fríggjadagur 10. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 130 - 10. juli 2009
Hvørja ferð ótangar
bróta trø og
oyðileggja alt tað
vakra í býnum, ætlar
Heðin Mortensen at
melda. Hósmorgunin
var óboðið hjá
borgarstjóranum
Umhvørvi
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað
hendir
javnan,
at
blómukassar í miðbýnum í
Havn verða koppaðir og trø
brotin um náttina.
Hósmorgunin fleyt yvir
hjá
Heðin
Mortensen,
borgarstjóra í Havn.
Hann
var
nakað
so
harmur, tá ið hann sá eitt nú
nýplantaðu trøini á Vagli
num verða brotin, og at
stóru vøkru planturnar við
Smiðjuna í Lítluvík verða
brotnar.
Fyri tað mesta sær eingin,
hvør framt hevur herverkið,
men um sjey tíðina hós
morgunin var tað so heppið,
at starvsfólk hjá kommununi
vóru úti og sóu teir, sum
gjørdu herverkið. Tey tóku
myndir av unglingunum,
herverkið varð meldað, og
politiið tók dreingirnar.
Hetta er nakað, sum
hendir javnan.
- Eg skilji bara ikki, at
nakar fær seg til at gera seg
inn á alt tað vakra í býnum,
sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at kommunan
í hesum førinum fer at reisa
endurgjaldakrav
móti
ótangunum, og tað verður
eitt stórt endurgjaldskrav.
Heðin Mortensen heldur
tað vera nógv fyri, at
planturnar ikki kunnu fáa
frið.
Kommunan
hevur
gjørt eitt stórt arbeiði við at
planta fyri at fríðka um
býin, og so finna fólk uppá
at knúsa og bróta og skræða
uppaftur.
− Tað er so syrgiligt, tí
tað tekur langa tíð hjá
plantunum at vaksa aftur.
Nógv av arbeiðinum hava
Ung í arbeiði gjørt, og so
koma onnur ung og sorla
alt, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at hereftir
verður slíkt heverk meldað
hvørja ferð.
−
Vit vilja gera alt
fyri at varðveita alt tað
vakrar í býnum, og eg heiti
inniliga á fólk um ikki at
gera slíkt, sigur Heðin
Mortensen.
almannastovan@almannastovan.fo
krea . tel 60 80 80
STUÐULSFÓLKASKIPANIN FYRI BØRN SØKIR EFTIR
SJÚKRARØKTARFRØÐINGUM, PEDAGOGUM
ELLA FÓLKI VIÐ LÍKNANDI ÚTBÚGVING.
> Les meira á www.almannastovan.fo
Beint eftir ólavsøku
letur ferðaskriv
stovan Fonn Flog
upp deild í Havn
Ferðing
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
3. august hevur ferðaskriv
stovan Fonn Flog 17 ár á
baki, og henda dagin í ár
letur fyritøkan upp nýggja
deild í Havn.
Frammanundan
hevur
Fonn Flog deild bæði í
Klaksvík og í Saltangará.
- Vit hava fleiri viðskifta
fólk í Havn, og við at lata
upp deild har geva vit
teimum høvi til eisini at
støkka inn á gólvið hjá
okkum. Tað ber væl til at
samskifta og bíleggja ferða
seðlar frá okkum um
internetið, men tað verður
ein fyrimunur fyri tey
viðskiftafólkini, at tey eisini
kunnu koma at vitja okkum,
sigur Leivur Fonn, stjóri í
Fonn Flog.
Tað er einki dulsmál, at
orsakað
av
kreppuni,
ferðast fólk ikki so nógv
meira, men av tí at í Havn
eru fleiri fólk við fastari og
tryggari inntøku, hava fólk
har betur ráð at ferðast,
heldur Leivur Fonn.
Tey hava leingi hugsað
um at víðka fyritøkuna við
eini deild í Havn, og nú skal
tað so verða. Tey hava valt
at lata upp nýggju deildina
3. august, tí tað er dagurin,
tá ið Fonn Flog byrjaði fyri
17 árum síðan.
Fonn Flog hevur leigað
sær høli á Áarvegnum, og
tað eru hølini, har Flogfelag
Føroya hevði í sínari tíð.
Í sambandi við at Fonn
Flog fær eina deild aftrat
eru tvey fólk aftrat komin
at arbeiða í fyritøkuni, sum
nú hevur 16 starvsfólk.
Fonn Flog
eisini í Havn
Hósmorgunin fleyt yvir hjá Heðini Mortensen. Um sjey tíðina hósmorgunin sóu starvsfólk hjá kommununi ung fólk, sum gjørdu herverk móti nýplantaðum trøum.
Tey tóku myndir av unglingunum, herverkið varð meldað, og politiið tók dreingirnar
Herverk fær avleiðingar
Ymisk tilboð hvørja viku
Kom inn á gólvið og ger Kvettið
Í miðbýnum
Tel. 32 13 00
50%
avsláttur av
ávísum vørum
Vit eru flutt oman í
Kondittaríið