Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 130 • 10. juli 2009 eina kenslu av, hvat tað merkir at standa fyri slíkum konsertum.” Við heimastudio, egnum løgum á síni iPhone, sum ein av sangarunum í bólkinum 4 og eigari í Five Star Entertainment og nýggja felagnum AEL, skuldi tú trúð, at hetta er maður, ið hevur vígt alt sítt lív til tónleikin. Men soleiðis er tað ikki, púrasta. Og spola vit trý ár aftur í tíðina, so vóru tónarnir øðrvísi og kósin ein heilt onnur… Royna aðrar leiðir Tá tú ert sonur reiðara kempuna Eiler Jacobsen, liggur tað líkasum í luftini, at fiskivinna fer at verða títt kall. Soleiðis gjørdist tað fyri elsta sonin Sámal, ið eisini gjørdist rokskipari og førdi mangan fongin til lands. Men fyri næstelsta sonin var kósin tó ikki so bein. Kanska tí, at stórar og sterkar herðar kasta eisini størri skuggar, og tú sansar, at hin ungi tannáringurin Petur vildi sleppa at royna seg, uttan at nakar skuldi kunna briksla honum, at hann hevði fyrimun av heimavølli og bara soleiðis tók “the easy ride” við at fara at arbeiða fyri pápan beinanvegin. (Fiskur og sjógvur var tó á ongan hátt fremmandur kostur. Petur mynstraði fyrstu ferð sum 14 ára gamal við gomlu Sólborg, har hann var messudrongur tríggjar mánaðir undir Svalbard, meðan hansara skúlaklassi fór til Mallorca at halda summarfrí.) “Eg vildi royna okkurt annað,” sigur Petur, tá vit spyrja, hvussu tað bar til, at hann longu sum 20 ára gamal fór til Danmarkar at læra til byggiteknikkara. Saman við konuni Elsu – tey hava júst hildið 17 ára brúdleypsdag – gekk leiðin nevniliga til Norðurjútland fyrst Í nítiárunum. Petur gjørdist byggiteknikkari, men tá stórt arbeiðsloysi var innan byggivinnuna um hetta mundið, søkti hann starvið sum góðskufrøðingur á stóru donsku útflutningsfyritøkuni Kangamiut Seafood. Hann fekk starvið og soleiðis førdi slóðin hann aftur til vælkenda luktin av fiski. Árini 1995 til 1999 reisti hann alla verðina runt sum góðskufrøðingum hjá hesi stóru donsku fyritøkuni. “Hetta vóru spennandi og lærurík ár, “ minnist Petur. Tríggjar útgávur 1992 var ikki bara árið, har Petur fór í nýtt starv, hetta var eisini árið, tá hann – búsitandi í Danmark - útgav sítt fyrsta føroyska kassettuband “Skín aftur Føroyar”. Og hóast Petur var glaður fyri at hava skrivað eitt lag til tekst hjá abbanum – navnframa yrkjaranum Petur W. Háberg – so er hann tó ikki so fegin um hesa útgávuna, sum sá dagsins ljós í kjalarvørrinum á stóru samfelagskreppuni, ið rakti Føroyar í 1992. Sjálvur hevur hann hug at geva sínum impulsiva lyndi ábyrgdina fyri, at henda útgávan – og somuleiðis fløgan “It All Adds Up To Love”, sum kom út í 1999 – ikki rættiliga livdu upp til tað, hann hevði vónað. “Eg síggi meg sjálvan sum ein amatør tónleikara. Tú kanst kanska eisini siga, at í mínum høvdi hoyri eg tónleik púra klárt, men eg dugi ikki sjálvur at fáa tónleikin at ljóða, sum eg ynski. So báðar mínar fyrstu útgávur liðu undir hesum, haldi eg. Hinvegin, so angri eg ikki, at eg gjørdi hasar útgávurnar, tí hetta var sera læruríkt fyri meg. Eg vil heldur angra, at eg havi gjørt tær, heldur enn at eg ikki havi gjørt tær.” Hinvegin er Petur glaður fyri útgávuna “Her er løtan”, sum bólkurin 4 gav út í fjør. Hann er ein av teimum fýra sangarunum og hesin leistur passaði sum fótur í hosu við bæði country tónleik, honum dámar og ta góðsku, sum hann vil, at tónleikurin, hann er partur av, skal hava. Dreingja rockur Og tá vit práta um country, so er ongin ivi. Petur er fjeppari um ein háls. “Á dreingja árum var alt rockur. Eg dyrkaði AC/ DC, Nazareth og ELO. Minnist, at Jákup ofta spældi fusjóns tónleik fyri mær, men tað segði mær hvørki eitt ella annað. Gamaní, Mezzoforte lurtaði eg fegin eftir. Men so var eisini slutt á tí kontuni.” Petur var væl og virðiliga vorðin tannáringur, áðrenn hann av álvara fekk oyruni upp fyri country tónleiki. “Skyldina hevur Gunnar Justinussen. Hann spældi altíð country fyri mær. Eg helt tað var tápuligt. Men so lýðandi byrjaði mær at dáma hetta slagið av tónleiki. Og so vendist ikki aftur. Eg rætt og slætt rá dyrki country tónleik. Mær dámar best tað eitt sindur nýggjara slagið við Alan Jackson, Randy Travis, Joe Diffy, George Strait og øðrum gubbum. Tá eri eg totalt á heimavølli. Skal vera gamalt, so er ikki at gloyma Merle Haggard.” Succes søga Apropos heimavøll og heimlongsul, so gekk leiðin hjá Peturi og familjuni aftur til Føroya í 2001. “Krúnborg bleiv kontraktaður í 1999 og vit høvdu prátað um kanska at flyta heim aftur til Føroya – aftan á níggju sera góð ár í Danmark. So hetta var eitt gott høvi.” Familjan flutti heim og Petur fór at arbeiða við nýggja stóra projektinum – Krúnborg – aftan á, at hann hevði siglt við tað fyrsta halva árið sum maður við nýggja farinum. Krúnborg gjørdist ein stór success søga. “Ja, hetta var ótrúliga spennandi. Sámal, beiggi, var skipari og fiskaði skútuna fulla á mestsum hvørjum túri. Eiler, yngri bróður, sum eisini var sjómaður, las á Skiparaskúlanum og var eftir skúlan bæði skipari og stýrimaður við Krúnborg. Mín uppgáva var fyrst og fremst at ansa eftir virðunum, sum teir førdu inn í felagið.” Petur var um hetta mundið eisini nevndarlimur í reiðarafelagnum. Eilir, pápin, sum hevði koyrt uttan íhald síðani fyrsti báturin varð bygdur í 1964, hevði onki ímóti, at synirnir nú tóku um stýrisvølin. Heima hevði alt snúð seg um fisk allatíðina. “Hvør máltíð var í roynd og veru ein nevndarfundur. Soleiðis hevur tað altíð verið heima hjá okkum. Og hetta kendist púra nátúrligt.” Men hvagani kemur so tónleikurin? At Eilir ikki var púra sørur á harmonikuni, eru tað helst ikki øll, sum vita. Tónleikurin kom tó fyrst og fremst inn við móðurmjølkini. Mamma Petur, Beinta, er stinnur klaver pælari, og Petur minnist seg grulva undir flyglinum sum smádrongur, meðan mamman spældi klassik stykkir eftir Bach og Beethoven og øðrum mætum tónaskøldum. “Tónleikur og fiskiskapur hava altíð verið tvær púra fremmanda verðir, sum onkursvegna hittust heima hjá okkum. Hjá pápa var tað fiskur. Hjá mammu tónleikur.” Petur hevur prátað seg heitan. “Sjálvt tá harðast hevur leikað á í fiskivinnuhøpi, so minnist eg, at tónleikurin onkursvegna altíð hevur sníkt seg inn gjøgnum bakdyrnar. Soleiðis høvdu vit orkestur umborð á Sólborg, tá eg var við sum dekkari í 1990-91. Vit hildu til frammi undir bakkanum.” Mest margháttliga løtan í fiskivinnu- og tónleikahøpi, mundi tó vera eina linliga samráðingarnátt á Hotel Føroyum. “Eg var har fyri Reiðarafelagið og her var naggatódn komin í. Lagið var onki serligt, so vit fóru út í gongina at fáa okkum fríska luft. Har stóð eitt klaver, og eg settist har. Jónsvein Knudsen, sum eisini var við fyri Reiðarafelagið, leyp út eftir einum guitara og Jógvan Norðbúð (sáli, táverandi skrivari fyri Reiðarafelagið), kom eisini til klaverið. Hetta var ein fantastisk løta. Púra óseriøst, men fríandi og stuttligt. Eg fari aldrin at gloyma andlitsbrái á semingsmanninum, tá hann ovfarin stakk høvdið innum hurðina.” Løtu seinni varð glið aftur komin á og aftala gjørd millum partarnar. Pallskifti Størsta vinnuliga avtalan Petur nakrantíð man hava gjørt, mundi kortini vera, tá familjan Jacobsen valdi at selja Krúnborg og siga farvæl við eitt lívsverk. “Vit fingu eitt sera gott tilboð og vit hildu, tíðin var búgvin.” Petur hevur ikki lýtt aftur á síðani. Virðir skulu framvegis umsitast. Soleiðis er Petur í dag formaður í íløgufelagnum Løkir og nevndarlimur í Eldborg – stóra supply skipið, ið júst er komið til landið. Og hóast tað á mangar hættir varð kvett á stokkinum við søluni av Krúnborg, so er Petur framvegis nevndarlimur í Havsbrún - á áttandi ári. Júst Havsbrún var øll árini eisini størsti avtakari av Krúnborg, sum nú eitur Fagraberg og framvegis landar í Fuglafirði. Klokkan er farin av fýra, og Petur hevur aðrar skyldur bíðandi. Hann hevur júst ognað sær ein nýggjan bát. Ongin nýggj nót umborð, men klingandi nótar, grill og góður hýrur, meðan siglt verður millum oyggjarnar, er ikki óhugsandi. Vit takka fyri prátið. Men tygara útsendi hevur ein spurning eftir: Hatta lagið, Petur spældi úr iphonini fyri góðum tíma síðani - nær verður tað útgivið? “Kanska ongantíð,” svara hann. “Hjá mær liggur gleðin í at skapa. Kassaguitaran framm og skriva eitt lag; tað er mítt yoga.” Umborð á nýggja farinum M/B Elsa TN 265. Sita og grilla. Petur og Elsa saman við døtrunum Barbaru og Beintu. Á myndini er eisini vinkonan hjá Barbaru, Marta