Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 • 10. juli 2009 Vikuskifti 6 - Føroyar? Var tað ikki har vit skutu eina likku? Jay hyggur yvir á Nik og flennir, tá eg spyrji teir hvat teir minnast frá seinastu konsertferðini, teir høvdu í Føroyum fyri nøkrum árum síðani. - Ja, eg haldi tað var har, vit skutu eina likku, tekur Nik undir við honum. - Ella var tað kanska í Grøn- landi? rættar Nik aftur. - Tað eru jú nøkur ár síðani seinast, og vit vóru nakrir verri jassar tá, sigur Jay. - Eg minnist í øllum førum, at vit drukku alt ov nógv sunnu kvøld- ið, og mánamorgunin end aði eg á einum studentaskúla; onkrum studentaskúla, sum lá tætt við hotellið. Har slapp eg at taka ein tíma og slapp at undir vísa einum flokki í geografi. Tað er tað kanska onkur sum minnist. Tað var stak hugnaligt. - Vit sóu annars eisini eina rúgvu av laksum, sum hoppaðu, og alla ta vøkru náttúruna, og vit hugnaðu okkum. Alt í alt var tað ein góð blanding av eini sjúkliga góðari veitslu og ótrúliga vakrari náttúru og innara friði, minnist Jay. Til Føroya í august - Vit kenna ikki so nógv til summarfestivalin, har vit skulu spæla í august, men vit eru ótrúliga glaðir fyri, at tað kundi lata seg gera, sigur Nik. Upprunaliga var tað nevniliga ætlanin, at teir skuldu spæla í Klaksvík fríggjakvøldið ístaðin fyri hóskøldið. - Men vit skulu til Skander- borgfestivalin leygarnáttina eftir, at vit hava spælt í Føroyum, og har eru vit høvuðsnavnið og skulu enda festivalin. Vit hava glett okkum leingi til hesa konsertina, sum er sera stór, og tí vóru vit í iva um tað kundi lata seg gera hjá okkum at spæla í Klaksvík eisini. Um nú flogferðslan verður tarnað, vistu vit, at tað kundi gerast ein trupulleiki at náa Skanderborgfestivalin, greiðir Nik frá. - Men tíbetur vildu fyrireik- ararnir av summarfestivalinum rykkja okkum ein dag, soleiðis at vit sleppa at spæla hósdagin 6. august. So tað er perfekt, og nú gleða vit okkum veruliga at sleppa upp til Føroya og bara vera har í eitt døgn ella so, slappa av, og síggja tey aftur, sum vit kenna har uppi, sigur Nik. - Og eisini at síggja náttúruna, skoytir hann so uppí. – Eg bleiv púra bitin av náttúruni seinast vit vóru har uppi; fullkomiliga bitin. Eg hevði ilt við at stýra mær, og mundi lopið á bláman. Neyðugt at hava steðgir av og á Tað eru nú 7 ár síðani Nik & Jay fingu sítt fyrsta stóra gjøgnumbrot á danska tónleika- pallinum, men hóast teir hava verið fulltíðartónleikarar so leingi, eru teir enn ikki vorðnir troyttir av tónleikaralívsstílinum. - Vit syrgja fyri at halda nakrar neyðugar steðgir, vísir Jay á. - Vit ferðast nógv og nýta nógva tíð uttanlands, ikki fyri at framføra, men fyri at gera nýggjan tónleik, slappa av og síggja okkurt nýtt. Nú er tað eitt hálvt ár síðani vit seinast hava nortið eina mikrofon. Vit hava brúkt nógva tíð í upptøkuhølunum, so á tann hátt halda vit okkum í gongd allatíðina. Um vit høvdu spælt konsertir hvønn dag, so høvdu vit skjótt blivið troyttir. Jay leggur afturat, at teir nú eru komnir í eina góða støðu, har teir ikki longur hava tørv á at fara út at marknaðarføra seg sjálvar, tí teir eru vorðnir so mikið kendir í Danmark. - Tey fyrstu tvey árini vóru vit noyddir at arbeiða sera hart, greiðir Jay frá. - Vit spældu onkuntíð 100 konsertir og gjørdu 100 samrøður uppá ein mánað, so tað var rættiliga strævið. Men tað nýtist okkum ikki at gera longur. Nú gera vit bara tað, sum vit sjálvir halda vera feitt. Vit spæla tær stóru konsertirnar, og gera interview við nakar fáar miðlar, til dømis Politiken og tey frá Føroyum, sigur Jay við einum skálkasmíli. - Tað ger eisini, at vit nú kunnu brúka orkuna rætt og verða 100% klárir tá vit eru úti og spæla. Tað skal bara vera tað besta av tí besta. So tí eru vit ikki vorðnir troyttir av hesum lívinum enn, hóast tað til tíðir er strævið. Stjørnur Ein kanning, sum var gjørd herfyri, vísti, at 97% av øllum danskarum kenna til Nik & Jay. Og tað merkir eisini teirra gerandisdag, at teir eru vorðnir so kendir. - Vit merkja at vit eru kendir, tí vit fáa kommentarir um, at fólk halda okkara tónleik vera feitan. Vit skriva autografar, fáa smíl og herðaklapp, og av og á eru tað eisini fólk, sum rópa okkurt negativt, men tað má man jú taka við, greiðir Jay frá. - Man kemur í prát við nógv fólk, og eg royni eisini at læra av tí, tey siga, tá tey koma yvir til mín og práta, til dømis úti á diskotekunum. Fyri tíðina er tað tíbetur mest rós tey koma við. Annars merkja vit tað ikki í so stóran mun. - Men tað eru sjálvandi eisini nøkur ting, sum eg ikki geri. Eg fari kanska ikki á Strøgið leygarmorgnar, tá tað eru flest fólk, ella seti meg í eitt shopp- »Viss vit doyðu í morgin, høvdu fólk kunna givið okkara tónleik út inntil tveytúsund og hundrað, tí vit hava so nógvan tónleik liggjandi niðurfyri« Jay »Vit hava onkuntíð roynt at lagt ætlanir og roynt at spátt um hvat fór at henda í framtíðini, men tað vita vit aldrin, tí alt broytist hvønn fucking dag, og vit noyðast at gera nýggjar ætlanir. So nú taka vit tað, sum tað kemur« Jay »Vit gera tónleik, sum vit sjálvir halda manglar. Og vit gera tónleik, sum vit sjálvir tíma at hoyra« Nik Nik & Jay Dreingjareyvar. Dukkudreingir. Kulir. Í einum klassa fyri seg. Meiningarnar um teir eru nógvar, men Nik & Jay duga í øllum førum at seta lív í eina veitslu við teirra bankandi beatum, skjóta rappi og fangandi niðurløgum. Vit hittu teir undan eini konsert í Brøndby seinasta leygardag Samrøða Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo