fríggjadagur 10. juli 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ragnvaldur Jensen hevur
svomið seg í finaluna í
morgun í 50 metur frí,
meðan Kristian Martin
Garðalíð hevur kappast
fyri seg í Global Games í
Kekkia í hesum døgum
ÍSB
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinnapartin í dag skal Ragnvaldur
Jensen svimja finaluna í 50 metur
frí. Í innleiðandi umfarinum lá hann
nummar fýra. Sambært Hallu Weihe
Reinert, ítróttarráðgeva, ið er við á
túrinum, hevur Ragnvaldur Jensen
møguleika at vinna heiðursmerki.
– Fyrr í ár hevur hann svomið
somu tíð, sum teir beint
frammanfyri hann gjørdu í dag, so
tað ber til, sigur hon. Ragnvaldur
Jensen hevði tíðina 27.27 í morgun,
meðan hinir høvdu tíðina 26.98.
Svam til persónligt met
Týsdagin var Ragnvaldur eisini í
hylinum. Tá svam hann 50 metur
bringu við tíðini 34.40, sum er
ájavnt persónliga met hansara.
Henda tíðin rakk eisini til eitt fjórða
pláss, og tað merkir so, at
Ragnvaldur Jensen er fjórði
skjótasti bringusvimjari við
menningartarni í heiminum.
Mikudagin gekk tó minni væl hjá
honum. Hann svam 200 metur
bringu og endaði á níggjunda
plássi við tíðini 2.57.4, ið er fýra
sekund frá hansara persónliga meti.
Kristian Martin setti
persónligt met
Kristian Martin Garðalíð hevur bøtt
sína tíð í 200 metrum renning við
tveimum sekundum.
Mikudagurin royndist enn betri
hjá Kristian Martini, tí tá tók hann
heildi 20 sekund av sínum meti í
1500 metra renning, umframt at
hann leyp ein hálvan metur longri
enn hann plagar, tá hann royndi
seg í longdarlopi og leyp 4,55
metrar.
Hjá Kristian Martini gekk sum
heild væl. Allarhelst hava nervar
spælt inn hjá honum, tí tað er ikki
ein og hvør, sum klárar kravið at
koma við. M.a kann nevnast, at ein
av luttakarunum í frælsum ítrótti
mundi klára kravið til OL, og er 5.
Skjótasti rennari í Onglandi, tvs
hann telist millum teir uttan brek!
Tó gekk heilt væl hjá KM og og td
komu heili 2 sekund av tíðini á 200
metrinum, tá hann kom á mál við
tíðini 0.29.02.
Kristian Martin Garðalíð er nú
liðugur at kappast á Global Games,
meðan Ragnvaldur Jensen skal
svimja finalu í 50 metur frí
seinnapartin í dag, og í morgin er
100 metur bringa á skránni hjá
honum.
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. juli 2009 – Nr. 130
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 10. juli 2009
Ragnvaldur
svimur um gull
FAKTA
Global Games er ein kapping fyri íðkarar við menningartarni, ið
kappast á høgum stigi. Kappingin er frá 5. til 13. Juli í Kekkia. Global
Games er ein samansjóðing av HM í ymiskum ítróttum, og fara
luttakandi íðkararnir at luttaka í frælsum ítrótti, súkkling, kurvabólti,
futsal, svimjing, borðtennis, tennis og í judo og innandura rógving.
1460 íðkarar frá 40 longum fara at luttaka.
Føroyar eru umboðaðar við tveimum íðkarum: Ragnvaldi Jensen í
svimjing og Kristian Martini Garðalíð í frælsum ítrótti. Ragnvaldur
hevur luttikið í ymiskum øðrum kappingum við góðum úrslitum, sum
hava fingið hann millum heimsins bestu svimjarar við
menningartarni. Kristian Martin er nýggjur í hesum høpi.
Ragnvaldur Jensen luttekur í svimjing
Kristian Martin Garðalíð luttekur í frælsum ítrótti