Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. juli 2009 – Nr. 130 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29 Klaksvíkingur er millum bátarnar, sum í vikuni hava verið í Sandavági og vant og kanna umstøðurnar KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tann sætti og næstsíðsti FM kapp­ róðurin í ár verður seinnapartin leygardagin á vestanstevnu, sum hesa ferð er í Sandavági. Talan er um so at siga nýggja kapping, um sammett verður við tær fimm FM kappingarnar, sum hava verið fyrr í summar. Hesa ferð verður bara kappast á túsund metrum. Annars hava 10­manna­ førini kappast á 2000 metrum (burtursæð frá á norðoyastevnu tá ið teinurin var 1500 metrar), og 8­ mannaførini og 6­mannaførini við monnum hava kappast á 1500 metrum. At teir, sum higartil hava kappast á longru teinunum, nú fara at rógva 1000 metrar kann hugsast at fara at hava við sær, at tað fer at ganga øðrvísi fyri seg, enn tað higartil hevur gjørt. Lutfalsliga verður styttri partur av teininum nýttur til meiri seiga mið­ róðurin, sum teir plaga at nevna tað, og lutfalsliga størri partur av teininum verður nýttur til start­ spurt og endaspurt. Hagtølini frá undanfarnu árum boða ikki frá, at tað hevur serliga stórar broytingar við sær í úrslit­ unum, at róðrarteinarnir verða broyttir. Fyrireikingarnar Umstøðurnar at rógva kapp í Sanda­ vági eru – umframt at teinurin er styttri – eitt sindur øðrvísi, enn tær eru tað í nógvum av hinum róðrar­ plássunum. Tað er rættiliga frítt fyri út á hav, men fyritreytirnar áttu at verið fyri góðum róðrarlíkindum í morgin. Í fleiri vikur hevur tað verið av fagr­ asta summarveðri, og sambært veðurforsøgnini verður vindmegin undir seks metrar um sekundið av landnyrðingi ella eystri. Hitin í Vágum verður seinnapartin í morgin roknaður at fara at liggja upp ímóti fimtan stigum, og tað er góður møguleiki fyri, at sólin fer at síggja. Í vikuni hava fleiri kappróðrar­ bátar vitjað í Sandavági. Millum teirra var mikukvøldið Klaksvík­ ingur, sum vandi stutta málið fleiri ferðir, og so tóktist tað sum um, at teir kannaðu umstøðurnar og ýtaðu av, soleiðis at teir kunnu leggja taktikk undan spennandi løtuni seinnapartin í morgin, tá ið teir skulu kappast við Eysturoying og Ormin Langa. Eysturoyingur plagar ikki at fara av fjørðinum í venjingarørindum. Soleiðis hevur heldur ikki verið í hesi vikuni. Í góðveðrinum á Skála­ fjørðinum hava royndu menninir brúkt nógva tíð og orku í fyrireik­ ingunum til at taka Klaksvíking í morgin. Áhugin fyri kappróðrinum í morg­ in er sera stórur, bæði í Vágum og aðra staðni. Vertirnir í Sandavági eru væl um­ boðaður í kappróðrinum. Í barna­ róðrinum hevur Ørnin vunnið allar genturóðrarnar, og Havørnin í barnaróðrinum og nýggja 6­manna­ farið Skúgvur hjá sandavágsmonn­ um fara at taka lut. FM kappingin Dramatiska og intensa FM kappingin millum Klaksvíking og Eysturoying hevur serligan áhuga. Klaksvíkingur hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Á jóansøku var sigurin rættiliga trivaligur – trý sekund – men á varmakeldu var munurin so at siga eingin: Klaksvík­ ingur 8.48.01 og Eysturoyingur 8.48.09! Hetta leggur upp til framúr intensitet og kapping í morgin. Millum favorittarnar at vinna FM eru tveir bátar úr Miðvági. Teir eru 5­mannafarið Frúgvin við kvinnu­ manning, sum í Fuglafirði síðsta leygardag noyddist at lúta fyri Erlu Kongsdóttir, og 6­mannafarið Riddarin, sum í endaspurtinum á varmakeldu misti leiðslu, sum tóktist at vera trygg, til Tvøra­bátin. Umframt Riddaran og Tvørabátin, sum í FM kappingini hava ávikavíst 33 og 32 stig, kundu úrslitini og róðrargongdin seinastu ferðirnar bent á, at Sundabáturin hesa ferð kann fara at gera ein vørr. Argjabáturin, Gongurólvur við kvinnum og Tjaldrið við dreingjum hava vunnið allar róðrarnar higartil í summar. Atg luttøkan í kappingini millum 8­mannaførini er so lítil ber við sær, at Argjabáturin longu mest sum hevur vunnið FM. Hjá Tjaldr­ inum og Gongurólvi er tað bara ein spurningur, nær FM heitið verður tryggjað. Eingin ivi er um, at hesir tríggir bátarnir vilja ógvuliga fegnir vinna ikki bara FM, men allar róðrarnar. Meðan Argjabáturin ikki hevur verið í nakrari kapping, so hevur tað verið væl tættari hjá Tjaldrinum og Gongurólvi. Blikur av Argjum er næsti avbjóðarin hjá Tjaldrinum, og hóast Gongurólvur higartil hevur verið suverenur, so bendi gongdin í Fuglafirði á, at Páll Fangi og eisini Sølmundur framvegis kunnu hava vónir um, at tað kann bera til at taka Gongurólv. Nógv ferðsla á Sandavági Í hesum døgum verður nýggja Telefonbókin borin hvørjum heimi og virki. Hvussu nógv % av føroyingum brúktu Telefonbókina í 2008? a) 0%? b) 5%? c) 80%? SMSa rætta svarið (telefonbok a, telefonbok b ella telefonbok c) inn til 1906 og ver við í lutakastinum um eina iPhone. Tað kostar vanligan takst at senda. Vinnarin verður funnin tann 01.08.2009. Vinnarin fær beinleiðis boð frá Føroya Tele. Ennigarð og Petersen býta um Kaj Ennigarð fer í seinnu kappingarhálvu at spæla við ÍF, meðan Hans Pauli Petersen aftur fer at spæla við Víkingi. Tað skrivar Dimmalætting í dag. Kaj Ennigarð hevur havt trupulleikar við at vinna sær pláss í byrjunaruppstillingini hjá Víkingi. Og nú skal verjuleikarin spæla saman við stórbeiggjanum Poul Ennigarð. Hans Pauli Petersen flutti úr Víkingi til ÍF í vetur, men nú skal hann aftur spæla í Gøtu, sambært Dimmalætting. Lítil Ferguson dugir eisini Darren Ferguson, sum er sonur hjá Sir Alex Ferguson, verður eisini venjari í Peterborough í komandi kappingarári. Darren Ferguson hevur vunnið liðið úr fjórðbestu ensku deildini í næstbestu deildina eftir tveimum árum. Og hóast Reading og West Bromwich hava sýnt honum áhuga, heldur hann fram í venjarasessinum í Peterborough. – Málsetningurin er at vinna liðið upp í Premier League, og tað er eingin orsøk at gevast nú, sigur 37 ára gamli Darren Ferguson við enskar miðlar.