Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 205 - 24. oktober 2001 Nr. 205 - 24. oktober 2001 5 Felagið varð stovnað ST-dagin í 1981. Norðurlandahúsið er karmur um føðingardagin FØÐINGARDAGUR Turið Kjølbro Rundi føðingardagurin hjá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum verður hátíðar- hildin í Norðurlandahús- inum í dag. Í morgun kl. 10 verður undirhald fyri teimum triðju flokkum, sum hava meldað seg til. Tá fer Absalon Áargarð, Anna Sofía Restorff og Palli Hansen at undirhalda við dukkum og sangi við tekn- um. Harafturat verður sangur og drama við børn- unum úr “Eg eri ein K”. Kl. 12 til kl. 13.30 fara triðju flokkarnir í Ítróttarhøllina á Nabb at hoyra ÍSB greiða frá um ítrótt fyri brekað. Næmingarnir fáa høvi at royna nakrar ítróttargreinir. Børnini fáa ís og topptopp. Seinnapartin millum kl. 13 og kl. 17 verður í Klingruni høvi hjá al- menninginum á fýra básum at kunna seg um, hvat feløgini hjá MBF standa fyri, hvørji tey eru, og hvat tey kunnu brúkast til. Harumframt eru tríggir aðrir básar, ið vísa ljóð- bøkur, og annað tilfar. Tríggir fyrilestrar verða hildnir í Dansistovuni, ein um psyku, rørslu og rørslulag, ein um nútímans samskiftistøkni, og tann síðsti um heilivág nú og í framtíðini. Kl. 14 verður sangur og tónleikur í Klingruni, og kl. 16 verður stuðulin frá fløguni “Vælskapt brek” handaður MBF og ÍSB. Doris Hansen, forkvinna í MBF, heldur røðu, og orkestrið “Ælabogin” endar dagin. Meginfelag teirra brek- aðu í Føroyum, MBF, varð stovnað 24. oktober 1981, sjálvan ST-dagin. 1981 varð lýst at vera Ár teirra brekaðu. Seks feløg vóru tá fyri brekað í Føroyum, og hesi tóku seg saman í ein arbeiðsbólk fyri at vísa á uppgávur og tørv hjá fólki við brekum í Føroyum. Feløgini vóru: Bjørg, Deyvafelagið, Føroya Blindafelag, ÍSB, Javni og Sclerousfelagið. Helena Samuelsen úr Javna varð vald til forkvinnu, og Karin Margreta Joensen-Næs varð skrivari. Nógv tiltøk og fundir vóru kring landið. Arbeiðið er væl lýst í bókini Ár teirra brekaðu, sum arbeiðsbólkurin gav út í 1982. Eitt annað úrslit av góða samstarvinum millum áðurnevndu feløg varð stovnanin av einum meginfelag. Í dag eru 22 feløg í MBF. MBF føðingardag í dag Absalon Áargarð, Anna Sofía Restorff og Palli Hansen at undirhalda við dukkum og sangi við teknum Landsstýrið er sinnað at hækka útbygging- arkvotuna hjá kommununum eitt sindur so at tær fáa bygt meiri út, enn upprunaliga ætlað KOMMUNALAR ÚTBYGGINGAR Áki Bertholdsen Tað er nú greitt, at komm- unurnar sleppa at byggja meiri út tey komandu árini, enn upprunaliga ætlað eftir útbyggingarkvotuni, sum landsstýrið ásetti. Landsstýrið hevði annars gjørt av, at tilsamans skuldu kommunurnar ikki byggja út fyri meiri enn 190 milliónir komandi ár. Men hetta elvdi til stóra misnøgt, serliga hjá summ- um av teimum stóru komm- ununum. Tær siga, at eftir at alt hevur ligið stilt alla kreppuna, er tørvurin stórur á at fáa samfelagið upp undan aftur, nú tað er farið at ganga fram á aftur og tí er stórur tørvur á útbygg- ingum. Jógvan Krosslá, formað- ur í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at kommun- urnar hava tí roynt at fáa Landsstyrið at góðtaka, at útbyggingarmarkið verður hækkað. – Kommunurnar eru ikki ósamdar í, at tað eigur at vera mark fyri, hvussu nógvar útbyggingar kunnu gerast um árið fyri ikki at missa tamarhaldið á bú- skapinum. Tað er heldur ongin ivi um, at undir vanligum umstøðum høvdu vit so dánt klárað okkum við 190 milliónir um árið. – Men hetta eru ikki vanligar umstøður, tí nógv liggur á láni, sum tað er bráðneyðugt at fáa gjørt, eftir at alt hevur ligið lamið í kreppuni. Tí hava vit roynt at fáa Landsstýrið at hækka útbyggingarmarkið, sigur formaðurin í Kommunu- samskipanini, har seks tær størstu kommunurnar eru limir. Sleppa at byggja meiri Kommunusamskipanin hevur havt nakrar fundir við Landsstýrið um málið og nú er líkt til, at vend er komin í. – Eitt nú hava vit skotið upp, at havnaútbyggingar ikki skulu telja upp í út- byggingarkvotuna. Í øðrum lagi hava vit skotið upp, at útbyggingar í Havnir verða vektaðar, so at tær ikki telja fult. Eitt nú hava vit skotið upp, at utbyggingar í Havn- ir skulu ikki telja meiri enn 25%. Tvs, at byggir ein komm- una havn fyri 10 milliónir, skulu bara 2,5 milliónir av teimum teljast við í út- byggingarkvotuna og at kvotan sostatt kann hækk- ast 7,5 millión. Jógvan Krosslá sigur, at á tí seinasta fundinum Landsstýrið, gekk tað kommununum partvíst á møti. – Landstýrið boðaði frá, at tað kundi góðtaka, at havnaútbyggingar blivu vektaðar 50%, sigur for- maðurin í samskipanini. Hann sigur, at fundur skal aftur verða við Lands- stýrið í næsta mánaða og at semja vónandi tá fæst á, hvussu nógv útbyggingar í havnir skulu vektast, men at Kommunusamskipanin fer at gera sítt til, at tær verða vektaðar 25%, ella har niður ímóti. Sleppa at byggja meiri út enn ætlað – Vit eru við at nærkast, og vónandi finnu vit semju á næsta fundi, sigur Jógvan Krosslá Tilboðini upp á koyr- ingina hjá Bygdaleið- um vórðu latin upp mánadagin. 20 tilboð komu inn, og tað er á leið tað, roknað var við, sigur fólkaflutn- ingsleiðarin á Strandferðsluni BYGDALEIÐIR Edvard Joensen Tað er helvtarmunur á til- boðunum á onkrum av bussrutunum hjá Bygda- leiðum. Tilboðini vórðu lat- in upp seinnapartin mána- dagin, og tey vóru á leið tað í tali, sum roknað var við frammanundan, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutn- ingsleiðari hjá Strandfara- skipum Landsins. Farið verður nú at hyggja nærri at tilboðunum, sum komin eru, og um eina viku ella so, verður helst møgu- ligt at siga nakað nærri um, hvussu koyringin verður latin út, sigur Poul Jákup Thomsen. Stórur munur Sjónskastur var munurin millum tilboðini upp á koyringina í tveimum av smærru økjunum, Sandoy og Suðuroy. Í Sandoy var helvtarmunur, meðan mun- urin í Suðuroy var upp á 40 prosent millum tað dýrasta og tað bíligasta tilboðið. Tað komu trý tilboð inn upp á koyringina í Suðuroy. Tað bíligasta var upp á 4.950.000,- krónur, meðan tað dýrasta var upp á 8.244.043,80 kr. Ímillum lá eitt upp á 5.879.751,- krón- ur. Upp á koyringina í Sandoy komu eisini trý tilboð. Har er tó tað at siga, at tvey teirra vóru frá sama tilboðsgevara og líktust heilt nógv. So nógv, at tað kanska í roynd og veru ber til at tosa um eitt og sama tilboð. Munurin teirra mill- um er góðar 50.000.- krón- ur. Hinvegin er hitt tilboðið upp á kr. 3.331.212,-, sum er umleið tað dupulta av tí lægra hjá tí fyrrnevnda bjóðaranum. Tað tilboðið var upp á kr. 1.561.300,37 krónur. Upp á koyringina í Norð- oyggjum kom bara eitt til- boð, sum ljóðar upp á kr. 4.519.125,- krónur. Hinvegin vóru tilboðini upp á koyringina í Vágum, Eysturoy og Streymoy nøk- unlunda á leið í prísi. Tó var eitt útsving í tilboðun- um upp á leið 400 millum Leirvík og Tórshavn. Tann, sum hevði lægsta boðið, beyð 3.775.000,- krónur, meðan hægsta boð- ið var upp á kr, 6.800.000,- sum næstan er ein helvtar- munur. Sum væntað Fólkaflutningsleiðarin hjá Strandfaraskipum Lands- ins, Poul Jákup Thomsen, sigur, at av teimum 30, sum fingu útbjóðingartilfar frá Strandferðsluni, hava 20 boðið upp á koyringina. – Tað var á góðari leið tað, vit høvdu væntað, sigur hann. Hann sigur eisini, at tað hevur víst seg, júst sum væntað, at fleiri teirra, sum áður hava koyrt bussar hjá Bygdaleiðum, hava boðið saman upp á ymsar rutur. Ein stendur sum høvuðs- bjóðari, meðan hinir so eru undirveitarar við sínum bussum, tilreiðar at røkja rutuna fyri tann, sum fekk hana. Hinvegin eru nakrir bjóð- arar, sum hava boðið einsamallir. Hesir eru í stóran mun slíkir, sum ikki hava havt koyring fyri Bygdaleiðir fyrr. Ymisk feløg, sum hava boðið seg fram. Og í fleiri førum – tó ikki øllum – liggja hesi fel- øgini hægri enn teir etabler- aðu bussførararnir í prísi. Nú verður so farið at hyggja nærri at boðunum, sigur Poul Jákup Thomsen. Kannað veðrur eftir, um allir tilboðsgevararnir lúka tær ásettu felagsreglurnar fyri at fáa koyring. Tær eru ásettar í útbjóðingartilfarin- um. Eisini onnur viðurskifti verða kannað, áðrenn nakar fær loyvi at koyra, sigur hann. Júst tað, at treytir eru settar við í útbjóðingartil- farinum ger, at Strand- ferðslan kann treyta sær at velja tann, sum hildið verð- ur at hava bestu vónir fyri at klára at røkja rutuna. Bæði fíggjarliga og við øðrum førleikum, so sum tænastu, góðum bussum og so framvegis. Men alt hetta verður komið aftur til, tá ein enda- lig støða fyriliggur, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Lands- ins. Rættiliga ymisk tilboð Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, letur eitt av tilboðunum upp Mynd: Álvur Haraldsen Tað er óneyðugt við vápnaðum vaktar- haldi í løgtinginum, sigur Jógvan við Keldu, løgtings- maður, sum heldur, at formansskapurin í tinginum hevur yvirreagerað eftir hendingina fyri 10 døgum síðani TRYGD Eyðun Klakstein Tað eru ikki allir løgtings- menn, sum eru glaðir fyri nýggja vaktarhaldið í løg- tinginum. Tað var eftir hendingina fyri 10 døgum síðani, tá ein maður eftir øllum at døma ætlaði at gera seg inn á ein tingmann, at formansskap- urin tók trygdina hjá løg- tingsmonnunum til við- gerðar. Úrslitið var, at á næsta tingfundi stóð vápnaður løgreglumaður á varðhaldi í gongini. Hetta heldur løgtings- maðurin Jógvan við Keldu er at fara ov langt. – Eg haldi, at formans- skapurin hevur yvirreager- að, og eg eri ímóti slíkum vaktarhaldi í tinginum, sig- ur hann. Kennir seg tryggan Jógvan við Keldu sigur, at hann kennir seg tryggan at fara til arbeiðs í tinginum fyri tað um einki vaktarhald er. – Føroyingar eru eitt frið- arfólk, og vit hava eitt lítið land, har slíkar hendingar sera sjáldan koma fyri. Hóast hesa hendingina í tinginum, kenni eg meg púra tryggan, tá eg eri til arbeiðis í tinginum, sigur hann. – Hóttanin kann altíð koma frá sjúkum ella ávirk- aðum fólki, og vit skulu hugsa um, at tað eru nógvir aðrir stovnar, sum kunnu krevja líknandi vaktarhald. Tað hevur løgreglan ikki orku til. – Eru tað fólk, sum eru drukkin, óð ella sjúk, so er tað neyvan rætti mátin at møta teimum við einum vápnaðum vaktarmanni. Tað kann eisini provokera og kanska elva til óneyðug- ar tilburðir. Kann koma fyri Jógvan við Keldu hevur verið í politikki í 30 ár, og hann hevur eisini sitið í fleiri heitum sessum – mill- um annað sum borgarstjóri í Klaksvík í 16 ár. – Eg havi sjálvandi verið úti fyri onkrum hesi árini, men vit skulu ansa eftir, at vit ikki gera ov nógv av og leggja hetta á eitt støði, har tað ikki hoyrir heima, sigur hann. – Sjálvt um at tú verjir teg so væl, sum tú kanst, so kunnu slíkir tilburðir koma fyri, men teir eru sera sjáld- samir. Tí er tað skeivt at seta vápnaðan løgreglu- mann at halda vakt í tingin- um. Jógvan við Keldu heldur, at tá nýggja løgtingshúsið verður klárt, fara fólk at ar- beiða í móttøkuni, og tey kunnu boða frá, um okkurt serligt er áfatt. Jógvan við Keldu, tingmaður: Formansskapurin ger ov nógv av – Sjálvt um at tú verjir teg so væl, sum tú kanst, so kunnu slíkir tilburðir koma fyri, men teir eru sera sjáldsamir. Tí er tað skeivt at seta vápnaðan løgreglumann at halda vakt í tinginum, heldur Jógvan við Keldu C M Y K 5 4