Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2009 35 Tórshavnar kommuna Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 25. juni 2009 hevur samtykt uppskot til serstaka byggisamtykt fyri økið matr. nr. 1045a í Stóragerði, Tórshavn, og broyting í almennu byggisamtyktini fyri sama øki. Ætlaða broytingin er, at ognin matr. nr. 1045a, Tórshavn, á uml. 7.300 m² til støddar, verður broytt frá A1-øki til A3-øki. Serstaka byggisamtyktin snýr seg um skipan og bygging á ognini matr. nr. 1045a, í Stóragerði, Tórshavn. Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina og uppskotið til serstaka byggi- samtykt, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 13. juli til og við 3. august 2009, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 24. august 2009. Kunngerð Skrivstovulærlingur til Bitland Vilt tú starvast í einum dynamiskum og nýskapandi umhvørvi í hjartanum av miðbýnum í Havn? So er Bitland júst rætta staðið fyri teg! Fær nýskapan til høldar Bitland arbeiðir við leiðslu av bæði føroyskum og altjóða prosjektum, veitir ráðgeving innan ymisk evni til tann almenna og privata geiran, umframt rekur ein skrivstovufelagsskap, har ymisk virkir húsast. Sum persónur ert tú opin og vitanar­ søkin, arbeiðir skipað og nágreiniliga, umframt hevur eitt gott yvirlit ­ eisini tá ið tað gongur skjótt fyri seg. Tú fert í holt við arbeiðsuppgávur við einum positivum og ágrýtnum sinni, og vilt gjarna lata av hondum eitt gott úrslit. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar í Bitlandi, og tú kemur m.a. at hjálpa til við ymiskum prosjektum, bókhaldi, leita á netinum, taka í móti kundum umframt ymiskt fyrifallandi skrivstovuarbeiði. Vit vænta ikki, at tú dugir alt frá byrjan, men í lærutíðini fært tú stuðul og vegleiðing, soleiðis at tú mennist við uppgávunum bæði fakliga og persónliga. Tú hevur tikið prógv á Handilsskúla (FHS/HH), Studentarskúla ella HF­ skeiði, ella verður liðug/ur í summar. Tú hevur KT­kunnleika á brúkarastigi. Harumframt dugir tú væl at málbera teg á bæði føroyskum, donskum og enskum. Vit ynskja at seta rætta viðkomandi í august 2009. Um hetta er nakað fyri teg, vinarliga send umsókn, prógv og CV innan 1. august til kj@bitland.fo ella send tað til: Bitland Niels Finsensgøta 8-10 Postboks 195 FO 110 Tórshavn Tú ert eisini vælkomin at ringja til Katrin á 311085 ella 283978, um tú hevur onkrar spurningar. sansir.fo Akademiútbúgvingin, heysthálvan 2009 Treytað av nóg stórari luttøku, verða í heyst hesar lærugreinar á Akademiútbúgvingini: Tórshavn Leiðaraskapur mánadagur Vinnulívsrættur mikudagur Marknaðarførsla hósdagur Vinnubúskapur hósdagur Tilmelding á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Kambsdalur Fyriskipan hósdagur Sølubúskapur hósdagur Tilmelding á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Undirvísingin byrjar í viku 37 og er eitt kvøld um vikuna frá klokkan 18.00 til 21.20. Tilmeldingarfreistin er 17. august 2009. Innskrivingarseðil og kunning um Akademi­ útbúgvingina finnur tú á heimasíðu skúlans, www.fh.fo. Til ber eisini at venda sær til skúlan á telefon 31 71 77 og á hsh@hsh.fo. FØROYA HANDILSSKÚLI Postsmoga 177 110 Tórshavn Tel 31 71 77 Telefax 31 33 74 www.fh.fo Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Boks 76 FO-110 Tórshavn Send lepan til: Tekna teg sum haldara nú ...um tú skalt vera við kr. 495,- um ársfjórðingin Spar 560,- í mun til leysasølu lýsingar