orsøkin til, at lands­ kassin hevur veitt ríkis­ kassanum eina hjálpandi hond upp á 263 milliónir, sum er snøgg helvtin av útreiðslunum til viðgerðir av føroyingum í Føroyum á donskum sjúkrahúsum í hesum 7 ára skeiði. Á heilsu­ og almanna­ økinum ber til at tríva í rúgvuna av dømum, har landskassin hevur goldið statskassans vegna: Í blokk inum er ríkiskassa­ stuðul til sjúkrakassarnar. Í tíðini 2002 – 2008 hava sjúkrakassarnir fingið 217 milliónir, men av tí at blokkurin er niðurbundin, hevur landskassin goldið ríkiskassans vegna 97 milliónir av teimum 217 milliónunum. Man hetta, at blokkurin hevur verið niðurbundin nú í 7 ár, ikki vera orsøkin til, at landskassin í stóran mun krevur lánupptøku til tað almenna húsarhaldið? Og hvussu leingi fer niður­ bindingin av ríkiskassans blokkfígging at vara? Ella skal okkara vælferð gerast ein viðfáningur sammett við norðanlondum? Tað er ikki meira enn rímiligt, at spurt verður, um nøkur lógarheimild er (1) fyri at niðurbinda blokkin, og (2) um nøkur løgtingslóg heimilar landsstýrinum at rinda eitt nú fyri serviðgerð á donskum sjúkrahúsum út yvir tað, sum er fíggjað og oyramerkt í tí í løtuni niðurbundna blokkinum? Nú brýtur í bæði borð. Landsstýrismaðurin við heilsumálum virkar undir álvarsligum ákærutrýsti, og yvirlæknarnir á okkara sjúkrahúsum mugu spyrja, um peningur er í kass an­ um, áðrenn sjúklingar verða sendir til serkanning/ serviðgerð á donskum sjúkrahúsum, hóast hetta ikki átti at kostað lands­ kassanum eitt klovið oyra. Sum longu sagt, skulu flutningsútreiðslurnar og raksturin av Hotel Tórs­ havn gjaldast av lands­ kassanum, og tessvegna er hetta ikki í blokkinum. Hesi døpru og órógvandi tíðindi um umstøðurnar hjá yvirlæknunum verða nú um dagarnar borin okkum í fjølmiðlunum. Hvør kann kenna seg tryggan á báti, har mann­ ingin, við vánaligum róðrar lagi, kensluleyst tveitir árar fyri borð? ­ Lítlum báti rekast vit á, áraleysur at kalla. Landið er lítið, hevur drúgvan almennan yvir­ bygning, ofta verður lopið um, har garðurin er lægstur, stovnar gera royndir at leggja trýst á politisku skipanina fyri at fáa hægri játtan. Oftast hevur tað eydnast, men nú er ongin peningur at játta. Morgunlesturin Eingin ivi er um, at leiðsl an í Kringvarpi Føroyar hevði í hugað at provokera seg til hægri játtan, tá endursendingin av morgun lestrinum varð tikin av skránni. – Í hesum føri lat tað seg ikki gera, tí landið var á veg út í búskapar kreppu. Um hetta er kynisma ella egoisma av leiðslu kring­ varpsins, er ilt at meta um. Men tað tykist løgið, nú bæði landsins kommunur og sjálvur landskassin leggja rygg til at brúka tíggjutals milliónir fyri at geva eldri og óhjálpnum betri umstøður, er rakstur taldur við, er talan helst um 100 tals milliónir, at almenni public service stovnur okkara ikki unnir okkara eldra og óhjálpna liði 10 minuttir frá kl. 9.50 til 10.00 fyrrapart at sleppa at hoyra morgunlesturin meiri ómakaleyst í útvarpstólinum. Vit, sum fara til arbeiðis til vanliga tíð, hava møgu­ leikar at hoyra morgun lesturin kl. 7.10, meðan gomul og veik helst skulu hava eitt skoðbrá fyri at koma fram, og mong kanska ikki eru fram kom in. Tey hava havt hesa løtuna at gleða seg til – fyri tey – ein hátíðarløta, sum tey meiri ómakaleyst fáa ígjøgnum útvarpstólið. Endursendingar av endursendingum Kringvarpið ger nógvar góðar sendingar. Men tá ikki er nóg mikið við endursendingum, men endursendingum av endursendingum, kann verða spurt, um upp lýs ingar­ og mentanarvirðið av fleiri av sendingunum her. Tað kennist sum kynisma at brúka morgunlestrarnar, tey gomlu og óhjálpnu, sum gíðslar í stríðnum, tá tað fíggjarliga ikki fæst at hanga saman. Tað kann tykjast undar ligt, eftir at so mangir myndugleikar, politiskir, kirkjuligir og nógvar áhetanir hava verið, at einki batar og málið varð bara tagt burtur og nú tykist sum tað bara rekur í sandin og fer alt meiri stillisliga aftur við borð inum. Oftast hevur eydnast almennum stovnum at trýst politiska myndugleikan til meirjáttan, tí hann er hoknaður. – Men nú er eingin peningur, so málið loysti seg politisk sjálvt, meðan gíðslar gjørdust gomul og óhjálpin. – Hetta er óhóskiligt! Uttan sum so, at hava nakað við málið at gera, havi eg spurt meg sjálvan, um hetta er prógv um vanligt demokrati! – Ella kann demokratiið kennast so kyniskt? Óhóskilig og ískøld kring­ varpsleiðslu­dispositión Jógvan við Keldu: Blokkurin og yvirlæknarnir Heri MoHr