fríggjadagur 10. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2009
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Gunnar Helgi Dam,
Klaksvík, andaðist í
heiminum mikudagin,
63 ára gamal.
Ingi Mohr fer til gravar
úr Ebenezer leygardagin
kl. 14.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara góða systir, mostir,
fastir, svigarinna, ommu og abbasysti
Jóhanna Maria Gaard
vanliga nevnd Mia,
ættað úr Oyndafirði
andaðist og varð jarðað
Tøkk til Henning Bøgesvang prest fyri troystarrík
orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til Símun fyri góð orð í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravara.
Stóra tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Eysturoyar Ellis- og røktarheim.
Eina stóra tøkk til starvsfólkini á Eysturoyar Ellis- og
røktarheimi, at tit vóru so góð við hana,
ta tíðina hon kom at búgva har.
Eisini vilja vit takka øllum, sum hava verið so góð
við Miu. Familjan, bygdarfólk, tit á Frítíðarheiminum
og Dáanum.
Tøkk fyri alla hjálp til jarðarferðina.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóna, Hansa og Heini
Sunnudagin 12. juli fyllir
Eivind av Reyni í Havn 60
ár. Hann er havnarmaður og
millum manna kendur sum
ánari og stjóri á Reyni Ser
vice.
Eivind vaks upp niðri í
Rættará. Foreldrini vóru
Josefina, f. Thomsen úr
Skemmuni í Porkeri, ella
Fina, sum hon varð nevnd,
og Sigird av Reyni, ið var
ættaður av Ingutrøð í Havn.
Fina og Sigird fingu fimm
børn: Janus, Jóann, Christina
(19471986),
Eivind
og
Anna. Fina og Sigird búðu
niðri undir krígnum, og
Janus og Jóann vórðu føddir,
áðrenn familjan flutti aftur
til Føroya. Systkini búgva
øll í høvuðsstaðnum.
Sigird fór longu í 1947
undir at arbeiða upp á bilar
og at selja bilar, samstundis
sum hann hevði elinstalla
tørvirki í Rættará. Sigird
umboðaði eitt nú ensku
Morris bilarnar hjá British
Motor Company.
Kanska var tað upplagt,
at yngsti sonurin skuldi
ganga í faðirsins fótaspor
um. Men í staðin fyri at fara
í læru hjá pápanum, so fór
Eivind í læru sum bilmekan
ikari hjá Frits Jensen, sum
hevði verkstað og bilasølu í
Gundadali.
Eivind varð avlærdur í
1969, og tá fór hann at
arbeiða saman við pápanum.
Hann var altso 20 ára gam
alur, tá ið hann fór at selja
bilar, og Eivind hevur selt
bilar í fjøruti ár.
Eivind yvirtók eftir páp
an, sum arbeiddi saman við
og stuðlaði so leingi, sum
hann livdi.
Í 1978 flutti Reyni Service
úr Rættará og í nýggjan
virkisbygning í Hoyvík. Í sær
sjálvum var tað stórt fram
brot, men serliga stór gjørd
ust menningin og vøksturin,
eftir at Reyni Service í 1980
fór at umboða Toyota bil
arnar.
Lyklaorðið hjá Eivindi og
Reyni Service hevur verið
tænastustøðið.
Karmarnir
eru vaksnir og víðkaðir fleiri
ferðir, og Reyni Service er
kent fyri at hava fremstu og
bestu amboðini og fyri at
hava starvslið, sum er væl
inni í tí, sum tey fáast við.
2005 var hendingarríkt hjá
Eivindi og Reyni Service.
Árið fyri at undirsjóvar
tunnilin til Klaksvíkar varð
tikin í nýtslu, vórðu nýggja
verkstaðið og bilsølan við
tunnilsmunnan í Borðoyavík
tikin í nýtslu, og hetta sama
árið keypti Eivind alt bilvirk
semið og verkstaðsbygningin
hjá P/F Meinhardt Arge við
Oyggjarvegin. Eftir yvir
tøkuna broytti Eivind navnið
soleiðis, at Auto Service,
sum var gamla navnið, kom
aftur til heiður og æru.
Eivindi giftist í 1975 við
Sigrun, f. Lamhauge, og
ættað úr Havn. Børnini hjá
teimum eru Leif, Sigrid,
Sámal og Christina. Eivind
eigur seks abbabørn, og eitt
er á veg.
Sigrun og Eivind hava øll
árini verið í felag um Reyni
Service. Eitt skifti í 90unum
var Sigrun stjóri á Reyni
Service. Eyðkennið fyri tey
bæði er, at tey duga væl at
fara við fólki, eru trúføst, og
at tey eru gestablíð.
Fina og Sigird vóru trú
føst í Ebenezer, og Eivind
gekk í foreldranna fótaspor
um í samkomuni. Í nógv ár
var hann sunnudagsskúla
lærari, og so hevði hann
saman við øðrum ábyrgd
fyri
fleiri
øðrum
tænastum.
Seinastu
árini
hevur
Eivind verið partur av sam
komuni í Marknagili.
Sigrun og Eivind hava
serligan tokka til Hetland,
har tey hava ferðast nærum
á hvørjum ári síðani fyrst í
80unum. Tey eiga nógvar
vinir í samkomuni har niðri,
og tey hava verið góðir
stuðlar í barnalegunum,
sum tað varð farið undir í
1994.
60 ára føðingardagurin
verður hildin í nýggju
hølunum á Reyni Service í
Hoyvík sunnudagin 12.
juli frá kl 12.00 til 17.00,
har øll eru vælkomin.
-red
Eivind av Reyni 60 ár
Berint Johannesen, sum
starvast sum maskinførari
hjá Landsverki kundi 1. juli
hátíðarhalda sín 50 ára
starvsdag.
Hann fekk í hesum sam
bandi handað “Hendes
Majestæts Dronningens for
tjenstmedalje i sølv”.
1.
juli
hevði
Berint
Johannesen 50 ára starvs
dag, og í hesum sambandi
var leiðslan á Landsverki,
nærmastu starvsfelagir og
nærmasta
familjan
hjá
Berint innboðin til hátíðar
hald í kantinuni á Lands
verki týskvøldið 7. juli.
Hetta er fyrstu ferð stovn
urin kann hátíðarhalda 50
ára starvsdag, og er hetta
sjálvandi sera stórur dagur
bæði fyri Berint, men eisini
fyri Landsverk, sum 1. apríl
í fjør rundaði 60 ár.
Torkil Olsen, leiðari á
framleiðsludeildini,
bar
fram røðu og ynskti Berint
hjartaliga
tillukku
við
starvsdegnum. Eisini hand
aði hann Berint eina gávu
og blómutyssi frá stovnin
um,
umframt
”Hendes
Majestæts Dronningens for
tjenstmedalje i sølv” og til
hoyrandi heiðursbræv fyri
drúgva tænastu.
Berint byrjaði í starvi hjá
Landsverki, tá Landsverk
frøðingurin, tann 1. juli
1959. Berint var tá einans
18 ára gamal. Hetta var ann
ars tíðin, tá ið stórar broyt
ingar vóru í fiskivinnuni.
Tey nýggju línuskipini byrj
aðu tá at koma til Føroya og
flestu ungir menn fóru til
skips við hesum nýggju
skipum. Hóast hesa gongd
millum aðrar unglingar, so
valdi Berint longu tá sítt
lívsstarv hjá Landsverki.
Fyrsta arbeiðið, hann var
við at gera, var vegurin til
Natostøðina í Mjørkadali.
Fram til miðskeiðis í 70
árunum starvast Berint sum
maskinførari við vegarbeiði,
og var við til vegagerðina
millum Havnina og Norð
streym,
og
Hósvík
og
Tjørnuvík. Eftir tað hevur
Berint starvast í Hundsara
botni sum maskinførari.
Í sínari takkarrøðu for
taldi Berint um arbeiði hjá
sær á Landsverki. Millum
annað tosaði hann um tíð
ina, tá ið hann arbeiddi í
kavaruddingini. Tá koyrdu
teir maskinur uttan førara
hús, og tað var ikki tespiligt
at fara út at rudda kava í
slíkum maskinum.
www.lv.fo
50 ára starvsdagur
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæra
móðir, vermóðir, omma og langomma okkara
Laurensa Maria Nielsen
Strendur
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Bøgesvang, prest, fyri góð og vøkur orð
á ellisheimi og í kirkju.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara.
Tøkk fyri bakstur og hjálp við ervinum.
Tøkk fyri peningagávur til Ellis- og røktarheimið og
tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Niels Jacob Thormund Nielsen