Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 • 10. juli 2009 Vikuskifti 19 Dámlig og fittlig raðhús í Hoyvík Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Húsini standa væl fyri við nýggja miðdepilin í Hoyvík og hava frálíkt útsýni yvir Nólsoyarfjørð Fyrsta fatanin Tú koyrir niðan í hugnaligu og væl skipaðu byggingina í niðasta parti av Hoyvík við nýggju kirkjuna, samkomuhúsini og nýggja handils- og tænastudepilin við Karlamagnusarbreyt. Tú sneiðir inn í gøtuna og merkir alt fyri tætta, heimliga og barnavinaliga umhvørvið beint uttan fyri hurðina. Túnið er snøgt og nýliga steinsett við ljósum betonsteinum. Tú sært, at her er gjørt meira enn vanligt burturúr. Ljós og luft – stílur og snið Komin inn um hurðina fært tú somu fatan. Góðska og dygd er sett høgt, og litirnir eru ljósir. Har er gongd / trappugongd við góðari trappu til niðaru hædd, einum kamari og einum gestawc. Fert tú inn í stovuna, møtir tú einum stórum rúmi við stórum vindeygum og panoramaútsýni yvir Hoyvík, Nólsoynna og Nólsoyarfjørð. Tú kennir teg ikki innilokaðan á nakran hátt, men tvørturímóti sum ein part av grannalagnum, umhvørvinum, landslagnum, náttúruni og stóru verð, og tú kanst fara út á altanina at svala tær á og fáa tær luft. Alt er ljóst, svalligt og lætt. Gólvini eru úr góðum tilfari, og køkurin er ljósur, arbeiðsligur og handligur. Vendir tú borðinum, ber væl til at borðreiða til fleiri fólk í borðsstovuni. Fert tú niður lættgongdu trappurnar, kemur tú til eina væl innrættaða og gangnýtta hædd. Har er hjúnarrúm egnari inngongd út í garðin, eitt kamar og eitt stórt baðirúm við gosbaði. Hartil er vaskirúm / goymslurúm. Alt er liðugt, sera snøgt, væl gjørt og praktiskt. Innrætting Ovara hædd: Inngongd, gongd, trappa til niðaru hædd, gestawc, kamar, køkur / borðsstova / stova við útgongd til altan og lítlan hjall. Niðara hædd: Trappugongd, baðirúm við gosbaði og brúsu, kamar, hjúnarrúm við hurð út í garðin. Fakta Adressa: Kirkjustræti 55, Hoyvík Byggiár: 2005 Hæddir: 2 Gólvvídd: 114 m2 Grundøki: 132 m2 Prísuppskot: kr. 2.000.000,00