fríggjadagur 10. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 • 10. juli 2009
Vikuskifti 15
omaná var ein trifta av rabarbum,
blandaðum við jarðberum og við
súrróma afturvið.
Út móti morgni varð so boðin
oksahalasúpan. Og brúðgómurin
sjálvur heldur, at alt riggaði
avbera væl.
- Tað tóktist, sum fólk vóru
væl nøgd, bæði við borðhaldið,
undirhaldið, dansin og við
veitsluna sum heild, sigur Sigert
Patursson.
Borðreitt var til smáar 300
gestir, og tað er á leið tað, ið
rúmast inn í fjósið í Kirkjubø.
Eingin brúðarferð –
enn
Tá borðhaldið var at enda komið,
bleiv umleið helvtin av borðunum
beind burtur, og hin helvtin flutt
út til síðurnar. Og var farið upp á
gólv, sum vanligt er í brúdleypum,
og brúðarvísan kvøðin.
- Slíkar gamlar traditiónir verða
hildnar í Kirkjubø. Her verður
vanliga føroyska brúðarvísan
kvøðin, og soleiðis var eisini
fríggjakvøldið. Eisini er vanligt,
at skotið verður fyri brúðarpari í
Kirkjubø, og tað varð tað eisini,
tá vit blivu gift. Tó er tað soleiðis,
at tað bert verður skotið, tá
brúðarparið kemur úr kirkjuni,
sigur Sigert Patursson.
Spælt varð undir við
borðhaldið, og tá brúðarvísa og
brúðarvalsur var farið aftur um
bak, var vanligur dansur.
- Neyðugt var at dansa á
betonggólvi, men tað gekk eisini,
sigur Sigert Patursson.
Hann hitti grønlendsku konu
sína í einum brúdleypi í Kirkjubø
fyri hálvum øðrum ári síðani, og tí
var tað ógvuliga passandi, at tey
bæði eisini blivu gift har. Annars
býr hann á Vatnaskørðum í Hoyvík
og hevur fest Hoyvíksgarðin.
- Tað er ikki so lætt at loypa
frá, tá ein situr við einum festi, so
brúðarferð verður av ongum – í
hvussu er ikki nú, sigur Sigert
Patursson, sum saman við konuni,
Aliku, fingu ein hugnaligan dag
og eina góða veitslu í fjósinum í
Kirkjubø.
Vikuskifti
óð í fjósinum
Tey vóru bæði í sínum tjóðarbúnum, brúðarparið í Kirkjubø
Mynd: Ole Wich
Alika Tornge Sinarujuk Qaavigaq Patursson er fulla navnið hjá brúðurini. Hon segði eisini nøkur orð
undir borðhaldinum í fjósinum í Kirkjubø
Mynd: Lars Mohr Nielsen
Sjálvandi varð brúðarvísan kvøðin. Á myndini Bjørn Patursson, brúðarparið og Jóannes Dalsgaard,
sum skipaði
Mynd: Lars Mohr Nielsen