Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 130 - 10. juli 2009 Sunnudagin 12. juli verður Jon Hestoy 50 ár. Jon er eigari av og stjóri í størstu prentsmiðjuni í landinum, og hann er kendur sum ein av fremstu føroysku svimjarunum. Jon er ættaður av Tvøroyri. Mamman er Brigit fødd Thomsen, og pápin var Jóannes, føddur Petersen og ættaður av Hvítanesi á Tvøroyri. Hann var abba­ sonur Hest Jóannes og keypti sær Hestoy sum eftirnavn. Hann var bara 58 ára gamalur, tá ið hann doyði í 1979. Birgit og Jóannes fingu trý børn: Ingrid (1949), Heini (1950) og Jon (1959). Ingrid býr á Tvøroyri, Heini býr í Marstal á Ærø, og eftirnølarin, 50 ára føðingardagsbarnið, býr á Argjum. Barnaheimið var úti við Sílánna á Tvøroyri, har spæliplássið var úr fjøruni og á fjørðinum og upp á tindarnar. Frá 1965 og í trý ár búði Jon saman við for­ eldrunum í Sydprøven, sunnanfyri Nan­ ortalik í Suðurgrønlandi. Hann gekk hann í 1. flokki og helvtina av 2. flokki. Á Tvøroyri vóru millum lærararnar Karl Hansen, Jóhannes Enni og Ási Jacobsen. Í 1976 flutti Jon til Århus, har hann fór í prentaralæru á Linde Tryk. Hann varð avlærdur í 1980, og eftir at hava verið eitt ár í USA og eftir aftur at hava arbeitt sum sveinur á læruplássinum, flutti Jon í 1983 til Føroya, har hann gjørdist umbrótari á Sosialinum. Á heysti í 1984 flutti Jon til Tvøroyrar, har hann á Tanganum fór undir Hestprent, ið var lítil prent­ smiðja, sum eisini hevði sats, og sum gav út lokalblaðið Suðuroyartíðindi. Jon er framtakshugaður og arbeiðs­ samur, og hann hevur havt gott hegni at fáast við viðskiftafólkini. Hann var millum tey fyrstu, sum sá møguleikarnar í digitalu kollveltingini av tí, sum hann hevði lært til og arbeiddi við. 2. januar í 1987 flutti Hestprent til Havnar. Fyrst helt Jon til í Heygskróki – í kjallaranum hjá trímenninginum Theodori Petersen. Í 1988 varð flutt á Suðurrás, í 1997 nið­ an í Dvørgastíg, har tey fóru at prenta í 1999 og fingu bókbindarí í 2001. Í 2004 fusioneraðu arkprentsmiðjan hjá Dimmalætting og Hestprent í Føroya­ prent. Jon og Dimma eiga hvør sín helm­ ing, og Jon er stjóri yvir stívliga 30 starvsfólkum. Í síni tíð var tað Jon Hestoy, sum framdi størstu føroysku ítróttarligu brøgdini. Mamman var svimjilærari á Tvøroyri frá 1964. Yngsti sonurin var altíð saman við henni og lærdi tískil tíð­ liga at svimja. Umframt í svimjihylinum svumu hann og vinmenninir á mølini við Sílánna. Fyrstu ferð Jon luttók í kappsvimjing var á Jóansøku í 1969, tá ið tvøra­ dreingir svumu fram við nýggju kai. Eftir at Arge feðgarnir í august 1972 høvdu sagt frá OL leikunum í München, har amerikanski svimjarin Mark Spitz skaraði framúr, fekk før­ oyska svimjingin eitt uppsving. Undir leiðslu av Ása Jacobsen og Mann­ bjørn Mortensen, sála, fóru tvøra­ dreingir undir miðvísa venjing. Jon vísti seg at hava gott hegni, honum dámdi ógvuliga væl at venja, hann treivst í tøttum kappingum, og Jon vann fyrsta FM í Havn í september 1974. Serliga minnisríkar eru kappingarnar í Klaksvík í 1975. Á Norðoyastevnu rindaðu 530 fyri at fáa høvi at síggja Jon og hinar garparnar kappsvimja. Tað var ikki so undarligt, tí stutt framm­ anundan hevði Jon vunnið sera tættar og dramatiskar kappingar í fríari svimj­ ing. Fyrst í ungling­abólkinum ímóti lokala Høgna Mikkelsen og síðani ímóti Hera Lava Olsen, sum tá í fleiri ár hevði verið roknaður at vera tann stinnasti í hesi greinini. Jon plagar onkuntíð at taka til, at sigurin á Hera kendist sum tann størsti, ið hann nakr­ antíð hevur vunnið! Eitt tað fyrsta, sum Jon gjørdi, tá ið hann í 1976 var búsettur í Århus, var at melda seg inn í AGF, ið var millum størstu donsku svimjifeløgini. Kendi norski Hallbjørn Stenhaug var venjari, og millum svimjararnar var Susanne Nielsson, sum í sjeyti og áttati árunum var fremsti kvinnuligi svimjarin í Dan­ mark. Úrslitini hjá Jon boða frá, at tað gekk væl. Í tíðarskeiðnum 1979­1983 vann hann 7 DM, og hann setti átta donsk met. Greinarnar vóru 200 metra firvald, 400 metra blandað og 1500 metra frí. Danska landsliðið hevði boð eftir Jon, sum umboðaði Danmark inntil 1982, tá ið Føroyar rukku altjóða svimjilima­ skapi. Tá valdi Jon at umboða føði­ landið. Sverri Midjord fylgdi væl við, hvussu tað hilnaðist hjá bygdarmannin­ um, og tað var Sverri, sum fekk fíggj­ arligt grundarlag til vega, so Jon í 1980 fekk høvi í eitt ár at royna seg sum svimjari í Mission Viejo í Calefornia, har Mark Schubert var venjari. Sam­ bandið og umstøðurnar vóru ikki tá, sum tær nú eru tað. Jon umboðaði Føroyar í HM í Equa­ dor í 1982. Hann setti føroysk met í 200 metra firvald og 400 metra bland­ að, men tað rakk ikki til heiðursmerkir. At venjingarstøðan var góð sást, tá ið Jon í 1981 var komin aftur til Danmark­ ar og í DM vann tríggjar gullmedaljur og setti trý donsk met. Á hvítusunnu í 1984 fann hann upp á at seta svimjimet í eitt samdøgur. Hann svam 89.174 metrar í Gellerup badet, og tað varð skrásett sum Guiness met. Eftir at Jon var komin aftur til Føroya, gjørdist hann nevndarlimur í Svimjisambandinum. Hann var for­ maður í eitt hálvt ár 1984­85. 1988­96 var hann aftur formaður, og í 2008 fór hann undir triðja tørnið sum bossur fyri føroyskari svimjing. Tað sigur seg sjálvt, at Jon stór fegnast um, at Pál Joensen og aðrir føroyskir svimjarar hava tikið sonn skarvslop í altjóða høpi, og formaðurin heldur, at tað framvegis er vón fyri, at úrslitini skulu verða uppaftur betri. Jon er giftur Susann fødd Hofgaard og ættað úr Havn. Børnini hjá teimum eru Dánjal (1990), Bartal (1992) og Sissal (1993). Jon eigur eisini Jóannes, sum er føddur í 1985. Jon hevur arbeitt nógv, og tað hava ikki verið stundir til nógv annað frítíðarítriv enn svimjingina. Nú hevur hann keypt sær hús og jørð á Trøðni í Leynum, har hann spennir frá saman við familjuni, tá ið hann ikki er upptikin av Føroyaprent og svimjing. Føðingardagurin verður saman við innbodnum hildin leygarkvøldið í neystinum hjá Argja Róðrarfelag. J Jon Hestoy 50 ár Fríggjadagin 10. juli fyllir Hans Birgir Hansen, vanliga nevndur Bigge, 60 ár. Bigge er ein býarmynd í Havn. Hann hevur altíð búð í eysturbýnum, vaks upp ovast í Krókabrekkuni við Hoyvíksvegin, og í dag býr hann í niðaru Lon. Bigge er tiltikin góður dansari, serliga eru tað mong sum minnast hann frá tíðini, tá dansur var í Sjón­ leikarahúsinum. Fyri nøkrum árum síðan var hann við í ein sjónvarpssending, har hann eisini vísti síni kynstur. Bigge er ein persónligheit. Hann er B36­ari so tað for­ slær og er við til allar dystir hjá B36, bæði í Gundadali og kring landið, har hann á sín eyðkenda hátt rópar á liðið. Eisini tekur hann ábyrgd og ruddar upp í Gundadali eftir dystirnar. Hann er ein av veteran­ unum í Bragdinum. Hann rann marathon á Oyggja­ leikunum í Føroyum í 1989, og hann luttekur í øll­ um Tórshavn Marathon kappingunum. Føðingardag­ in heldur Bigge við at renna fimta umfar í Grand Prix 2009 fyri vaksin í Sanda­ vági. - red Býarmynd 60 ár Føðingar 21. juni fekk Bjarta eina lítlasystur. Hon var 56 cm long og vigaði 4480 gr. Foreldrini eru Svanna Nielsen og Páll Nolsøe, Trongisvágur 21. juni fingu Elisabeth og Sámal Rasmussen, Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3000 gr. 5. juli fingu Barbara Magnussen og Petur Bech, Tórs­ havn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4050 gr. 5. juli fingu Shaila Engskær og Símun J. Olsen, Hoy­ vík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4150 gr. 6. juli fingu Andrea og Ottar í Funningsstovu, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3700 gr. 6. juli fekk Una­Cecilia Hentze Jensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3430 gr. 7. juli fingu Marita og Jakob Eckhardt Tróndheim, Argir, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4335 gr. 7. juli fingu Tórunn Smith og Óli Ludvig, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3600 gr. 8. juli fingu Anna Marita Pállson og Jens Andrias Vinther, Hoyvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4350 gr. 8. juli fingu Iðunn Fjallstein og Hans Jákup Eiðisgarð, Norðskáli, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr. 8. juli fingu Tórun L. Samuelsen, Tórshavn og Óli Hansen, Oyndarfjørður, ein son, Hann var 46 cm langur og vigaði 2430 gr. 9. juli fingu Katrin Didriksen Apol og Aksel Vilhelmson Johannesen, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3880 gr. 28. juni fingu Sigrið og Suni ein lítlan beiggja. Hann var 51 cm langur og vigaði 3910 gr. Foreldur eru Jónrit og Erling Dalsgaard. 8. juli fingu Heidi C. Nielsen, Argir, og Gunleif T. Hentze, Skálavík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3550 gr. nøvn