fríggjadagur 10. juli 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 • 10. juli 2009
Vikuskifti
14
Tey hittust til eitt
brúdleyp í Kirkju
bø, so hvat var
meiri nátúrligt fyri
Sigert og Aliku
sjálvi at giftast í
føroysku ment
anar háborg ini. Og
brúðar veitslan
stóð í fjósinum
Tað er nú ein tíð síðani, at fjósið
hjá bóndanum í Kirkjubø hýsti
neytum. Seinastu mánaðirnar
hava fornfrøðingar skrásett
gamlar steinar í fjósinum, men
fríggjakvøldið í farnu viku vóru
steinar, básar og alt tað, ið kundi
mint um fjós, beint burtur.
- Upprunaliga var ætlanin bara
at hava kalt borð í Roykstovuni,
men Jóannes, bróður, hevur
leingi hugsað um at nýtt fjósið
til onkur mentanarlig tiltøk, og
har av spratt hugskotið at halda
brúðarveitsluna inni har, sigur
Sigert Patursson.
Líka síðani tankin kom fram í
januar mánað, eru vikuskiftini
nýtt til fyrireikingar. Og tað er
nógv at taka sær av, tá eitt
brúdleyp stendur fyri framman.
- Básarnir stóðu uppi, so teir
skuldu allir takast niður. Alt skuldi
málast og vaskast og snøggast
um, men familjan er stór, og tað
plagdi ikki at standa á, at fáa fólk
at taka eina hond í. Tað hevur
tað heldur ikki gjørt í hesum
førinum, og vit eru takksom fyri
alla hjálpina, vit hava fingið, sigur
Sigert Patursson.
Forngripasavnið hevur annars
leigað fjósið til skrásetingarnar
av steinunum, men teir vóru allir
fluttir upp á loftið til serliga høvið
fríggjakvøldið.
- So hvørt, sum tíðin nærkaðist
til brúdleypið, mátti hvørt kvøld
nýtast at gera klárt. Tíbetur hava
summi fingið summarfrí, og
kundu tí taka eina eyka hond í, so
tað eydnaðist at fáa alt klárt til
tíðina, sigur Sigert Patursson.
Hóskandi matarskrá
Sum nevnt var uppruna ætlanin
at hava kalt borð, men nú veitslan
varð flutt inn í fjósið, bleiv eisini
matarskráin broytt.
- Eitt, sum vit mátti baksast
rættiliga fitt við, var borðskipanin.
Vit fingu borð ymsastaðni frá,
millum annað úr Dali. Tey vístu
seg at vera heldur smalari og so
passaði beinskipanin eisini betri,
so stólarnir fingust inn undir
borðini, sigur Sigert Patursson.
Ein bróður brúðgómin siglir
við grønlendskum rækjubáti, og
hann syrgdi fyri forrættinum,
sum sjálvandi var rækjubland.
Ógvuliga passandi, nú
veitslan stóð í einum fjósi, var
høvuðsrætturin oksakjøt, og
Brúdleypið st
Brúdleyp
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sigert og Alika vórðu vígd í kirkjuni í Kirkjubø
Mynd: Ole Wich