Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 130 - 10. juli 2009 Annað árið á rað eru út gold nu hýrurnar í fiskivinnuni mink­ aða r við einum fjór ð­ ing in Búskapur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hagstovan skrivar á heima­ síðu síni, at samlaðu lønar­ út gjaldingarnar higar til í ár hava verið knappar 3,4 milliar dir krónur. Hetta er 140 mió. kr. minni enn fyrra hálvár 2008. Aftu r­ gongd in svarar til 4%. að er serliga innan fiski­ og byggivinnuna at aftur­ gongdin er stór, har er 13% minn ið útgoldið. Tæn astu­ vinnan hevur eina aftur­ gongd uppá góð 5%. Innan al menna umsiting og van­ ligar tænastur er meira út goldið í ár. Framgongdin er 6%. Innan fiskiskap eru lønir­ nar annað árið á rað mink­ að ar við einum fjórðingi. Fyr ra hálvár í 2007 vóru lønar út gjaldingarnar í fiski­ skapi nærum 500 milliónir krónur. Fyrra hálvár í fjør var talið komið niður á 370 mió kr., og fyrra hálvár í ár vóru lønarútgjaldingar í fiski skapinum 280 milliónir krónur. Fiskimannalønir mink aðar ein fjórðing Felags summarfrítíð Ídnaðarferia er kring størsta partin av Europa, og í Føroyum hevur eisini verið siðvenja seinnu árini, at ídnaðarvirki eru farin í felags summarfrí. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum sæst yvirlit yvir tær fyritøkur innan handverks­ og fiskivinnuna, sum nú fara í felags summarfrí. Fyri so at siga allar er galdandi, at summarfrítíðin verður í viku 30, 31 og 32. Samlaða yvirlitið sæst á www.industry.fo Klárt til vinnudag Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at skráin til vinnudagin 2009 nú er klár. Vinnudagurin verður hildin 25. september, og ikki óvæntað merkir fíggjarkreppan skránna fyri fundin. Millum røðararnar verða Liselotte Lyngsø, futurist og serfrøðingar innan nýskapan og framtíðargransking, Ragnar Johannesen, løgfrøðingur, Thór Sigfússon, formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum og Páll Isholm, leiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali. Eisini er hetta dagurin, har ársins virki og ársins átak verða kosin. Í fjør vann Articon heiðurin sum ársins virki. Meðan lítið av toski er at fáa undir Føroyum, so er fiskur á hvørj um húki í Grønlandi. Kári við Stein greiðir frá dag fyri dag 17. juni Í dag er greytasvart í toku. Í morgun kom Polar Amaroq sníkj andi inn undan tokuni. Teir høvdu gott og væl 300 tons inni og byrjaðu at landa bein an vegin. Kl. 22 var Pol ar Amaroq klárur at loysa til nýggjan túr. Lómur er komin inn til Illulisat við gott 120 tonsum av rækjum eftir at hava fiskað í trý samdøgur. Regina C er inni í Manitsoq og landar í dag. 18. juni Tað eru tokubankar og stilli. Ocean Tiger kom inn at landa og skifta fólk. Teir hava gott og væl 400 tons inni. Tveir av manningini fóru út at rógva við M(and) O(ver) B(ord) bátinum sum í goml un døgun við súlu og snøri. Teir vóru úti í 1½ tíma og ko mu aftur við sjey kurvum av fiski. Nógv var gilla, men tað vóru eisini góðir fiskar ímillum. Har stóð á at draga var sagt, og tað kom meir enn so fyri, at toskur kom aftan á loddið, tá drigið var upp, so fiskur manglaði ikki. Agn ið verður hildið dult verð ur sagt. Polar Aassik er inni í Aasi at og landar í dag. 19. juni Í dag er stilli, og sólin var heit. Tað kann ikki sigast ann að, 10­14 stig. Ocean Tiger var liðugur við landing um kl 23 í gjárs kvøldi. Ein óførur fartur av lossi­ manningini. Teir sigldu í morgun nýggjan túr áðrenn middag. 21. juni Í dag er okkara tjóðardagur, ein stórur dagur fyri Grøn land. Her í Sisimiut var hvítt oman í hálvan hagan, so veður guda­ rnir hava ikki hugsað um hendan dag. Polar Natarnaq er á veg til Nuuk at landa við fullari last. 22. juni Í dag er dýrdarveður, stilli og sól. Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun. Teir hava gott og væl 400 tons inni hen da túrin. Polar Aassik er kom i n inn til Aassiat landa rækj ur. Teir hava fult skip. Í dag er tað eitt ár síðani, teir komu til Grønlands við skipi num. Tað tók sína tíð at sigla frá Danmark til Aassiat, heil ar 14 dagar. 23. juni Í dag er stilli. Sólin var fram mi í allan dag, hitin var um 10­12 stig. Markus kom til Nuuk í morgun at landa. Teir hava gott 600 tons inni, ein nøkulunda túrur verur sagt. 24. juni Lómur kom inn til Illulisat í morgun at landa. Teir hava gott 120 tons inni. Teir loystu til nýggjan túr aftur longu í kvøld. 25. juni Natarnaq er komin inn til Nuuk at landa. Teir hava roynt sunnalaga. Teir skulla skifta manning nú eisini. Polar Qqasiut kom inn higar vid fullari last í morgun. 26. juni Polar Assik er inni í Aasiat og landar í morgun. Teir hava fulla last inni. Akamalik liggur út fyri Nuuk við fullari last, gott 500 tons eftir 14 døgum. Tá hava teir verið inni í Nuuk við smábrekum eisini. Teir liggja nú og bíða at sleppa inn at landa sunnumorgunin. 28. juni Akamalik er í Nuuk og landar. 29. juni Polar Amaroq er komin at millumlanda. Teir koyrdu 170 tons upp og loystu aftur seinnapartin. 30. juni Polar Nagtoralik kom inn í morgun at millumlanda. Teir ætla at fáa um 370 tons upp. Teir hava sett siglitíð til kl. 21. Lómur kom til Illulisat í gjár vid 130 tonsum. Lómur fór fyrsta túrin 22. apríl. Teir hava ligið svínabundnir vid kei eftir boðum frá virkinum 2­3 dagar aftaná hvørja landing. Men tað hevur bragdað hjá teimun. Teir hava gjørt 13 túrar í alt og hava fiskað knapt 1.600 tons tilsamans. Óført fiskarí hjá Lómi. Skiparin Jákup Eli Bech kemur úr Porkeri. 1. juli Í dag er hvítt oman í hálvan hagan, so summarið letur bíða eftir sær. Polar Aassik hevði ein góðan dag í dag. Teir fyltu lastina vid rækjum, og nú er so fabrikkin eftir at fylla. 2. juli Ocean Tiger kom inn í morgun at millumlanda og skifta fólk. Teir høvdu um 200 tons inni. Tað fóru tríggir mans við mob­ bátinum á flot. Teir vóru burtur í 3 tímar og høvdu 13 kurvar av toski. Tað stóð á at draga hjá teimun. Teir fyltu bátin eftir lítlari løtu. Agnið verður hildið dult. Tað kemur úr frystaranum hjá kokkinum. Toskakvotan hjá teimun líður onki enn. Frætt er frá Polar Nataarnaq. Tá teir vóru í Nuuk síðst og landaðu, fingu teir flótilemmar umborð, og tað skal spara teimum 20 litrar um tíman av olju. Teir fiska uppi í “kassanum” út fyri Kangatsiaq, har Polar Qassiut og Steffen C hava loyvi at royna. Polar Nataarnaq hevur um 160 tons inni. Teir fiska í sekkir. Tá skipið er fult hava teir 10.000 sekkir í lastini. Síðsta túr høvdu teir 10.300 sekkir, gott 200 tons. 4. juli Chr Høj, fyrrverandi Suðurvarði, kom inn her at landa botngarnsfisk, sum teir hava tikið ímóti uppi við Agto og smábygdunum har. Teir hava tikið ímóti í 17 dagar og hava 180 tons av heilfrystum toski. Skiparin fortaldi frá, at teir høvdu tvey tons av stórum toski, tað sum verður kallað heima fyri 1­ara. So hava teir eftir tykkara málistokki 34 tons av 2­ara. Restin er smærri. Teir skulla byrja landing mánadagin. Atlantic Enterprice úr Kanada fiskar svartkalva. Fiskaríið hevur verið í lagi. Teir hava í 12 dagar fingið 340 tons. Teir vóna at koma heim til ólavsøku. Skipari er William Hansen av Toftum. Tað er sama reiðarí sum eigur Ocean Prawns og Ocean Tiger Nógvur toskur á snøri Grønlandstíðindi Kári við Stein Her liggur so gamli Sudurvardi Chr Høj vid fullari last, 180 tons, av toski