mikudagur 24. oktober 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 205 - 24. oktober 2001
Nr. 205 - 24. oktober 2001
3
3. oktober andaðist bróður
mín, Eskhild Hansen, 81 ár.
Hann
var
ættaður
úr
Sumba, men búði í Sand-
gerði í Íslandi tað mesta av
sínum
lívi,
har
kona
hansara Svava eisini var
frá. Hon doyði fyri fáum
árum
síðani.
Saman
fostraðu tey upp børnini
Henrik og Sólrun, so
saknurin hjá teimum verður
stórur, nú Eskhild er farin.
Hann
gloymdi
aldri
føðilandið, og var næstan
hvørt summar heima í
Føroyum á vitjan og seinast
var í juni í ár. Honum
dámdi væl at vera saman
við familju og kenningum í
bæði gleði og gleim. Sang-
ir yrkti hann nógvar, ið ofta
snúðu seg um føðilandið,
sum hann hevði kært. Sera
gott mál hevði Eskhild at
syngja við. Seinasta vit
báðir vóru saman var í juni
mánaða í ár, tá vit vóru í
studentaveitslu í familjuni.
Har hevði hann tað gott og
var saman við familjuni og
har sang hann sín seinasta
sang.
Nú jólini nærkast og
jólaheilsanir verða sendar
úr
øllum
heiminum
ígjøgnum útvarpið, verður
saknurin stórur ikki at
hoyra Eskhild senda jóla-
heilsanir úr Sandgerði, sum
hann sendi hvørji jól til ætt
og vinir. Hervið endi eg
míni orð við einum av
mongu
sangunum,
ið
Eskhild hevur yrkt um
føðilandið.
So eina man situr og
hugsar
um tíð ta ið farin er,
so víða man hugurin reika
og mangt tað ið eygað sær,
at lívið tað vert er at liva
so mongum tað eydnu ber,
tí seti eg meg til at skriva
um alt sum mær stendur
nær.
Tað stutt var tann tíðin man
livdi
á Føroyalands fløtum har,
nú angur og tregi meg pína
bert longsul eg fái sum
svar,
men einaferð skáa eg fái
ta dýrastu perlu á jørð,
tær oyggjar sum rísa úr
havi
á háttprúða Beinissvørð.
Um fjallatind vindar strúka
har kendi eg hjartafrið,
ímillum spinar og knúgar
og standa við teirra lið,
eg biði av innasta hjarta
tað verði mín sæla stund,
at unna tí landinum hjartað
við brimi um nes og sund.
Farvæl kæru oyggjar tær
prúðu
tær prúðastu her á jørð,
har fornkappar áður búðu
nú blómur og gras her grør,
eg elski teg landið mítt
fagra
eg minnist tann søta gleim,
í vón um at eg fái aftur
til tín at koma heim.
Friður veri við minninum
um bróður mín Eskhild.
Jóhannes
Minningarorð um bróður mín
Eskhild Hansen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá ið okkara góði maður, pápi, verfaðir, abbi, bróðir
og svágur
Petur Martin Danielsen
doyði og varð jarðaður.
Takk til øll, ið hjálptu til á ymsan hátt. Eisini verður
takkað fyri blómur og peningagávur til KFUM- og K
í Havn.
Familjunar vegna
Hanna, Armgarð og Durita
Kunngjørt verður, at kæri maður, pápi, verpápi,
abbi og beiggi okkara
Birgir Danielsen
føddur 5. juli 1928, andaðist 20. oktober 2001.
Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju hósdagin kl. 13.
Familjunnar vegna
Bina, Gunn og Uni
Bygdaráðið í Mikla-
dals kommunu
noktaði í heystferiuni
fyri at fara á fund við
foreldrini á Trøllanesi
um skúlaviðurskiftini
í kommununi
SKÚLASTRÍÐ
Eyðun Klakstein
Eingin loysn á skúlastríð-
num í Kalsoynni er í eyg-
sjón.
Foreldrini hava í eina tíð
ynskt fund við bygdaráðið
um skúlan, men í farnu
viku kom umsíður svar upp
á hesa umbøn.
Bygdaráðið í Mikladali
svaraði, at tað vildi ikki
hitta foreldrini á fundi. Í
brævinum varð staðfest, at
avgerðin hjá bygdaráðnum
frá 9. január um, at skúli
bara skuldi vera í Mikla-
dali, stóð við.
Formaðurin í bygdaráð-
num var heima í farnu viku,
men hann er nú farin til
skips aftur við Enniberg.
Framvegis heima
Tey átta børnini á Trølla-
nesi hava verið heima, síð-
ani skúlin byrjaði eftur í
august mánaði, og tað er
einki sum bendir á, at tey
fara aftur í skúla í bræði.
Meðan
skúlastríðið
stendur við, taka foreldrini
á Trøllanesi sær av at
undirvísa
børnunum
heima.
Foreldrini á Trøllanesi
vilja hava, at skúlin í
bygdini verður tikin í brúk
aftur. Hetta fingið tey eisini
lovað frá landsstýrismann-
inum við skúlamálum, men
tað vísti seg seinni, at
landsstýrismaðurin kundi
ikki geva hetta lyftið.
Tað er bygdaráðið, sum
ger av, hvørji høli verða
brúkt til skúlagongina, og
bygdaráðið vil bara hava
skúla í Mikladali.
Bygdaráðið vil ikki tosa
Mikladals kommuna vil ikki hoyra talan um at brúka
skúlastovuna á Trøllanesi aftur
Seinastu tveir dagarn-
ar hevur eitt sokallað
íblástrarskeið verið á
Verkstaðnum Vón á
Argjum. Danskur
lærari er komin til
Føroya í samband við
skeiðið
SKEIÐ
Ingrid Bjarnastein
Vardu verkstøðini og verk-
húsini kring landið eru
kend fyri at hava ymisk
sløg av framleiðslu í teirra
dagliga arbeiði.
Maud Wang Heinesen
hevur tí skipað fyri hesum
skeiðnum fyri at fáa íblást-
ur til okkurt nýtt innan
arbeiðið hjá verkstøðunum
og verkhúsunum, og er ein
danskur lærari komin til
Føroya júst til hetta høvið.
Fýra verkstøð eru stápl-
aði upp á beinini á Verk-
staðnum Vón. Á einum
verkstaði prýða tey glas,
eskjur og ymsar lutir við
serviettum. Eitt verkstað
verður nýtt til smykkur. Har
gera tey hálsprýði, hatta-
nálir og annað. Øll prýðini
eru nikkelfrí. Eitt serligt ar-
beiðslag, ið eitur »gizmo«
verður nýtt tá prýðini verða
gjørd. Hetta er ein spiralur,
ið er gjørdur burturúr met-
altráði.
Verkstaður nummar trý
er har danski lærarin, Eva
Tworek, hevur sítt serliga
øki. Har gera tey gávukort
uppá ymsar mátar. Eva
Tworek hevur givið út bók í
samband við gávukort. Til
dømis læra tey at gera
gávukort við rútum í. Í rút-
arnar kann leggjast turkað-
ar blómur, kryddaríir og
annað.
Á fjórða og seinasta
verkstaðnum verða sápur
stoyptar. Sápurnar eru bæði
í litum og hava anga.
Verkstaðið Vón hevur ein
nýggjan hátt at turka blóm-
ur. Við hjálp av mikroovni
og serligari pressu kanst tú
turka blómur uppá bert
tveir minuttir. Blómurnar
verða so nýttar til lykla-
ringar, borðskánarar og
annað.
– Vit vóna, at hetta kem-
ur at síggjast aftur í verk-
støðunum kring landið,
sigur Maud Wang Hansen,
skeiðleiðari, og leiðari á
Verkstaðnum Vón. – Hetta
er jú eitt íblástrarskeið fyri
leiðarar á vardum verkstøð-
um og verkhúsum kring
landið, og ætlanin er at fáa
hetta sjónligt í teirra dag-
liga virksemi. Fólkini eru
sjálv kreativ og tað er stutt-
ligt at síggja, at so stórur
áhugi er.
Skeiðið, sum endaði í
gjár, hevði umleið 40 lut-
takarar, og ein lærara. Eis-
ini var ein røsk kantinu-
dama, sum skipaði fyri
máltíðum til skeiðluttak-
arnar báðar dagarnar.
Eru kreativ á Argjum
Fyri nærum tveimum
árum síðani varð
áhugabólkurin aftan-
fyri tiltakið vælskapt
brek fyrstu ferð
samlaður. Tá varð
skrivað út sangskriv-
arakapping til eina
fløgu, hvørs yvirskot
skuldi fara til MBF og
ÍSB
PENINGAGÁVUR
Ingrid Bjarnastein
Fløgan »Vælskapt brek«
kom út í september í fjør,
og siga stigtakararnir, at
seldar eru umleið 1600-
1700 fløgur. Nú er pening-
urin gjørdur upp, og verður
20 ára føðingadagurin hjá
MBF í dag nýttur sum høvi
til gávuhandanina.
Áhugabólkurin vildi í
gjár ikki avdúka upphædd-
ina á kekkunum, men talan
er helst um eina fitta pen-
ingagávu í øllum førum eft-
ir søluni at døma.
– Vit hava møtt ógvuliga
nógvari vælvild, og fólk
hava tikið ógvuliga væl
ímóti okkum, sigur Hilmar
Jan Hansen, sum er ein av
limunum í áhugabólkinum.
– Undirtøkan hevur verið
ógvuliga góð. Umleið 70
sangir komu inn til sang-
skrivarakappingina, men tí-
verri sluppu bara 19 við á
fløguna. Og til okkara stóra
bilsni gjørdi Føroya Lívs-
trygging okkum tann beina
at fíggja alla fløguna sum
hon var.
Eli Smith hevði teknað
eina kápumynd til fløguna,
sum eisini varð prentað
sum plakat til sølu. Í des-
ember í fjør kundi áhuga-
bólkurin fara við einum
kekki til barnadeildina á
Landssjúkrahúsinum áljóð-
andi 15.000 krónur bert fyri
sølu av plakatum.
Faldari næsta stigið
Nú hesin kapitullin er yvir-
staðin, er næsta punktið á
skránni at fáa gjørt ein fald-
ara við vegleiðing til for-
eldur at brekaðum børnum.
– Tann afturvendandi
trupulleikin vísir seg at
vera at foreldur mangla
ráðgeving tá tey fáa eitt
brekað barn, sigur Lis í
Niðristovu, limur í áhuga-
bólkinum.
– Í hesum faldaranum
skal so standa, hvønn tey
skulu venda sær til, hvørji
rættindi tey hava og so
framvegis. Faldarin skal
vera eitt slag av hondbólk
fyri foreldur at einum brek-
aðum barni. Foreldur fara
ofta ígjøgnum sama stríðið,
sum onnur hava verið
ígjøgnum, og tí kunnu tey
sleppa undan, men vita tað
bara ikki, ella vita tey ikki
hvussu.
Ætlanin er tí nú at
arbeiða miðvíst ímóti at fáa
tilfar til vega, soleiðis at
foreldur kunnu fáa vegleið-
ing tá tey fáa brekað børn.
Tá hetta er liðugt gjørt er
kemur helst okkurt annað á
skránna, men hvat tað er, er
ikki fingið greiði á enn.
Áhugabólkurin fyri Væl-
skapt brek vil fegin takka
øllum, sum hava stuðlað til-
takinum á ein og hvønn
hátt.
Í áhugabólkinum eru:
Jóhan í Niðristovu, Lis í
Niðristovu, Hilmar Jan
Hansen, Sigrið Sivertsen
og Bartal Kass.
Vælskapt brek handar peningagávur
Áhugabólkurin aftanfyri Vælskapt brek. Frá vinstru Jóhan í Niðristovu, Lis í Niðristovu, Hilmar
Jan Hansen, Sigrið Sivertsen og Bartal Kass
Hilmar Jan Hansen greiðir
frá um Vælskapt brek
Uttast til vinstru Maud Wang Hansen, skeiðlærari, og uttast til høgru Eva Tworek, lærari
C
M
Y
K
3
2