fríggjadagur 10. juli 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 • 10. juli 2009
Vikuskifti
16
Hetta stendur at lesa í einari
bók, sum fyrrverandi ráðgevin
hjá Tony Blair, John Burton,
hev ur skrivað, og sum kom út
fyr í hesum mánaðinum. Høv
undurin hevur valt at geva bókini
heitið "We don’t do God". Tað
er ikki tilvildarliga valt, men
stavar tvørturímóti frá einum
setningi, sum varð sagdur fleiri
ferðir tey árini, Tony Blair var
stjórnarleiðari.
Setningin eigur táverandi
tíðindatalsmaðurin hjá Blair,
Alastair Campbell, og hann brúkti
orðini til at forða Blair í at tosa
um sítt trúarlív. Tá fjølmiðlarnir
vildu hava at vita, hvat Blair helt
ymisk átrúnaðarlig viðurskifti,
var Campbell altíð skjótur við
svarinum "We don’t do God", sum
vóru ætlað at siga fjølmiðlunum,
at í stjórnini bleiv ikki tosað
um persónliga trúarlívið hjá
ráðharrunum.
Fremmandur fuglur
Í bókini greiðir John Buton frá,
at eitt árið ætlaði Tony Blair at
luttaka í einari serligari kross
gongu langa fríggjadag til
minnis um krossfesting Jesusar.
Ætlanin fall ikki í góða jørð í
floksleiðsluni, sum var bangin
fyri, at fjølmiðloarnir fóru at
taka myndir av formanninum og
forsætisráðharranum við krossi í
hendi. Tað hevði uttan iva kostað
flokkinum veljarar, og hesin
vandin reið floksleiðsluni sum ein
marra, skrivar John Burton. Tony
Blair skilti flokkin. So leingi hann
var forsætisráðharri, tosaði hann
ongantíð um sítt trúarlív. Síðani
hann fór frá, hevur hann eina ferð
sagt, at hann hevði havt varhugan
av, at hann hevði verið sum ein
fremmandur fuglur í flokkinum,
um hann hevði tosað alment um
sítt trúarlív.
Men kortini var tað trúgvin,
sum var hansara politiska
drív megi og hansara moralska
kumpass, skrivar Burton í bókini.
Eitt nú var hansara átrúnaðarliga
sannføring grundstøðið, sum
hann bygdi á, tá hann gjørdi av at
gera innrás í Kosovo og at fara í
kríggj við Irak.
Tony Blair var ósvikaliga
sannførdur um, at kríggið í
Kosovo og kríggið við Irak
vóru partar av einum kristnum
bardaga, har málið var, at tað
góða skuldi vinna á tí ónda. Í
hansara eygum var bardagin
ímóti altjóða yvirgangi eisini eitt
moralskt átak. Ja, í veruleikanum
samanfataði hann allan poli tikk
innan fyri ein kristnan moral karm,
sama um talan var neyð hjálp
til Afrika, útbúgving, bar dagan
ímóti fátækradømi ella skuldar
trupulleikar, sigur John Burton.
Heiðraði mammuna
Tony Blair vaks upp í einum heimi,
har pápin var trúarloysingur og
mannan av protestantiskum fólki
úr Írlandi. Kona hansara, Cherie,
var katolikkur, og Tony Blair hevur
ongantíð dult fyri, at hennara
sterka trúgv var við til at styrkja
hansara egnu átrúnaðarligu
uppfatan og økt áhuga hansara
fyri átrúnaðarligum spueningum.
Tá protestantar og katolikkar
í Norðurírlandi samdust um
eina friðaravtalu fyri ellivu árum
síðani, átti Tony Blair ein stóran
lut í arbeiðinum at fáa avtaluna í
lag. John Burton heldur, at Blair
uppfataði avtaluna sum eina
týdningarmikla átrúnaðarliga
verkætlan. Harafturat kendi
hann tað sum eina drívandi megi
at fáa frið og semju ímillum
protestantar og katolikkar, eins
og hann gjørdi tað til heiðurs fyri
mammuna Hazel, sum doyði, tá
Blair var tannáringur.
Eiga at vera opin
Síðani hann legði frá sær sum
forsætisráðharri fyri tveimum
árum síðani, hevur Tony Blair víst
áhuga fyri fleiri átrúnaðarligum
spurningum. Hann hevur eisini
tikið við katólskari trúgv síðani
og hevur stovnað ein trúarstovn,
sum skal virka fyri samskifti og
tolsemi millum ymar átrúnaðir. Og
í dag iðrar Blair seg um, at hann
ikki tosaði meiri um sítt trúar
lív, tá hann ráddi fyri borgum í
Bretlandi.
Í dag fari eg at mæla øllum
leiðarum "to do God" at tosa um
Guð. Trúgv, og hvussu hon kemur,
fer at hava líka stóran týdning í
21. øld, sum politiskar hugsjónir
høvdu í 20. øld. Tosa vit opið um
hetta, koma vit nærri hvør øðrum,
og tess betur fata vit mentanina
hjá hvør øðrum, sigur Tony Blair
í dag.
Guð var hansara
drívmegi og
trúgvin hansara
moralska
kumpass
Tann persónliga trúgvin var drívmegin
hjá Tony Blair í starvinum sum bretskur
forsætisráðharri. Men tað mátti bretska
fólkið ikki fáa at vita, tí tað kundi kosta
flokkinum atkvøður. Tí gjørdi Labour alt
fyri at køva alt tos um trúarlív
formansins
Í dag arbeiðir Tony Blair sum serligur sendimaður í Miðeystri Mynd: Reuters
Tony Blair heldur røðu á einum fundi í amerikanska stórbýnum Chicago
Mynd: AFP
Nýggj bók
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo