fríggjadagur 10. juli 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 10. juli 2009 – Nr. 130 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Tað var ein lærutími í,
hvussu eysturevropeiskur
fótbóltur verður spældur, tá
hann er bestur, ið B36 fekk
í fyrra hálvleiki. Hinvegin
hevur B36 ikki sæð verri út
í langa tíð, enn teir gjørdu
ta løtuna
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Alt var í roynd og veru avgjørt, tá
fimm minuttir vóru spældir av
dystinum millum B36 og Olimpi
Rustavi í gjárkvøldið. Tá skoraðu
georgiumenn og harvið skuldi B36
gera fýra mál, um teir ynsktu at
spæla seg víðari í Europe League.
Men tað megnaðu teir ikki. Langt
frá.
Olimpi Rustavi spældi frágera
góðan fótbólt á einum ógvuliga
høgum tekniskum støði, so leingi
teir tímdu hetta. Byrjaðu álop í
høgru, vendu við og tóku málverjan
við í síðuskiftið, áðrenn álop varð
sett í gongd í vinstru. Fótbóltur av
besta slag, meðan B36 hjálpti
dúgliga við at staðfesta tekniska
munin, við sjáldsama nógvum
tekniskum feilum og
adressuleysum avleveringum. Hetta
var galdandi fyri so at siga allar
leikararnar í størri og minni mun.
Mistøk kostaðu mál
Tað vóru eisini mistøk, ið førdu til
bæði málini. Fyrst megnaði B36 ikki
at verja Irakli Sirbiladze, tá hesin
púra ótarnaður setti fótin á eitt gott
hornaspark og legði Olimpi Rustavi
á odda.
Teir øktu um leiðsluna við at
leggja inn fyri úr høgru, og Ásbjørn
V. Gunnarsson royndi at verja fyri
innlegginum, men einans fekk
avrættað innleggið so mikið, at
bólturin endaði við handaru stong,
har Gela Khubua kom stórleypandi
og smekkaði bóltin inn.
Dennis og Jákup kundu
Teir báðir einastu leikararnir hjá
B36, sum stóðu georgiumonnum
mát reint tekniskt, komu báðir inn
av beinkinum. Nýggi danin, Dennis
Holmberg, kom inn fyri Berg
Midjord, tá stívliga eitt korter var
farið, og vísti seg sum ein
dugnaligan kombinatiónsleikara, ið
var sinnaður av stríðast – eisini tá
dysturin so at siga var avgjørdur.
Hin var Jákup á Borg, sum kom
inn fyri miðskeiðis í seinna hálvleiki,
tá Sam Malson var tikin út. Hann
tordi at bjóða av og tað var ikki fyrr
enn, at hann kom á vøllin, at B36
hevði nakað serligt at bjóða við
frameftir vøllinum.
B36 rakti tvørtræið
Tað var tó langt áðrenn, at Jákup á
Borg kom á vøllin, at B36 hevði
vandamestu roynd sína. Henda fall
beint fyri hálvleik, tá Malson høgdi
til, eftir at Koroma hevði lagt inn
fyri úr høgru. Skotið brast á
tvørtræið og út í spælið aftur, men
georgar vóru kvikir á leysa
bóltinum, og so var tann vandin av.
Nærri kom B36 ikki, hóast
møguleikar vóru fyri tí. Eftir at
Olimpi Rustavi hevði spælt við
vøddunum og staðfest, at teir vóru
nógv tað besta liðið á vøllinum við
at skora tvey mál, sleptu teir
trýstinum nakað í seinna hálvleiki.
Hetta gav B36 pláss og at enda
eisini møguleikar. Stutt inn í seinna
hálvleik skuldi Magnus Olsen
skorað, tá Jóhan Ellingsgaard fann
hann inni í brotsteiginum, men
staddur ein góðan metur frá
málstrikuni, rakti sandoyingurin ikki
bóltin. Eisini høvdu bæði Klæmint
Matras og Oddmar Færø sínar
skallarar eftir deyðbóltsstøður, sum
burdu givið mál.
Umframt tað hevði Magnus
Olsen eisini ein stóran kjans, tá
hann tíðliga í fyrra hálvleiki skeyt
beint framvið, eftir at Koroma lat
honum bóltin. So B36 hevði sínar
kjansir, og tí er tað at harmast um,
at tað ikki eydnaðist teimum at hála
ein javnleik í hús, og harvið tryggja
føroyskum fótbólti stig á altjóða
pallinum.
B36 – Olimpi Rustav 0-2 (0-2):
Soleiðis verður
fótbóltur spældur
Vantaðu
kynismu og
dugnaskap
Mikkjal Thomassen
er eirindaleysur, tá
hann skal lýsa avrikið
hjá sínum liðið í
gjárkvøldið
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hóast útspældir stóran part av
dystinum, so hevði B36
møguleikar til at bøta um
úrslitið og enn tá at fáa ein
javnleik í Gundadali í gjár. Tað
eydnaðist tó ikki at fáa nakað
mál ímóti Olimpi Rustavi og
tað harmar Mikkjal
Thomassen.
– Vit kunnu kalla tað óheld
og marginalar, sum ikki vóru
við okkum, men úrslitini úr
báðum dystunum botna í, at
vit rætt og slætt ikki eru nóg
dugnaligir. Vit vanta tað
kyniska sum skal til, tá
avgerandi løturnar uppstanda,
segði Mikkjal Thomassen eftir
dystin í gjár.
Hann duldi heldur ikki yvir,
at hann var ein vónbrotin
maður.
– Vit eru ómetaliga skuffaðir.
Fyrsta málið punkterar okkum,
og bæði málini eru nøkur, ið
eg eri nokkso irreteraður um.
So í hálvleikinum kunnu vit
staðfesta, at vit skulu fram at
skora fimm mál, um vit skulu
sleppa víðari, og tað er meiri
enn vit settu okkum førar fyri,
greiðir Mikkjal Thomassen frá.
Venjarin hjá B36 er tó ikki
einans ein beiskur maður, tí
hann hevði eisini rósandi orð
at bera mótstøðuliðnum.
– Vit fingu eitt slag av
fótbóltslektión. Teir pressaðu
okkum í botn, spældu so skjótt
og so flótandi, at eg næstan
noyddist at standa og klappa
at teimum, sigur Mikkjal
Thomassen, sum eisini fegnast
um, at nýggi danin í B36,
Dennis Holmberg, stóð seg
væl á vøllinum.
Sam Malson og hinir í B36 vóru settir upp á pláss av Olimpi Rustavi, sum spældi framúr góðan
fótbólt í fyrra hálvleiki
Mynd: Álvur Haraldsen
Holmberg royndist væl
Dennis Holmberg byrjaði dystin á beinkinum, men Mikkjal Thomassen
setti nýggja mannin í B36 á vøllin, tá bara 17 minuttir vóru spældir av
dystinum. Bergur Midjord fekk eitt slag í ryggin, og mátti út. Sjálvur
fegnaðist venjarin hjá B36 eisini um avrikið hjá dananum. – Hann vísti
seg sum ein fínur kombinatiónsleikari, og vit hava ikki havt júst hava
typuna av leikara í hópinum, so tað er at fegnast um, segði Mikkjal
Thomassen, sum eisini var bilsin av Holmberg. – Eg má viðganga, at eg
visti ikki, at hann kastaði so langt. Vit hava ikki vant slíkar støður undir
venjing, meðan hann hevur verið har, men tað er heilt víst nakað, vit
kunnu fáa gleði av, segði hann.
Ungt mótstøðulið
Venjarin hjá B36 vísti eftir dystin ímóti Olimpi Rustavi millum
annað á, at hansara mans vóru ógvuliga ungir og tískil ikki
heilt so royndir í altjóða fótbólti. Hinvegin var mótstøðuliðið
hjá B36 ógvuliga ungt. Felagið varð stovnað í 2006, tá FC
Tblisi og FC Rustavi løgdu saman. Árið eftir samanleggingina
vann felagið meistaraheitið, og síðsta kappingarár tapti
felagið steypakappingina.