fríggjadagur 10. juli 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. juli 2009 – Nr. 130
John Rasmus Eldevig
heldur, at hitin var
ógvuliga avgerandi á
oyggjaleikunum.
Oyggjaleikir
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Grønlendska manslandsliðið í
fótbólti gjørdist nr. 12 av teimum
16 oyggjasamfeløgunum, sum tóku
lut á oyggjaleikunum. Tað lagaði
seg soleiðis, at Grønland kom í bólk
við Hetlandi, Álandi og Minorka.
Ein av teimum, sum gjørdi sítt til
at Grønland skuldi standa seg í
kappingini, var 35 ára gamli
fuglfirðingurin, John Rasmus
Eldevig. John Rasmus var 11 ára
gamal, tá hann flutti til Grønlands,
og eins og eldri bróðurin, Jens
Christian hevur hann verið við til at
mynda grønlendska
fótbóltslandsliðið. John Rasmus var
valdur til ársins spælara í Grønlandi
í 2003, og Jens Christian, sum er ár
nøkur eldri, hevur eisini verið ársins
spælari í Grønlandi á sinni.
Stríðast fyri altjóða
viðurkenning
Støðan hjá grønlendska
landsliðsfótbóltinum minnir ikki so
lítið um støðuna hjá føroyska
landsliðsfótbóltinum í 1970-unum
og 1980-unum. Grønlendska
hondbóltslandsliðið hevur havt
altjóða viðurkenning í meir enn ein
hálvan mansaldur, og hevur
grønlendska hondbóltslandsliðið
spælt seg til fleiri HM-endaspøl
ígjøgnum undankappingarnar, sum
eru farnar fram í tí panamerikanska
økinum.
Tað hevur mangan verið so, at
Grønland hevur umboðað Pan-
Amerika saman við Brasilia,
Argentina ella USA. Grønlendska
fótbóltssambandið – Grønlands
Boldspil Union – GBU stríðist fyri at
fáa altjóða viðurkenning.
– Í Grønlandi halda vit, at vit
høvdu fingið meiri burturúr at fara
uppí europeiskan fótbólt, og tí
hevur GBU roynt at fáa limaskap í
europeisku fótbóltssamgonguni,
UEFA, greiddi John Rasmus Eldevig
frá í oyggjaleikastudionum hjá
Rás2.
UEFA loyvir bert limalondum,
sum eru suverenir statir, og tí er
nærum ógjørligt í skrivandi stund
hjá Grønlandi at gerast limur í
UEFA. Glottar eru tó at hóma fyri
grønlendskan landsliðsfótbólt. Í
býnum Qagortoq – Julianehåb –
sum liggur á breiddarstigi við Oslo
kemur ein grasvøllur skjótt at
standa liðugur, og í
høvuðsstaðnum Nuuk nærkast
dagurin, at tey fara at fáa eina stóra
høll við einum innandura
graslíkisvølli, og tá væntar John
Rasmus stóra framgongd fyri
grønlendskan fótbólt. Grønlendska
kappingin er ógvuliga stutt sum er:
- Vit spæla fyrst eina kapping í
lokaløkinum, og so eru tað átta lið
sum kvalifisera seg til finaluumfarið,
sum er í einum bestemtum
grønlendskum býi. Tá er eitt
bólkaspæl við fýra liðum, síðani
hálvfinalur og finala. Uppá eina
viku má eitt lið spæla fimm dystir,
fyri at gerast grønlendskur meistari,
greiðir John Rasmus frá.
Kódnaðu í hitanum
Hjá grønlendska manslandsliðnum
kom tað ikki væl við, at hitastigini
lógu upp ímóti teimum 30, tá
oyggjaleikirnir vóru á Álandi.
Fyrsta dystin tapti Grønland 4-2
ímóti Álandi. Í hálvleikinum var 3-0
til Áland, og ta einu løtuna var
støðan 4-0 til Áland. Grønlendska
liðið vísti tó góðan moral, við at
stríða seg upp á 2-4 ímóti
dystarenda. Í tí næsta dystinum
gjørdist kortini talan um veruligt
skrædl, Grønland tapti 0-6 ímóti
Minorca, aftaná hálvleikstøðuna 0-
3.
– Tað var ræðuliga heitt, og vit
kódnaðu simpelthen í øllum
hitanum, vit kundu einki gera í
slíkum umstøðum, staðfestir John
Rasmus.
Heima í Grønlandi eru teir vanir
við at venja og spæla
venjingardystir í nógvum
minusstigum, og tað hevði John
Rasmus fyritrekt.
Í seinasta dystinum í
bólkaspælinum eydnaðist tað
kortini Grønlandi at vinna 3-1 á
Hetlandi, aftaná javnleik 1-1 í
hálvleikinum. Hetta gav
grønlendingum rætt til at spæla
um 11. plássið ímóti Gotlandi. Talan
gjørdist um ein gysara, sum
Grønland tapti 3-4, aftaná
hálvleiksstøðuna 2-3, og endaði
Grønland soleiðis á einum 12.
plássi.
Spurdur, um hann hevði ynskt at
sloppið at spælt ímóti føroyska
landsliðnum, svarar John Rasmus:
- Ja tað hevði verið veruliga
stuttligt at sloppið at roynt seg
ímóti Føroyum.
Fuglfirðingur á grøn-
lendska landsliðnum
John Rasmus Eldevig fekk sína fótbóltsuppaling í ÍF. Nú spælir hann fyri grønlendska fótbóltslandsliðið
Mynd: Einslistir/Hilmar Jan Hansen
Barcelona ætlar sær
Fabregas
Joan Laporta, forseti í FC Barcelona, avdúkar í
sponskum miðlum í dag, at felagið ætlar sær Cesc
Fabregas úr Arsenal. – Vit eru áhugaðir í Franck Ribery
eisini. Men um Bayern Munich ikki vil selja hann, skulu
vit hava Fabregas, sigur Laporta. Cesc Fabregas skifti
sum 16 ára gamal frá Barcelona til Arsenal í 2003.
Phelps setti nýtt
heimsmet
Michael Phelps, sum vann átta
gullheiðursmerki við seinastu OL, ger nú aftur
um seg. 24 ára gamli amerikumaðurin setti í
gjár nýtt heimsmet í 100 metur butterfly við
meistaraskapini í USA. Tíðin var 50,22 sekund,
sum er 0,18 sekund betri enn Ian Crockers,
sum hevur átt metið seinastu fýra árini.