fríggjadagur 10. juli 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. juli 2009 – Nr. 130
NSÍ var tríggjar minuttir
frá at vinna Føroyum
altjóða stig í gjár. Men
runavíkingar vóru hepnir,
at spenningurin varð
varðveittur so leingi
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Károly Potemkin rennur eftir
bóltinum í vinstru síðu. Klokkan
vísir seks minuttir. Framherjin var
fyri løtu síðan rendur um koll í
brotsteiginum. Runavíkingar
væntaðu sær brotspark og reytt
kort. Men floytan tagdi. Men nú
søkja teir aftur at. Potemkin er púra
einsamallur í gulum, nú hann
sleppur inn um brotsteigarmarkið.
Brádliga smekkar hann til. Eingin
væntar tað. Upp um málverjan. Í
handara síðunet. Ein perla. 1-0.
NSÍ var sera nær við at vinna
altjóða stig til Føroyar í gjár. Á
Lerkendal leikvøllinum í Trondheim
vóru runavíkingar tríggjar minuttir
frá at fáa javnleik. Á leikvøllinum,
har Real Madrid, Bayern Munich,
Juventus, Inter Milan, Ajax og
Arsenal áður ikki hava megnað at
vunnið.
Tað var eisini tað
Og tá takkaðu runavíkingar eisini
fyri seg á hálvuni hjá Rosenborg.
Talan var um einvegis ferðlu
komandi 80 minuttirnar.
Meinhardt Joensen, sum vardi
málið hjá gestunum, hevði um 15
bjargingar í dystinum, umframt, at
ein runavíkingur beindi bóltin
burtur av málstrikuni og Rosenborg
í tveimum førum sendi í tvørtræið.
Steffen Iversen javnaði fyri
heimaliðið, tá ein hálvur tími varð
leiktur. Framherjin var fyrstur á
bóltinum, tá Meinhardt Joensen
hevði vart fyri enn eini skotroynd,
og Iversen var heppin, tá hann
sendi inn um málstrikuna.
Hepnir og tó
NSÍ kundi sanniliga komið í eitt
evropeiskt ódnarveður í
Tróndheimi í gjár. Tí tað kundi líka
so væl verið eitt skrædl. Um
heimaliðið var meira neyvt og
heppið, høvdu málini verði væl
fleiri í tali.
Men Rosenborg var heppið, tá
norðmenninir umsíðir fingu málini.
Tí tað var eitt sera ivasamt
brotspark, sum setti beinini fyri
dreyminum hjá runavíkingum. Í
tíðini, sum dómarin hevði lagt
afturat, metti dómarin, at Jonhard
Frederiksberg hevði hildið í
troyggjuni á Alexander Tettey, tá
miðvallarin slapp framvið
Meinhardti Joensen. Úr ellivu
metrum var Didier Konan Ya
tryggur.
Trond Olsen økti um leiðsluna
minuttin seinni, tá Jóhan Troest
Davidsen ikki fekk sparkað bóltin
burtur av vandaleið.
Ongantíð trýstir
NSÍ hava takkað fyri seg í
evropeiskum fótbólt í ár. Tað varð
ongantíð væntað, at runavíkingar
fóru at arga Rosenborg, og teir vóru
heldur ongantíð nær við. Men Pauli
Poulsen, venjari, og hansara leikarar
eru eina stóra uppliving ríkari.
Rosenborg hevur frálíkt úrslit á vísa
á í altjóða fótbólti, og tað verður
eisini væntað, at liðið fer at standa
seg væl í árins útgávu av Europe
League. Teir hava í øllum førum
staðið fyrstu royndina.
Málskjúttin er nøgdur
- Tað er tílíkt, sum kemur fyri. Eg royndi at verja bóltin, men ein
mótstøðumaður setir beinið fyri.
Tað sigur Károly Potemkin, sum sendi runavíkingar í dreymalandi
við einum dreymamáli í gjár. Málskjúttin tóktist ikki serliga harmur
um, at dómarin ikki bríkslaði, tá hann var rendur um koll í
brotsteiginum eftir trimum minuttum.
- Eg eri nøgdur við okkara avrik í dag. Rosenborg var stórfavorittur
undan dystinum, og vit fóru fyrst og fremst á vøllin fyri upplivingina,
sigur Potemkin við heimasíðuna hjá Rosenborg.
Væntaði tú, at tit fóru at vinna dystin, tá tú skoraði?
- Nei. Rosenborg er besta liðið í Skandinavia. Vit hava fyri tað mesta
runnið aftaná í tveimum dystum. Nú ynskja vit teimum góða eydnu
víðari í kappingini, sigur Potemkin við rbk.no.
- unis
Rosenborg – NSÍ 3-1 (1-1)
6-1 samanlagt
0-1: Károly Potemkin, 6.
1-1: Steffen Iversen, 40.
2-1: Didier Konan Ya, 90.
(brotspark)
3-1: Trond Olsen, 90.
Rosenborg: Rune Almenning
Jarstein – Roar Strand,
Alejandro Lago, Andreas
Nordvik, Roy Miller – Anthony
Annan (Alexander Tettey, 65.),
Per Ciljan Skjelbred (Traoré,
76.) – Didier Konan Ya, Steffen
Iversen (Sellin, 65.), Trond
Olsen – Dario Zahora
NSÍ: Meinhardt Joensen –
Jonhard Frederiksberg, Óli
Hansen, Jóhan Troest
Davidsen, Einar T. Hansen –
Christian Høgni Jacobsen
(Jann Martin Mortensen, 61.),
Jann Ingi Petersen, Bogi Løkin
(Jens Joensen, 90.), Jústinus R.
Hansen, Hjalgrím Elttør –
Károly Potemkin (Klæmint A.
Olsen, 70.)
Runavíkingar
vóru hepnir
Ikki nøktandi
Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, fegnaðist bara um, at liðið vann
seg víðari.
- Leikararnir vóru ikki nøgdir eftir fyrra hálvleiki, tá vit høvdu 15
málmøguleikar. Men vit skaptu møguleikar og spældu væl. Tað, sum
er mest umráðandi, er at vit vunnu okkum víðar, sigur Erik Hamrén,
venjari, við heimasíðuna hjá Rosenborg.
Trond Olsen, sum stóð fyri málinum til 3-1, staðfesti, at heimaliðið
skuldi skotið fleiri mál.
- Tað er sjálvsagt ikki nøktandi, at teir leggja seg á odda. Vit eiga
eisini at skjóta nógv fleiri mál, tí møguleikarnir vóru óteljandi, sigur
Trond Olsen við rbk.no
- unis
Károly Potemkim loypti
hvøkk á Rosenborg, tá
hann legði NSÍ á odda
eftir seks minuttum
Savnsmynd
Poulsen longt avtaluna
Poul N. Poulsen hevur knýtt seg at B68 í komandi
kappingarári eisini. Tað skrivar heimasíðan hjá toftamonnum.
Poul N. Poulsen hevur roynst væl á Toftum, síðan hann skifti
av Skála undan hesum kappingarárinum. Vágbingurin hevur
fyri tað besta spælt á vongverjaplássinum í høgru.
Jógvan Højgaard, formaður í B68, sigur við heimasíðuna, at
hann fegnast um, at Poul N. Poulsen hevur longt sáttmálan
við felagið.
Aristide og Blé halda fram
Tehe Aristode og Evrard Blé spæla eftir øllum at døma eisini
við AB í 2010. Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at
uppflytararnir hava longt avtalurnar við fílabeinsstrandingarna
r.
Miðvallarin Evrard Blé hevur spælt við AB síðan á sumri í 2007,
og verjuleikarin Tehe Aristide skifti til argjamenn undan hesum
kappingarárinum.