fríggjadagur 10. juli 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2009
31
lýsingar
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Pedagogar til Dagstovnin í Hoyvík
Søkt verður eftir trimum pedagogum til vøggustovu at arbeiða 35 tímar um vikuna og
einum pedagogi til barnagarðsstovu við 6 ára gomlum børnum at arbeiða 35 tímar um
vikuna. Størvini verða sett frá mánadegnum 17. august 2009 ella eftir nærri avtalu.
Um stovnin
Vit eru ein kommunalur stovnur. Frá 1. august verða vit normerað til 90 børn, 30
vøggustovubørn og 60 barnagarðsbørn. Vit hava 2 barnagarðsstovur, 1 stovu við
6 ára gomlum børnum og 3 vøggustovur.
1.august byrjar ein Serstova í Dagstovninum í Hoyvík, hon er normerað til 6 børn.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Dagstovninum
í Hoyvík, Vegurin langi, 188 Hoyvík, í seinasta lagi mánadagin 27. juli 2009.
Nærri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Onnu Mariu E. Antoniussen, stovnsleiðara, telefon
21 73 18, ella við at vitja heimasíðu okkara www.dagstovnurinihoyvik.fo.
Pedagogar og hjálparfólk til Dagstovnin í Øksnagerði
Søkt verður eftir einum pedagogi til serstovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja
1. september 2009 ella eftir nærri avtalu. Einum hjálparfólki til vøggustovu at arbeiða
33 tímar um vikuna at byrja 10. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eisini
eftir einum hjálparfólki í tíðaravmarkað starv til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar
um vikuna at byrja 17. august 2009 og 6 mánaðir fram.
Reingerðarfólk til Býlingshúsið á Flat
Søkt verður eftir einum reingerðarfólki at arbeiða 10 tímar um vikuna at 3. august 2009
ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Býlingshúsinum
á Flat, Per Mohrsvegur 11, 188 Hoyvík, í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2009.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Onnu Mariu Hansen, stovnsleiðara, telefon 31 83 71.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Dagstovninum
í Øksnagerði, Øksnagerð 1, 100 Tórshavn, í seinasta lagi leygardagin 1. august 2009.
Nærri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Jesper Roos Nielsen, leiðara, telefon 30 22 60 / 21 99 59,
ella til Gunrid á Plógv, varaleiðara, ella við at vitja heimasíðu okkara www.oksnagerdi.fo.
Tórshavnar kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25.
mai 2009, verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 25. juni 2009 hevur samtykt uppskot til serstaka byggisamtykt
fyri eitt avmarkað øki undir Gráasteini í Tórshavn.
Serstaka byggisamtyktin snýr seg um skipan av útstykking og
bústaðarbygging á ognunum matr. nr. 1116a, 1118a, 1118b,
1119a og 1120a, Tórshavn.
Byggisamtyktin fevnir um ognirnar matr. nr. 1116a, 1116b, 1116c,
1116e, 1117a, 1117b, 1118a, 1118b, 1119a, 1120a og part av 1119c.
Uppskotið til serstaka byggisamtykt liggur frammi í Snarskivuni á
Vaglinum frá 13. juli til og við 3. august 2009, frá mánadegi til fríggja-
dag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 24. august 2009.
Kunngerð
Tórshavnar kommuna
Tað verður við hesum gjørt kunnugt, at býráðið á fundi 28. mai 2009
samtykti at ovari partur av gøtuni »oman Mattalág« við innkoyring frá
Íslandsvegi fær navnið Grímsoyarvegur, og at nýggi býlingurin á
Argjum fær navnið undir Kongavarða.
Eisini var samtykt at tvey vegastrekki, sum áður vóru partar av gamla
Dalavegnum, fáa nýggj nøvn.
Niðara vegastekkið, sum er frákoyring frá Dalavegnum til høgru, fær
navnið Dalastígur, og tað ovara vegastrekkið, sum er oman fyri
ringvegin, fær navnið Hjaltarók.
Harumframt samtykti býráðið á fundi 25. juni 2009, at nýggja
útstykkingin í Kaldbak fær navnið við Krossá og at broyta navnið
»Hoyvíkshagin Suður« til navnið Hoyvíkshædd.
Vega- og býlinganøvn