Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2009 17 Vestmanna kirkjukór er í hesum døgum á vitjan í Íslandi. Kórið sang til nátt­ arkvirru í Dómkirkjuni í miðbýnum í Reykjavík hós­ kvøldið og syngur eisini undir guðstænastuni í Hallgrímskirkjuni í Reykja­ vík sunnudagin 12. juli kl. 12.00, sum verður send beinleiðis í íslendska ríkis­ útvarpinum, tilber at lurta á: www.ruv.is. Í sambandi við at Føroy­ ingafelagið og Vestmanna kirkjukór fegin vilja hitta føroyingar í Íslandi, skipa Føroyingafelagið og Dansi­ ringurin fyri hugnakvøldi í Gúttó í Hafnarfirði mána­ kvøldið 13. juli kl.20.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Hitta føroyingar í Íslandi Heilsan til Gunnar abba á Eiði á 90 ára degnum. Løturnar yviri í Gjógv eru óteljandi, og sita tær fastar í minnunum, sum nakað heilt serligt, nakað sera gott man ongantíð kemur at gloyma. Altíð hevur verið stuttligt og spennandi at sleppa yvir í Gjógv at vitja ommu og abba. Tá tú abbi byrjaði at siga frá søgum, opnaði tú ein nýggjan heim fyri okkum abbabørnum. Vit sótu pinnastill og lurtaðu, meðan tú tók okkum við á ferð saman við ísbjørnini Nano í Grønlandi, og tá tú greiddi frá hvussu var í Føroyum undir krígnum. Ógloymandi løtur hava vit eisini havt saman við tær í kjallaranum, har tú lærdi okkum bæði at brúka hamara og sag, at buka fisk og gavst okkum eina kenslu av, at okkara hjálp var kær­ komin, tá slagtið var fyri. ”Abba’sa bátur” hevur eisini eitt serstakt pláss í okkara minni. Einum rennir til hugs løturnar har ein rúgva av fiski, men ikki minni av lærdómi og lívskunnleika er komin innanborða. Mangt kortspælið hevur tú spælt ímóti okkum. Spennandi var at taka eitt “Kasino” í køkinum ímóti tær. Altíð læt tú okkum vinna, fyri at vit skuldu hava tað stuttligt. Fyri okkum var tað altíð serstakt at vinna á mann­ inum, vit sóu som ómetaliga nógv upp til. Abbi, altíð hevur tú lovað okkum framat og givið okkum kensluna av, at einki hevði størri týdning enn júst vit. Vit sluppu eisini altíð at “hjálpa abba”. Vit vóru ongantíð í vegin. Tú hevur lovað okkum frammat, fyri at læra okkum, um tað var umborð á bátinum ella til slagtið í kjallaranum. Altíð hava vit sloppið at roynt okkum, og altíð hevur tú verið positivur og róst okkum, sjálvt um vit kanska slett ikki dugdu. Bæði tú og omma hava altíð givið tykkum tíð til okkum. Vit minnast teir nógvu túrarnar bæði Norður í Á, har vit grillaðu og fangaðu síl, og Eystur undir Krúp, har tú, abbi, hevur rist nøvnini hjá okkum abbabørnum inn í klettin, og standa tey eins og kærleiki okkara til tín, enn klárt rist inn í klettin. At hyggja inn í eyguni á abba fær ein at droyma seg burtur. Eyguni á hesum manni siga nógvar søgur, tey strála av lívsgleði og tey strála av at hava livað eitt langt og eydnusamt lív. Hetta hevur man altíð merkt, tá man hevur verið saman við abba. Ein kennir seg altíð væl, tá ið abbin er til staðar, og virðingin fyri honum er sera stór. Honum nýtist ikki at brúka tey mongu orðini, nei eitt eygnabrá frá honum er ofta nógv mikið til at siga hvat og hvussu. Abbi, nú tú ert vorðin 90 ára gamal, er tað enn lívsgleði og vísdómur, sum avspeglar títt lív. Ígjøgnum teg hava vit lært lívsgleði og síggja eisini gjøgnum teg týdningin av at gera tað sum er rætt, og tora at standa innfyri tí, sum man er og trýr uppá. Tú hevur verið og ert okkum ein fyrimynd, og tað takka vit tær fyri! Vit elska teg abbi! Hjartaliga tillukku! Abbabørnini á Hvítakletsvegi 15 Heilsan til Gunnar abba Longu sum lítil drongur var Jon ein stór persónligheit. Hann gekk nógv uppí politik, hann var skóti við stórum S og luttók í altjóða jamboree. Longu sum 10 ára gamal var hann ein stórur talari. Hann keypti skemtbøkur og lærdi søgurnar uttanat og krydraði talurnar við vitsum. Tá Jon kom heim, gjørdist hann miðpunktið í familj­ uni. Systkin hansara, Ingrid og Heine, spardu saman til at keypa toy. Tey bóðu Rósu Kjærbech seyma eina drakt til hansara, men hann var so stórur, at draktin var ov lítil. Mamman spældi til dans við Sputnik. Ingrid og Heine skiftust um at ansa eftir Jon. Tey lósu eisini nógvar søgur fyri beiggjan­ um. Serliga væl dámdi hon­ um søgur úr Bíbliuni. Á jóansøku í 69 byrjaði ein stór svimjikarriera. Jon svam um kapp frá at­brúnni til vestaru kei og vann, tá hann var tíggju ára gamal og hevði verið heima í Før­ oyum í eitt ár. Hann fór við mammu við Nim í 1965 til Grønlands. Hann var í Grøn­ landi til 1968. Nú fyri stuttum skrivaði Jon søguna »Jól í Sydprøven«. Vit grótu øll, tá hann læs søguna upp. Tað var ikki bara stuttligt at vera langt heimanífrá. Tá Jon kom heim aftur, byrjaði hann í Tvøroyrar skúla. Hann var ónøgdur við ensktundirvísingina og las sjálvlestur. At hann hevði sjálvdisiplin vísti seg, tá hann fór upp til próvtøku, hann fekk 11. Í 1976 fór Jon niður at læra til prentara. Her hevði hann stóra gleði av síni sjálvdisiplin. Hann fór upp at svimja klokkan fimm um morgunin, síðan til arbeiðis. Hann arbeiddi í døgurða­ steðginum, so hann fekk ein tíma afturat til at svimja í aftaná arbeiðstíð. Í 1980 gjørdist Jon prent­ ari, og sama ár fór hann til Californien at trena. Trenari hansara hevði eisini trena Mark Spitz. Tvøroyrar kommuna hevði spart sam­ an til uppihaldið, sum vardi eitt ár. Heimafturkomin gjørdist Jon heimsmeistari í marathon í 1982. Sama ár fekk hann tey gleðiboð, at hann kundi koma heim at arbeiða á Sosialinum. Har var hann til 84, tá hann stovnaði Hestprent, síðani tá hevur tað bert gingið framá. Fyri fáum árum síðani løgdu Hestprent og ark­ prentsmiðjan hjá Dimma­ lætting saman til Føroya­ prent, og er Jon í dag stjóri í einari blómandi fyritøku og hevur 30 fólk undir sær. Ingrid Jon Hestoy 50 ár Mánadagin 13. juli verður Sólborg Dulavík á Argjum 75 ár. Fyri mong er Sólborg kend fyri arbeiðið hennara sum leiðari á Blákrossheim­ inum. Blákrossheimið hev­ ur í ár 25 ár á baki og í 17 av hesum árunum, hevur Sólborg verið leiðari fyri heimið. Hon var við frá byrjan og hevur lagt lunnar undir diakonala virksemið hjá Bláa Krossi. Ikki bara á sjálvum viðgerðarstovnin­ um, men eisini við búfel­ agsskapum, eftirviðgerðar­ bólkum, kafe v.m. Tað var við eldhuga Sól­ borg gjørdi sín gerning á B l á k r o s s h e i m i n u m . Arbeiðstíðin var ikki gjørd upp sum 8 til 4 arbeiði, men var av sonnum eitt arbeiði gjørt av kærleika og umsorgan fyri teimum, sum líða vegna misnýtslu av rús­ drekka og øðrum rúsandi evnum. Tí var tímatalið ikki avgerandi fyri Sólborg, men sakin, at hjálpa misnýt­ arum og avvarandi teirra. Sólborg er kvinna, sum hevur sínar meiningar. Hon torir at siga sína mein­ ing og at halda fast, eisini tá ið ástendur. Uttan hend­ an eginleika, varð Blá­ krossheimið neyvan veru­ leiki fyri 25 árum síðani. Hennara ágrýtni fyri at fáa myndugleikar og onnur at síggja tørvin og tað neyð­ uga í skipaðum viðgerðar­ tilboði hava av sonnum borið ávøkst. Sólborg var leiðari á Blá­ krossheiminum til 2001. Tey eru mong, búfólk og avvarandi, ið hava kent kærleika og umsorgan frá Sólborg øll hesi árini og hava fingið hjálp til eitt betri lív. Við hesum fáu orðum ynskja vit Sólborg hjarta­ liga tillukku við føðingar­ degnum. Guds ríku signing yvir lívsleið tína, Sólborg. Takk fyri tann gerning tú stóð á odda fyri í mong ár í trúfesti og kærleika. Blái Krossur Føroya Sólborg Dulavík 75 ár Dagurin 10. juli. Knútur kongur, deyður ár 1086. Hann varð myrdur fyri altarinum í St. Albans kirkju í Odense handa dag, og pávin skírdi hann halgimenni í árinum 1100. Fekk navnið Knútur hin Heilagi. Hans Jacob Højgaard, tónaskald og lærari, andaðist hendan dagin í 1992. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Guðstænastan í Hallgríms­ kirkjuni í Reykjavík sunnudagin 12. juli kl. 12.00, verður send beinleiðis í íslendska ríkisútvarp­ inum, lurta á: www.ruv.is. nøvn